Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Í gjár høvdu varð líkið hjá Alexander Dale Oen kannað, men enn eru læknarnir ikki komnir fram til nakað úrslit, sum kann siga, hví hann mánadagin brádliga doyði. Hesum boðaði James Jackson umboðandi løgregluna í Flaggstaff, Arizona, frá á tíðindafundi í gjár. Royndu í ein tíma Tað var kl. 19.50 lokala tíð mána­ kvøldið, at liðfelagar hjá Alexander Dale Oen gjørdust varugir við, at hann hevði nýtt ógvuliga langa tíð á vesinum undan einum fundi, teir á liðnum skuldu hava. Teir róptu eftir honum á vesinum, men tá ið teir einki svar fingu, brutu teir inn og funnu hann lívleysan. Teir royndu at fáa lív í hann og eftir 6-7 minuttum var sjúkrabilur á staðnum. Læknar royndu alt teir vóru mentir at bjarga lívi hansara, men eftir ein tíma uttan úrslit máttu teir staðfesta, at Alexander Dale Oen var deyður. albinus@sosialurin.fo Deyðsorsøkin framvegis ókend Svimjing Eftir líkkanning er framvegis ikki fingin greiða á, hví 26 ára gamli norski heimsmeistarin, Alexander Dale Oen, mánadagin brádliga doyði Pætur Albinus Guðmundur Joensen, sum hevur kastað alla orkuna í venj­ing seinastu longu tíðina, og sum í løtuni fyrireikar seg til Lossaboa Ironman, framdi eitt satt bragd á súkkluni mána­ kvøldið. Hann sló nevniliga eitt 11 ára gamalt met hjá Johann Brend á 13 km langa teininum, sum føroyskir súkklarar javnan testa sína styrki á. Gamla metið hjá Johann Brend var 18 minuttir og 22 sekund, meðan Guðmundur Joensen nú mánakvøldið súkkl­aði teinin við tíðini 17 min­uttir og 58 sekund. Heda er ein betring av met­ inum upp á heili 24 sekund og gav góða tíðin eina miðalferð á teininum beint undir 43 km/t. albinus@sosialurin.fo Guðmundur setti nýtt met Súkkling Mánakvøldið setti Guðmundur Joensen nýtt met á 13 km langa teininum, sum Jóhann Brend annars setti fyri heili 11 árum síðani Snorri Brend – Hetta er eitt nógv størri tal, enn vit høvdu væntað, sigur ein av fyrireikarunum, Guttorm Sørensen. Tað er felagið Treysti í Klaks­vík sum skipar fyri. Fyrra­partin mikudagin vóru 132 fólk tilmeldað og freistin var úti hetta sama kvøldið. Tí er ikki óhugsandi, at tey verða enn fleiri, sum fara at leggja til brots seinnapartin leygar­ dagin. Higartil eru tað bert før­ oy­ingar, sum hava meldað seg til at renna hesar góðu 21 kilo­metrarnar kring vánna í Klaksvík. snorri@sosialurin.fo Hálvt Marathon í Klaksvík leygardagin Frælsur ítróttur Sera stórur áhugi er fyri rennikappingini sum verður í Klaksvík leygardagin, tá fyrsta Hálv Marathon her er á skránni Savnsmynd