hósdagur 3. mai 2012síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Um tað í teimum seks umførunum,
sum higartil eru avgreidd bara
hevði havt verið spælt í 70 minuttir
hvørja ferðina, so hevði NSÍ verið
millum tey fremstu á talvuni. NSÍ
er á niðurflytingarplássi, og orsøkin
er, at tað fleiri ferðir hevur kiksað
fram ímóti dystarenda.
– Eg dugi ikki at siga, hvat tað
er, sum er galið, men hetta mugu
vit arbeiða við í vikuni, segði Kári
Reynheim venjari í samrøðu við 3-2
eftir 3-2 tapið í Klaksvík.
Í teimum fyrstu fimm umfør
unum helt NSÍ venjarin fast við
somu fyrstu ellivu. Í Klaksvík
vóru fleiri broytingar. Pál Mohr
Joensen og Óli Arge vóru millum
teir fyrstu ellivu, og Jens Joensen
var í álopinum.
Avbjóðingin hesa ferð er stór hjá
NSÍ, sum fær vitjan av suverena
toppliðnum. Víkingur hevur bara
mist stig á útivølli ímóti HB, tá ið
tað endaði 1-1. Sunnudagin var
tað striltið á heimavølli ímóti FC
Suðuroy, men eftir steðgin glapp
tað, og so endaði tað við 4-0 sigri.
Tað er merkisvert, at gongdin
er so góð hjá Víkingi, tí fleiri lykla
spælarar eru skaddir: Hans Jørgen
Djurhuus, Erling Jacobsen, Lasse
Qvist og ikki minst Kaj Leo í
Bartalsstovu sita skaddir uttanfyri.
Jógvan Martin Olsen hevur sett
nýggjar og óroyndar menn í teirra
stað, og teir hava tikið av:
– Vit hava ikki aðrar møguleikar.
Fyri liðið er tað best, at vit ikki gera
stórar broytingar, men seta frískan
mann inn í plássið, ið stendur tómt
eftir skadda mannin. Ímóti FC
Suðuroy var Dánjal Pauli Lervig
miðverji fyri Erling Jacoben, og tað
kann væl vera, at Erling aftur hesa
ferð verður uttanfyri.
Hóast tað á støðutalvuni eru tólv
stig á muni millum NSÍ og Víking,
so sigur Víkinga venjarin seg hava
stóra virðing fyri NSÍ:
– Eg havi sæð teir spæla fleiri
ferðir. Avrikini hava verið góð, men
fram ímóti dystarenda hava teir
fleiri ferðir verið óhepnir. Tí eiga
vit á ongan hátt at undirmeta NSÍ.
Um vit skulu vinna stig og dystir,
so skulu vit ongan undirmeta,
sigur Jógvan Martin Olsen, sum
vísir á, hvussu leingi tað gekk at fáa
bilbukt við FC Suðuroy.
Fríggjadagin klokkan 16.00
Dómari: Lars Múller.
EFFo-Deildin 7. umfar upptakt
Serliga á Svangaskarði hevur gongd
in seinastu vikurnar verið framúr.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar
hevur úrtøkan verið full, og sigurin
í Gundadali ímóti meistarunum í
B36 var serliga søtur.
– Tað riggar væl nú, og tað er
hugaligt, at teir, sum hava verið
skaddir, eru komnir fyri seg, so
tað nú er kapping um plássini,
staðfestir liðformaðurin Jann Ingi
Petersen. Brøðurnir Jónleif og
Dánjal Pauli Højgaard vórðu skiftir
inn ímóti B36, og nú venur Keita
saman við hinum. Remi Langgaard
var leikbannaður ímóti B36. Nú er
hann tøkur aftur.
Um tað eydnast B68 at vinna
fulla úrtøku ímóti KÍ, so verð
ur ikki so langt fram til heiðurs
merkjaplássini.
