Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Hvønn dag koma nýggir hvítir prikkar, nokkso stórir, á geirarnar, har runnið verður. Prikkar? Ja, prikkar av tyggigummi. Ser­liga ringt er tað, tá ið barna­ tiltøk eru, tá kvinnu­ renn­ing er, ella tá ið »gesta-skúla­flokkar« vitja. Tá kann eg samla 20 tyggigummi eftir einari løtu, men nú tími eg ikki meira. Prikkarnir verða verandi á rennibreytini tey næstu 20 árini – alt eftir, hvussu seigt slagið er. Ítróttartrenararnir siga mær, at tað er for­ boð­ið at hava tyggi­ gummi, tá ið trenað verð­ur. Tó – nýggir prikkar koma hvønn dag. Skal hetta halda fram, fáa vit eina prikk­uta rennibreyt fyrsta dagin. Vilja vit tað? Um ikki, so eru tvey ting at gera: 1.$forbjóða tyggigummi á økinum (eisini rund­an um økið) 2. Lata feløgini gera ser­ ligar “tyggi­gummi­ dagar”, har eingin tren­ing er, men har øll, eisini mammur og pápar, ommur og abbar l o y s a tyggi­ gummiið við fingrun­ um og koyra tey í rusk. Øll sum kenna meg vita, at eg elski tyggigummi. Men tá skal tað vera inni í munninum. Vilja vit hava eina prikkuta rennibreyt í Havn? Oddvør Johansen Síðani fiskimarks­útflyt­ ing­arnar í sjeytiárunum, hava vit mist so gott sum øll okk­ara fiskirættindi á fjar­leiðum. Onkur søguliga vunnin rættindi hanga tó við enn, men í flestu førum veiða okkara langfaraskip sam­bært avtalum við onnur lond, har vit lata tilfeingi í heima­sjógvi í býti. Sigast kann sostatt, at okkara vælferð í mestan mun er grundað á tað heimliga fiskatilfeingið. Treyðugt so, aðrar vinnur, sum til dømis alivinnan og útisiglarar geva eitt íkast, og oljuvinnan kann, um hepni er við okkum, geva eitt íkast afturat, men tað verður ikki nøkur varandi inntøka. Samanumtikið má heim­ liga fiskatilfeingið kunna sig­ast vera nógv tann størsta og drúgvasta keldan til væl­ ferð ella livilíkindi á hes­um oyggjum, og verður tað iva­ leyst nógv ár fram í tíðina. Men fáa vit nokk burturúr hesum okkara mest týðandi tilfeingi? Onkursvegna hepnast tað okkum munandi betur búskaparliga, at fiska fremm­ ant fiskatilfeingi í býti við okkara heimliga. Tað eru góðu úrslitini hjá langfara­ skip­unum talandi dømi um. Hví man so vera, og er munur á, hvussu fiskiskapur verður skipaður her heima, og har okkara langfaraskip fiska? Jú víst er munur á. Eitt langfaraskip far vanliga tillutað eina kvotu, og síðani kann viðkomandi reiðari sjálvur leggja til rættis, hvussu hann fær hendur á hesi kvotu, næstan uttan avmarkingar yvirhøvur. Við rættindum at fiska í heimasjógvi verða heilt aðrar treytir settar. Tú fært ikki lutað ein kvotu, men í staðin álagdar av­ mark­ingar í dagatali, skipa­ stødd, motororka, fiski­leið, veiðireiðskapi, fiska­hag­reið­ ing og sølu. Ein so stór frælsisskerjing í vinnulívssamanhangi setur sjálvandi síni spor, og tey síggjast týðiliga í vánaligu búskaparligu úrslitunum hjá heimaflotanum. Tað seinasta nýggja er, at tann veiðuorka, skipum er tillutað, skal brúkast upp (brúksskylda), annars verð­ur hon skerd. Eitt til­ tak, sum gongur beint ímóti øllum sunnum vinnu­lívs­ sjónarmiðum, at orkan skal minimerast. Men hvat? Ein sjúk skipan má elva til sjúk­ ligar atgerðir. Slík darvandi politisk yvirstýring av okkara heima­flota, er størsta orsøk til synd­ar­ligu búskaparligu úrslitini hjá heimaflotanum sein­astu mongu árini. At tað nú eisini skal leggj­ ast eitt politiskt ásett til­ feingisgjald á hesa vinnu, sum ongantíð, síðstu mongu árini, hevur framleitt nakað, sum líkist tilfeingisrentu, tíans­heldur givið nøktandi úrslit, er steinur omaná byrðu. Størsta uppgáva politik­ ar­anna í dag, er, fyrst av øllum, at loysa vinnuna, ið troytir okkara størstu og drúgvastu keldu til vælferð í hesum landi, úr teim mongu darvandi høftum, sum fiski­dagaskipanin leggur á hana, soleiðis, at hon fær virkað effektivt, og sambært marknaðartreytum. Ta stund, henda vinna fær tað neyðuga frælsi, at virka og mennast, og tað gerst best undir eini kvotaskipan, uttan áðurnevndu avmarkingar, verður hon eisini ment at bera eitt tilfeingisgjald, men fyrstani tá; og best hevði eisini verið, um hettar gjald ikki var politiskt ásett, men at vinnan sjálv ásetti gjald­ ið í fríari kapping um kvot­ urnar. Hóast frælsu marknaðar­ kreftirnar koma at kosta arbeiðspláss í fiskivinnuni, vil økta lønsemi skapa onnur nýggj arbeiðspláss. At tað letur seg ikki gera, at skipa fiskiskapin undir Føroyum sambært eini kvotaskipan, er ein so nógv tanlað lygn, at hon fyri mong hevur fingið sannleiksvirði, hóast EU, Noreg, Russland og Ísland øll fiska sambært kvotaskipan undir Føroyum, sum býti fyri okkara rættindi (eisini kvotur) í teirra sjógvi. Útblaking nýtist ikki at vera nakar trupulleiki í eini kvotaskipan. Vit kenna søguliga lutfallið í veiðu millum tosk, hýsu og upsa, og kvotur kunnu saktans ásetast við atliti at hesum lutfalli, tí, kann hettar býti góðtakast undir eini fiskidagaskipan, hví so ikki eisini undir eini kvotaskipan? Allur fiskur kann eisini krevjast tikin til lands, og tann “ólógliga" veiddi part­ urin avroknaður, so hann hvørki er viðkomandi skipi til fyrimuns ella vansa. Tað veldst um skilagóða gagn­nýtslu av okkara fiska­ tilfeingi, um livilíkindi fram­ haldandi skulu vera á hesum oyggjum. Tann fiskur, sum veiddur verður, lítið ella nógv, alt eftir hvussu stovnarnir eru fyri, má veiðast so effektivt og bíligt, sum til ber, við minst møguligari avmarking og politiskari yvirstýring, annars býðst ikki bøtur. At vit fáa ov lítið burtur úr á heimaleiðunum, skyldast í nógv størri mun ófrælst og inneffektivt fiskarí, enn vánaliga stovnsrøkt. Gagnnýta vit virðismikla fiskatilfeingið rætt? Thormund Johannesen Skipsførari & Skipsverkfrøðingur M.Sc. Tað veldst um skilagóða gagn­nýtslu av okkara fiska­tilfeingi, um livi­ líkindi fram­haldandi skulu vera á hesum oyggjum sendið viðmerkingar til www.post@sos.fo