Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Hann venur seks ferðir um vik­ una í siðvanda og viðurkenda fel­ ag­num CIK, sum eitt nú hevur fostrað boksistjørnuna Mikkel Kessler. Hann venur beinhart bæði boks­ing, styrkisvenjing og renning í stremb­anini eftir at gerast millum fremstu boksararnar í ríkinum, og tað gongur væl. Um páskirnar gjørd­ist 16 ára gamli Tór Norddahl, sum er hálvur havnarmaður, dan­ marks­meistari í lættvekt í U19- aldurs­bólkinum. Í fótasporum Kesslers Tað skerst ikki burtur, at Tór Norddahl, sum býr á Christianshavn í Keypmannahavn, er eitt risa stórt talent innan boksing. Hann gongur á Kongenshus Efterskole, har hann hevur boksins sum linju, og hevur hann annars seinnu árini innrættað lív sítt eftir dreyminum um at gerast elituboksari. – Eg havi boksað í fimm ár. At byrja við helt eg tað kundi verið stuttligt at roynt, tí eg hevði hoyrt nógv gott um felagið á Christianshavn. Við tíðini er tað bliv­ið meiri seriøst, og nú venji eg seks ferðir um vikuna og inn ímill­ um tvær ferðir um dagin, sigur Tór. CIK, sum er styttingin fyri Christianshavn Idrætsklub, hevur ser­ligar siðvenjur innan júst boks­ ing. Ein, ið er uppfostraður har, er heims­kendi Mikkel Kessler, og Tór hittir hann javnan í sentrinum. Hálvur havnarmaður Tór Norddahl hevur búð í Danmark alt sítt lív, men tvær ella tríggjar ferðir um árið ferðast hann til Før­ oya, her hann vitjar ommu sína í Havn. Mamma Tór er Anna Maja Mortensen. Boksing er ein rættiliga harð­ur ítróttur, ið kann hava ávirk­ an á heilsuna, tá ið ein gerst eldri. Tað er eisini nakað, sum mamman hugsar um. – Sjálvandi vildi eg heldur, at hann spældi badminton. Men nú hevur hann valt boksing, hann trívist væl og tað er gott fyri hann, so ein má royna at stuðla tað ein kann, hóast tað ikki júst er ítrótt­ urin, ein hevði ynskt sær, sigur Anna Maja, sum tó er rólig. – Tá ið ein fær innlit í boksing, varnast ein, at tað ikki er so ringt, sum ein trýr, sigur hon. Danmarksmeistari Tað, at Tór er eitt stórt talent innan boksing, varð staðfest um páskirnar. Tá luttók hann nevniliga í DM í lættvekt í U19-aldursbólkinum. Kapp­ingarnar eru deildar upp í U15, U17 og U19, men av tí at Tór seinni í ár verður 17 ár, slapp hann ikki at lut­taka í U17. Men tað bilti kanska einki, tí hann gjørdi ikki matari enn at vinna gull og varð krýndur bestur í Dan­mark í U19-aldursbólkinum. – Tað vóru fimm við í mínum vekt­klassa. Lutakastið fall soleiðis, at eg skuldi vinna ein dyst fyri at koma í finaluna. Vit boksa trý um­ før á tríggjar minuttir hvørt, og eg vann 28-19 ímóti einum 18 ára goml­um, sigur Tór um vegin til final­una. – Í finaluni møtti eg einum goml­um kenningi. Eg møtti honum eis­ini í kappingini um at gerast jyskur meistari, og tá vann eg hann 27-14. Ein kann siga, at tað í DM- finaluni var lagt upp til revanche, og í grundini bleiv tað ein vánaligur dystur. Eg var aftanfyri 2-3 eftir fyrsta umfar, men í øðrum umfari boksaði eg meg upp á 6-6 áðrenn eg í triðja umfari vann 6-5 og tískil dystin 12-11, sigur Tór um finaluna, sum tryggjaði honum danska meist­ara­heitið. Vil á landsliðið Tað, sum sermerkir Tór sum boksara, er, at hann hevur góðan teknikk, er kvikur og hevur langar armar. Við longu ørmunum kann hann gagn­ nýta stóru veingjabreiddina til at halda sín mótstøðumann í góðari frástøðu, soleiðis at hann er stinnur til at verja seg sjálvan. Tór hevur sett sær tvey stór mál, sum hann kýtir seg hvønn dag fyri at røkka. – Málsetningurin er at koma á danska landsliðið. Eitt annað mál hjá mær er at koma við til norður­ landameistarakappingina næsta ár, sigur Tór Norddahl. Harður ítróttur Tór venur sum nevt seks ferðir um vikuna, og umfatar tað bæði boks­ing, styrkisvenjing og renning. Hann rennur serliga nógv intervall- renn­ing og spurtir. Hann sigur, at boksing krevur styrki, men sann­ iliga eisini konditión, eins og vit síggja tað í venjingarætlan hans­ ara. Hann kann bara taka undir við, at boksing er ein harður ítróttur, og at hann kann vera í ørviti aftaná ein dyst. – Ein lærir at stýra tí. Tað fellur náttúrligt eftir at hava boksað í nøkur ár, soleiðis at ein ikki verður í ørviti. Ein lærir at halda høvdið kalt, taka ímóti nøkrum sløgum og fara víðari, sigur Tór. Eftir er bara at vóna, at 16 ára gamli Tór Norddahl fer at halda høvdið kalt, taka ímóti nøkrum sløgum og fara víðari á leiðini, tí innan boksing hevur hann serligar gávur. albinus@sosialurin.fo 16 ára gamli Tór Norddahl: Føroyingur ímillum bestu boksararnar Boksing Hálvi havnarmaðurin, 16 ára gamli Tór Norddahl, hevur serligar gávur innan boksing og venur seks ferðir um vikuna í strembanini eftir at røkka sínum dreymum. Um páskirnar gjørdist hann danmarksmeistari í sínum aldursbólki