Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 viðmerkingar Broytingarnar í arbeiðsloysisskipanini N ú broytingar í arbeiðs­ loys­is­skipanini eru til við­gerð­ar í løg­ting­ inum, vil eg, sum um­boð fyri almennu fak­feløgini i stýr­in­ um, greiða frá hesum máli og mínari støðutakan. Ikki er neyðugt at koma so nógv inn á fíggjarstøðuna hjá Als. Sum teimum flestu kunnugt, hava vit brúkt fleiri hundrað mió. kr. av egin­pen­ inginum seinastu trý árini, at gjalda út til tey ar­beiðsleysu. Og tað er, sum tað skal vera. Peningurin varð ætlaður til júst hetta. Nakað, sum hevur komið bæði teim­um, ið hava móttikið pen­ingin, og samfelagnum yvirhøvur til góðar. Men støðan er jú, at und­ ir­skotið triðja árið á rað fram­ vegis er sera stórt, so við hetta lag verða ikki fleiri pengar at gjalda út innan 2 ár. Og tað hava vit verið noydd at gjørt nakað við. Tí hevur verið arbeitt í stýr­ inum í fleiri mánaðir fyri at finna útav, hvussu vit kunnu bøta um hetta. Og fyri jól í fjør skrivaðu allir stýris­limir undir semju, sum hevði við sær bæði skerjingar og hægri inngjald. Trupul støða Og at tað hevur verið trupult, serliga hjá okkum, ið umboða fakfeløgini, at ganga við til at skerja eina skipan, sum vit fyri bert trimum árum síðani fingu gjørt munandi betri, skal ongin ivi verða um. Og serliga hetta, at út­ gjaldið verður skert, hevur eisini fallið fleiri fyri bróstið. Men veruleikin er, at verður ikki nomið við útgjaldið, má inngjaldið hækka mun­andi. Talan hevði verið um hækking frá 1% upp í 2,5%,  ella kanska enn meira. Og fyri eitt starvsfólk, ið t.d. forvinnur 25.000 kr. um mán., og sum í 2011 betalti 3000 kr. árliga, hevði tá talan verið, um at skula av við 7-8000 kr. árliga til Als. Og tað haldi eg sjálvur er alt ov nógv. Og her mugu vit minnast til, at framvegis, hóast skerj­ing av útgjaldinum, verður innan árið er runnið aftur neyðugt at hækka inngjaldið. Kanska til 1,75 ella harum. Almennu fakfeløgini Í hesi tilgongdini havi eg javn­ an havt samskifti við al­mennu fak­feløgini, sum eg umboði. Og her skal ikki dyljast, at hesi als ikki hava verið fegin um tey uppskot, sum hava ver­ið frammi, og heldur ikki semj­ una, ið varð gjørd. Hinvegin eru tey greið yvir, at vit ikki hava ta stóra í at velja. Vit kunnu ikki lata standa til, og ikki gera nakrar broytingar og slett ikki bara lata løntakaran gjalda. Bíðidagarnir Tá sparast skuldi, vóru ymisk uppskot frammi, men endaði tað við semju um at hægsta útgjald varð lækkað úr 20.000 í 17.500 kr., útgjaldsprosentið varð lækkað úr 80 í 75% og bíðidagar vóru innførdir aftur. Av hesum er hetta, at bíði­ dagar aftur vóru settir inn í skipanina tað, eg var eg mest keddur at ganga við til. Havi stríðst fyri at fáa hesar úr skipanini, og eydn­aðist tað, tá broytingar vóru gjørdar í 2009. Mín áskoðan er, at út­ gjald eigur at verða goldið út frá fyrsta degi av, tí tað er ikki rætt, at arbeiðsleys, umframt at verða kastað út í arbeiðsloysi, eis­ini mugu góðtaka einans at fáa hálvt mánaðargjald fyrstu tíðina. Harafturímóti átti út­ gjald­ið at verið lækkað stig­víst. Men tí fekk eg ikki undir­ tøku fyri í hesum umfari. Tað, at fíggjarstøðan er sum hon er, taldi meira. Havi tó vónir um, at hetta kann rættast upp aftur eina aðru ferð. Ikki ein vánalig skipan Ført hevur verið fram, at skip­ an­in, við hesum broyt­ing­um er vorðin nógv verri. Men er hon so vánalig, sum summi vilja gera hana til? Tað haldi eg