hósdagur 3. mai 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Fyrsta settið í stríðnum um høvuðs
staðin verður í Gundadali fríggja
kvøldið. Tvey stig eru millum HB,
ið er á øðrum plássi, og B36 sum
er á triðja plássi. Gongdin seinastu
vikurnar boðar frá, at HB er á aldu
kambinum, meðan meistararnir í
B36 hava rættuliga ilt við at finna
stevið, sum í fjør bar so glæsilig úrs
lit við sær.
Tað er rár hending, at B36 burt
ur úr trimum heimadystum á rað
bara vinnur eitt stig. Soleiðis hevur
tað verið seinastu vikurnar. Teir í
árstalsfelagnum hava havt bóltin
nógv, men málmøguleikarnir hava
verið fáir, úrtøkan hevur verið
ógvuliga lítil, og nú eru fleiri spæl
arar skaddir.
– Vit hava fokus á framrættaða
partinum og arbeiða við at verða
betri til at spæla okkum ígjøgnum
í síðunum og at fáa meiri burtur úr
innleggunum. Vit mugu ásanna, at
lyklaspælarar ikki hava havt tað
yvirskotið í ár, sum var at síggja í
fjør, og tað hevur sæst aftur, stað
festir Atli Danielsen, sum seinastu
ferðirnar hevur verið í miðverjuni.
Høgni Eysturoy er vøddaskadd
ur, og hann verður ikki við næstu
fýra vikurnar. Meinhardt Joensen
fór út ímóti B68, og hann er rættu
liga ivasamur. Boð eru send eftir
Magnusi Poulsen, sum ikki hevur
vant nakað serligt higartil í ár. Tað
er rættliga sannlíkt, at hann verður
málverji ímóti HB.
HB kundi bæði havt vunnið og
tapt í Streymnesi, har tað endaði
2-2. Ein av lyklaspælarunum sein
astu ferðirnar, tá ið HB hevur vent
hóttandi tapum til sigur í Runavík
og Klaksvík hevur verið Andrew av
Fløtum. Í hesi vikuni hevur hann
ikki vant orsaka av sjúku, men hann
vónar at vera við fríggjadagin:
– Vøddaskaði hevur plágað, og
tað er orsøkin til, at eg ikki altíð
havi verið á liðnum frá byrjan. Vit
kenna okkum hava funnið rætta
lagið, og vit gleða okkum nógv at
spæla ímóti B36. Allir spælararnir
eru tøkir, og tað er kapping um
plássini. Liðið er væl skipað, ungu
menninir standa seg væl, og saman
spælið er væl betri, enn tað var í
fjør. Tí er einki at siga til, at vit gleða
okkum. Í fjør taptu vit allar tríggj
ar ferðirnar ímóti B36. Tað ætla vit
okkum at broyta, sigur Andrew av
Fløtum.
Fríggjadagin klokkan 18.00
Dómari: Eiler Rasmussen.
EFFo-Deildin 7. umfar upptakt
B36 stríðist fyri at
sleppa úr tómgongdini
Fyri fuglfirðingar kendist 1-0 tapið
í Trongisvági sum stórt vónbrot.
Eisini tí ÍF spældi seg til góðar mál
møguleikar. Ta ferðina vóru Karl
Løkin og Thomas Asmussen sjúkir.
Teir eru báðir tøkir aftur, og so er
spurningurin, hvussu Flemming
Christensen fer at seta liðið, nú
Høgni Madsen rættuliga tykist vera
komin í venjing.
Hjá EB/Streymi kemur tað væl
við, at Arnbjørn Hansen er tøkur
aftur. Tað munaði væl ímóti HB,
at hann lítla løtu eftir steðgin
varð settur á vøllin. Tað kemur illa
við, at miðvallararnir Pætur Dam
Jakobsen og Pauli G. Hansen fram
vegis eru skaddir.
Støðutalvan sigur, at góður
møguleiki er fyri, at møguligur
vinnari í Fuglafirði kann lyfta seg
upp á bronsuplássið.
Leygardagin klokkan 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
Bronsuplássið er í eygsjón
Fótbóltur Fyri aðru ferð í ár fer EB/Streymur at vitja ÍF.
Fyrru ferðina gekk væl, tí tá vann EB/Streymur steypadystin
4-2. Ta ferðina var ÍF sera lítið sannførandi í verjuspælinum
Fótbóltur Pílarnir peika hvønn
sín vegin í B36 og í HB, har teir siga
seg hava funnið spæligleðina, sum
aftur ber økt sjálvsálit við sær
Føroyameistararnir høvdu væl og virðiliga takið á HB í fjør, men í ár tykist grannauppgerðin meiri
spennandi, nú teir hvítu ikki eru komnir orduliga í gongd enn, og HB hinvegin er væl koyrandi
Mynd: Álvur Haraldsen