Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Varðveitið arbeiðsloysisstuðulin Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Feløgini á privata ar­beiðs­ mark­naðinum heita á løg­ tingið um at senda uppskotið um Arbeiðsloysisskipan aft­ ur í stýrið fyri Arbeiðs­loysis­ skipanina við boðum um, at arbeiðið er ikki nóg gott, og at stýrið má koma við einum betri uppskoti. Arbeiðarafeløginieru ímóti at arbeiðsloysisstuðulin lækkar, hetta hava umboð í stýrinum fyri Als eisini fleiri ferðir fingið at vita á fundum áðrenn broytingarnar vóru samtyktar beint fyri jól. ALS jaligar broytingar Tá ið Arbeiðsloysisstuðulin varð broyttur í 2009, var hetta stórsta frambrotið hjá arbeiðsleysum farna ára­ tíggju. At tað nú fer nógv úr skipanini er tí at arbeiðs­loysi er stórt, men Arbeiðs­loysis­ skipanin má ikki ræðast at brúka pening. Ansast má sera væl eftir, at landið ikki missur tey arbeiðsleysu. Høgi prísurin fyri fólkaflyting kenna vit frá 1990’unum. Hetta mugu vit ikki endurtaka í dag, tí vit hava aðrar møgu­ leikar og betri amboð og ein arbeiðsloysiskassa, sum hevur nakrar hundrað milli­ ónir krónur. Vánaligar broytingar Eins fegin feløgini vóru til broytingarnar í 2009 eins vónbrotin eru feløgini til broytingarnar, sum lagd­ar eru í løgtingið nú. Inn­tøku­ grundarlagið hjá arbeiðs­leys­ um verður nú aftur somikið vánaligt, at sera ivasamt er, um tey fara at klára seg. At peningur fossar úr Arbeiðsloysisskipanini er tí at vit hava stórt arbeiðsloysi. Vit mugu vit ikki ræðast at brúka peningin sum er í Arbeiðsloysisskipanini. Gerst støðan hættislig, so hevur stýrið og Føroya Løg­ ting aðrar møguleikar at ar­beiða við enn at lækka prosent­vísa stuðulin. Daga­ talið arbeiðsleys kunna vera í skipanini má heldur ikki lækkað, nú lang­tíðar­arbeiðs­ loysi er veruleiki. Endamálið við skipanini, og at spara nógv upp í góð­ um tíðum er júst tí at rindast skal út í verri tíðum. Ar­ beiðsloysisskipanin er við til at gera føroyska arbeiðs­ marknaðin smidligan, og tað vilja vit heldur ikki missa. Tískil er okkara tilmæli, at uppskotið verður tikið aftur og sent niðan aftur í stýri í Als, sum verður biðið um at viðgerða hetta av nýggjum, tí tað tey hava lagt framm kann ikki góðtakast. Talan er um eitt nógv størri mál enn at fáa kredit og debit at ganga upp í Ar­ beiðsloysisskipanini. Málið snýr seg um livikorini hjá hundraðtals familjum, sum tíverri eru rakt av arbeiðs­ loysi. Kjak Leygardagin verður eitt til­tak í Klaksvík, har fólk kunnu stuðla arbeiðinum, sum Absalon Matras (á myndini) ger í Rumenia. Á skránni er tom­bola, søla av lutaseðlum og annað. Høvið verður eisini hjá fólki at lata tómar fløskur til tiltakið. Tiltakið byrjar klokkan 10. Stuðla arbeiðinum í Rumenia