ikki. Fyri tað fyrsta er hetta fram­ vegis ein væl betri skip­an, enn tann, vit høvdu fyri 2009. Útgjaldsprosentið er lækk­ að, men hóast alt gevur 75% av egnari vunnari inn­tøku væl meira, enn 70% av einari arbeiðsmannaløn, sum var galdandi fyri 2009,. Og samanbera vit miðalút­ gjaldið til arbeiðsleys, verður tað framvegis heldur ikki heilt av leið: Fyri broytingarnar í 2009 var miðalútgjaldi 8.000 kr. um mán. Aftan á broytingarnar í 2009: 12.000 kr. um mán. Og nú, um broytingarnar verða samtyktar, vísa út-rokn­ ingar, at miðalútgjaldi verð­ur umleið 10.700 kr. um mán. Tað kann vera ymiskt, hvat ein heldur, gjaldið til ar­ beiðs­leys eigur at vera. Men samanbera vit okkum við granna­londini, so er før­oyska skip­anin ikki verri enn teirra. Til dømis er hægsta gjaldi upp á 17.500 kr. umleið 1000 kr. hægri enn í Danmark, sum annars er tað landið, ið letur mest í arbeiðsloysisstuðli av Norðurlondum. Og rætt skal vera rætt, har hava tey eisini bíðidagar, hóast tann skipanin er øðrvísi sett sam­an. Arbeiðsmarknaðurin varðar av Als Ein annar spurningur, ið er settur er, hví vit, ið umboða fak­feløgini, ikki komu við okk­ ara egna tilmæli til løg­tingið, um broytingar í Als? Men tað hevði ikki verið nakað gott hugskot. Fyri tað fyrsta hevði tað havt við sær, at tað komu trý ella fleiri tilmæli til broyt­ingar, tí løntakarasíðan er jú heldur ikki samd í øllum. Harumframt hevði tað gjørt, at politikararnir fingu frítt spæl, at gera júst tær broyt­ ingar, teimum lysti. Og hesar kundu verið sera ymiskar, alt eftir hvør sat við valdið. Og neyvan hevði tað verið til fyrimuns, hvørki fyri Als sum stovn ella tey arbeiðsleysu. Til dømis eri eg vísur í, at um tað var politiski myndug­leikin, og ikki arbeiðs-markn­aðurin, ið varaði av Als, hevði skipanin ikki havt upparbeitt tær meira enn 700 mió. í eginpeningi, sum samfelagið hevur notið gott av seinastu trý árini. Skal politiski myndug­ leikin taka yvir? Og tí hóvar mær ikki, at polit­ iski myndugleikin nú ætlar at koma við øðrum uppskoti, enn tí stýrið hevur gjørt semju um. Hetta eiga politikararnir at vera sera varnir við. Og hetta sigi eg, hóast eg, sum nevnt, ikki eri fegin um partar av tilmælinum frá stýr­ inum. Men tað eru onnur held­ ur ikki. Hetta er ein semja, sum eitt samlað stýri hevur góð­ tikið. Okkara skylda er at koma við loysn­um og til tess krevjast semjur. Hetta eigur løgtingi at virða. Tí, um semjan verður vrak­ að, hvussu skal stýrið so ar­beiða framyvir? Gevur tað tá yvir­ høvur meining at gera semjur og koma við tilmælum? Heldur eigur politiski mynd­ ugleikin at virðismeta, hvussu arbeiðsmarknaðurin, við sam­ starvi og semj­um, hev­ur røkt arbeiðs­loysis­skip­an­in tey 20 árini, hon hevur virkað. 60.000 orsøkir til at gera broytingar Til endans vil eg siga, at eg ikki havi góðan hug at blanda meg í partapolitikk í hesum sambandi. Haldi meg eisini hava svarað Jenisi av Rana, formanni Miðfloksins, tí hann hevur spurt um. Vil tó koma við nøkrum við­ merkingum, har eg, sum skilst, ikki haldi at stýrið hevur gjørt eitt so vánaligt arbeiði, sum hann vil vera við. Harumframt má eg siga, at tað ikki gevur meining, at stýrið hevur skula tikið atlit til ávísan skattapolitkk, sum samgongan fyri nøkr­um mánaðum síðani sam­tykti. Álitið frá stýrin­um varð handað lands­stýris­mann­ in­um áðrenn flatskatta­upp­ skotið varð samtykt, í 2011. Ivist eisini stórliga í, um tað er rætt hjá okkum at gera