hósdagur 3. mai 2012síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í fleiri ár hava Hvíta
nesfólk og onnur við,
ynskt at fáa tryggari
viðurskifti at ferðast til
gongu ímillum Hvítanes
og Hoyvík. Hetta er
mest ferðslutyngdi veg
urin í Føroyum, og hava
foreldur
havt
stóran
ampa at lata børnini
ganga eftir hesum vega
strekki, umframt at tað
eisini er hættisligt fyri
vaksin fólk at ferðast
til gongu. Fleiri upp
skot hava verið frammi
seinnu árini, men eru
síðani dottin niðurímill
um aftur.
Nú sær loksin út til
at tað fer at eyðnast
at gera eina trygga og
góða gongugøtu ímill
um Hvítanes og Hoy
vík. Landsverk og Tórs
havnar kommuna eru
komin ásamt um ein
leist at gera gøtuna
eftir. Ein samd teknisk
nevnd tók tann 19. apríl
2012 undir við at gera
útbjóðingartilfar
og
fáa arbeiðið boðið út.
Ein meiriluti í fíggjar
nevndini tók tann 26.
apríl 2012 somuleiðis
undir við eini samdari
tekniskari nevnd.. Málið
kemur fyri á komandi
býráðsfundi, og er tað
mín vón, at eitt samt
býráð tekur undir við at
gera gøtuna. Tað eigur
tó
framhaldandi
at
verða arbeitt fyri at fáa
sett 50 km hámarksferð
longu tá komið verður í
Sandvíkar. Hetta fyri at
tað skal verða tryggari
hjá
bilaferðsluni
av
Hvítanesi at koma út á
landsvegin.
Tað var á vári fyri 175
árum síðani at Hvítanes
varð bygt. Nú er vár, so
tað kann ikki verða betri
hóskandi, enn við einum
samdum býráði í hesum
máli. Hetta hevur verið
eitt av mínum mongu
hjartamálum
síðani
eg kom í býráðið, og er
hetta eisini tað minsta
Tórshavnar býráð eigur
at geva Hvítanesfólki í
føðingardagsgávu.
Góða eyðnu og bestu
føðingardagsheilsanir!
Nú verður
gøtan til
Hvítanesar
gjørd – á
sjálvum 175
ára føðingar
degnum hjá
bygdini
Jákup Símun Simonsen
býráðslimur
At pynta brúður
Høgni Hoydal
Vónandi hava øll nú fingið
sjón fyri søgn um, um hvussu
stórur sjónleikur - hvussu
nógv hykl og gykl - fer fram
í makrelmálinum í donskum
politikki og í ES.
Danmark er formaður í
ES í løtuni. Danmark hev
ur stór áhugamál í makrel
fiskiskapi.
Danmark
ger
onki fyri at steðga heimild
unum og tiltøkunum frá ES.
Og Danmark ger alt fyri, at
endaliga støðan í ES ikki
verður tikin fyrr enn beint
eftir, at danski formans
skapurin er liðugur tann 1.
juli í ár.
Men saman við føroysku
fólkatingsmonnunum
og
restini av donsku skipanini,
verður nú øll orka brúkt
til at spæla ein sjónleik,
har
Danmark
og
donsk
áhugamál skulu snákast og
pyntast til tess at spæla tann
framhaldandi glantrileikin
um "ríkisfelagsskapin". Nú
skal Danmark atkvøða blankt,
fyri at halda sjónleikinum
gangandi – hóast tey í roynd
og veru stuðla tiltøkunum
móti Føroyum. Og tey vita,
at tað ger hvørki frá ella til,
at tey atkvøða blankt.
Brúdleypsstákan
uttan vígslu
Hetta er sum orðatakið um
“at pynta brúður" – tað tekur
langa tíð. Og her verður øll
orkan hjá føroyskum fólka
tingsmonnum og í føroyskari
pressu, brúkt til at pynta eina
danska brúður. Og tá hon
verður leidd fram til altarið...
ja, so sigur hon hvørki ja
ella nei. Men onki! Altso, ein
óneyðug
brúdleypsstákan
og ein óneyðug kirkjugongd.
Tí úrslitið er onki, og sjón
leikurin hevur bert havt til
endamáls at sýna brúðrina
(donsku stjórnina) og brúðar
genturnar (Edmund, Sjúrð og
Kaj Leo) fram.