3-2 sigurin á NSÍ var tann fyrsti
í ár hjá KÍ. Klaksvíkingar renna
framvegis undan botninum. Ivan
Joensen og Ísak Simonsen hava ver
ið sannir brandar, síðani teir fingu
møguleikan, og aðrir ungir spælarar
hava víst, at tað er dugur í teimum,
tá ið teir hava fingið møguleikan.
Tveir
av
ungu
monnunum
– Johan Jacobsen og Gunnar
Christiansen – eru saman við vete
raninum Heðini á Lakjuni skaða
plágaðir. Kristoffur Jakobsen er
eisini sera ivasamur.
Leygardagin klokkan 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus.
– Tað positiva er, at vit hava
spælt okkum til møguleikar,
eisini á útivølli ímóti topp
liðnum. Men vit fáa ikki mál,
hóast John Tordar Poulsen
og David Asare í fjør skoraðu
yvir fjøruti mál og framvegis
eru á liðnum saman við Jón
Krosslá Poulsen, ið er komin
suður aftur. Tað er einki annað
at gera enn at dríva á. Um tað
ikki eydnast, so vita vit hvør
endin verður. Um tað eydnast,
so kunnu tingini broytast rætt
uliga skjótt.
Hjá FC Suðuroy er Kári í
Lágabø ivasamur. Allir hinir
eru tøkir.
TB venjarin Milan Kuljic
fegnast um góðu gongdina
seinastu vikurnar, tá ið TB
hevur megnað 0-0 í Klaksvík
og 1-0 á nýggja heimavøllinum
ímóti ÍF.
– Grannauppgerðir eru altíð
nakað serligt, og tað verður
torført hjá okkum á Vágseiði,
men vit fara eftir øllum. Vit
hyggja niður eftir, og tað ræður
um at fáa luft til botnin.
Aron Sørensen hevur sitið
skaddur uttanfyri tvær tær
seinastu
ferðirnar,
og
Óli
Johannesen var skaddur ímóti
ÍF. Tað er ivasamt, um teir verða
førir fyri at spæla í Vági leygar
dagin.
Álopsspælarin
Igor
Grkajac er komin fyri seg aftur.
Hann spældi 22 minuttir ímóti
ÍF, og tað kann væl hugsast, at
hann hesa ferð verður millum
teir fyrstu ellivu.
Leygardagin klokkan 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo.
Sær gott út á Toftum
Fótbóltur B68 fær leygardagin vitjan av KÍ.
Felags fyri bæði liðini er, at tey eftir trilvandi
byrjan tykjast hava fingið um rætta endan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 Víkingur
6
5
1
0
13
3
+10
16
2 HB
6
3
3
0
13
6
+7
12
3 B36
6
3
1
2
10
6
+4
10
4 ÍF
6
3
1
2
8
5
+3
10
5 EB/Streymur
6
2
3
1
10
7
+3
9
6 B68
6
3
0
3
6
11
-5
9
7 KÍ
6
1
3
2
5
8
-3
6
8 TB
6
1
2
3
3
9
-6
5
9 NSÍ
6
1
1
4
9
12
-3
4
10 FC Suðuroy
6
0
1
5
0
10
-10
1
Effodeildin
Leita eftir
málinum
Fótbóltur 540 minuttir og einki mál
skorað. Tað er soltna úrtøkan hjá FC
Suðuroy. Poul F. Joensen, venjarin hjá
felagsliðnum, ásannar trupulleikan
Víkingarnir stóra
virðing fyri Runavík
Fótbóltur Teir gulu og svørtu rannsaka seg sjálvar
fyri at finna út av, hvør orsøkin er til, at tað fleiri
ferðir hevur kiksað fram ímóti dystarenda
Savnsmynd
Eftir kærkomnan sigur í fyrsta dystinum á nýggja
leikvøllinum, fer TB til Vágs við góðum sjálvsáliti
Mynd: Áki Bertholdsen