broytingar eftir tí politikki, sam­gongan, uttan nakrar fyri­ reikingar yvirhøvur hev­ur sam­ tykt. Vit royna at seta skipanina saman eftir, hvat er rætt og rímiligt, og ikki at gera nakað í óðum verkum. Men tá nú Jenis og Mið­ flokkurin sigur seg ikki vilja vera við at broyta samfelagið á ein skeivan hátt, sum hann málber seg, kundi eg kanska komið við einum eini ráðum? Tit vilja gjarna gera broyt­ ingar í Als, sum passa til flat­ skattapolitikkin, sum tit hava samtykt. Hetta hava tit bein­ leiðis ført fram. Ivist tó ikki sjálvur í, at hetta fyrst og fremst er fyri at flyta fokus frá einum politikki, sum tit vita, tey flestu ikki taka undir við. Hvat við heldur at broytt skattapolitikkin, so fleiri fingu ágóðan av skattalættanum, og ikki fyrst og fremst tit hægstløntu? Um so var, varð t.d. ikki neyðugt at gera hesar broytingar tit tosa um, sambært tykkara egna logikki. Um ikki, má staðfestast, at tað heldur er taburettirnar, løn­ in og tær 60.000 tit hava skaffa tykkum í skattalætta árliga, sum hevur størstan týdning. Kartni Ravnsfjall Stýrislimur fyri almennu fakfeløgini í Als Løgmaður og virðing S íggi á Facebook, at løg­ maður er ikki nøgdur við røðurnar, ið vóru hildnar á Vaglinum 1. mai. Hoyrdi tær ikki sjálvur, tí eg var á veg til Danmarkar tá, so eg skal ikki taka støðu til tær ella orðavalið, ið nýtt var. Men Harra Løgmaður, hvat hevði tú roknað við? Hevur tú og samgongan hjá tær síðani seinasta løg­ tings­val uppiborið tað stóru virðingina? Arbeiðaradagurin 1. mai er dagurin hjá teimum, sum ikki fáa lut í skattalættanum, sum løgmaður og hansara samgonga lat vælbjargaðu borg­arum okkara. So hevði løgmaður roknað við at fáa tøkk fyri flatskattin á ar­beið­ aradegnum 1. mai? Sjálvandi átti hann ikki at roknað við tí. Tí arbeiðararnir eru jú tey fólkini, sum løg­ maður og hini á ovastu rók skvøtta niður á við sínum poli­tikki! Arbeiðararnir eru jú tey, ið skulu gjalda fyri skatta­lættan, sum løgmaður og sam­gongan gevur sær og sínum! Og sum um tað ikki var nóg mikið: Nú skal pensións- aldurin hækka, so útarmaði landskassin, ið nú ikki fær sínar inn­tøkur orsakað av skatta­lættanum, sum løg­ maður og samgongan góvu sær sjálvum við flat­skatt­inum, heinta pengarnar inn aftur við at nokta fólki pensión, tá tey gerast 67 ár. Pensiónsaldurin skal hækka við bæði einum og tveimum árum næstu árini, sambært løgmanni og hansara sam­gongu. Harvið sleppur lands­kass­ in undan nøkrum útreiðslum til pensión, men við verandi arbeiðsloysi, so verður tað bara ALS, sum fær størri út­ reiðsur! Hevði tú væntað tær rós 1. mai, harra løgmaður? Sum nevnt fyrr, so hoyrdi eg ikki røðurnar á Vaglinum, so eg skal ikki taka støðu til orðalagið, men um tað var heldur bondskt, er tað nakað at siga til? Hava ikki júst arbeiðararnir orsøk til at taka harðliga til orð­anna móti løgmanni og hans­ara samgongu, sum so skammi­ liga hava traðka á tey? Eg taki í hvussu er undir við teimum, sum eru misnøgd (hóast eg haldi, at vit skulu nýta virðiligan málburð). Tað er ongantíð ov skjótt, at vit sleppa av við van­ lukkustýrið, ið vit hava nú, og tað átti tú at skilt, harra løg­maður! Tað er mark fyri, hvussu nógv man kan traðka á vanlig fólk, ið hava ilt við at fáa dagligdagin at hanga saman, fyri at tit á ovastu rók kunnu fáa stóran skattalætta at leggja oman á tykkara yvirflóð! Leggið frá tykkum, ongan­ tíð ov skjótt! Á flatlondum Arbeiðardagin 2012 Sofus Debes Johannesen