Tað hevði verið nógv
virðiligari, at Danmark at-
kvøddi fyri tiltøkum móti
Føroyum og spældi erligt
spæl. Tá kundu vit sloppið
burtur úr hesi barnsligu
fatanini um, at Danmark
skal "hjálpa okkum", tá tey
hava heilt onnur og egin
áhugamál. Og vit kunnu tá
brúka orkuna at røkja okkara
áhugamál við beinleiðis sam
starvi og samskifti. Bæði
við ES, Danmark og onnur
lond - og vit kunnu frítt
gera tær alliansur, sum eru
neyðugar í teimum ymsu
uttanríkispolitisku málunum
av týdningi fyri okkum.
Hjálond og harrafólk
Hoyrdi eisini Lenu Espersen
- fyrrverandi danska uttan
ríkisráðharran
og
vinnu
málaráðharran - í Útvarpi
Føroya. Hon segði, at Dan
mark mátti stuðla ES í at
útvega
sær
valdsamboð
og boykottsamboð fyri at
fáa "onnur lond at fiska
burðardygt". Tey somu tíð
indini berast nú ókiritiskt í
føroyskum fjølmiðlum frá
fundi millum norska fiski
málaráðharran, Lisbeth Berg
Eriksen, og ES-komisserin,
Mariu Damanaki. Og frá
umboðum fyri uppisjóvar
vinnuna í ES.
Mangt skal ein hoyra
av hjálandahugsan og og
harrafólksmentaliteti: ES og
Danmark skulu læra onnur
lond at fiska burðardygt (!).
Neyvan
nakrastaðni
í
heiminum finnast dømi um
ein meira oyðileggjandi og
stovnsoyðandi
fiskivinnu
politikk, enn júst felags fiski
vinnupolitikkurin hjá ES.
Nú bíði eg bara eftir,
at Myanmar fer at krevja
boykott av øðrum londum,
so tey kunnu læra at hava
fólkaræði og halda manna
rættindi. Ella at Grikkaland
fer at krevja boykott av
londum, sum hava ov stóra
uttanlandsskuld. Og tíðindini
fara at berast óviðgjørd í før
oysku pressuni.
Og hvussu man tað nú
vera í Danmark, Noregi, ES og
Skotlandi? Munnu føroyskir
politikarar og umboð fyri
føroysku
makrelvinnuna
hava
fría
mikrofon
og
óskerda atgongd at føra síni
sjónarmið fram í teirra fjøl
miðlum?
Hyklið og gyklið í makrelmálinum er ovboðið. Tað kann ikki
bera til, at føroyska pressan støðugt ber ein sjónleik fram, har
danskir og føroyskir fólkatingslimir, norskir ráðharrar og ES-
politikarar ókritiskt sleppa at spæla síni egnu leikrit
YVIRLÝSING
Søkið breiða semju á
kommunalpolitiska økinum
Tjóðveldið hevur á innan
hýsis
politiskum
fundi
sett
kommunalpolitikk
á
breddan. Allir partar í flokk
inum, aðalstjórn, tingmann
ing, økisfeløg og kommunal
politikarar floksins, vóru
umboðaðir
á
fundinum.
Umframt
mong
viðkom
andi kommunal mál, bæði
fyri land og kommunur, var
komandi fólkaatkvøðan við
gjørd.
Tjóðveldið slær fast, at
flokkurin vil tryggja fólka
ræði í Føroyum, og at tað er
fólkaræðisligur rættur at
fara á val.
Tjóðveldi staðfestir, at
komandi
fólkaatkvøðan
als ikki hevur fingið nakra
politiska viðgerð, og tískil
er endamálið við fólkaat
kvøðuni ikki greitt, hvørki
fyri okkara fólkavaldu ella
landsins borgarar.
Førdi
politikkurin
hjá
samgonguni, bæði pensjóns
politikkur
og
skattapoli
tikkur, hevur broytt til
verugrundarlagið
hjá
kommununum. Og tey álit,
sum fyriliggja um kommunu
viðurskifti, hava ikki ført til
nakra politiska niðurstøðu,
og tí metir flokkurin, at
spurningurin um ein komandi
kommunubygnað
ikki
er
búgvin til støðutakan.
Borgarin hevur rætt til
at vita, hvørjar ætlanir og
hvørjar avleiðingar komm
unusamanlegging hevur við
sær.
Tjóðveldi mælir tí til, at
ávirkan og avleiðingar greitt
vera lýstar, óansæð hvør
politisk kós verður stungin
út í kortið fyri kommunurnar
í Føroyum.
Tjóðveldi mælir endaliga
til, at samgongan søkir breiða
semju á komunalpolitiska
økinum, í staðin fyri sum nú
at fara fram eftir fummum
til óhepnar avleiðingar fyri
borgarar, land og kommun
ur.
Tjóðveldi