Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 46 - 6. mars 2004 Nr. 46 - 6. mars 2004 3 Alt gott um fótbólts- landsliðið, men ímynda tær, at tað ongan vøll hevði at spæla á. Tað er støðan hjá tónleikinum í Før- oyum.Vit hava eina rúgvu av góðum tón- leikarum og bólkum, men vit hava ongan pall at spæla á, sigur Rógvi á Rógvu, ið er ein av stigtakarnum til nýggja tónleikafelagið í Havn. Stovnandi aðalfundurin verður í Skansastovu leygar- dagin kl. 15 Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Vit hava leingi roynt at bøtt um umstøðurnar hjá tón- leikarum í Føroyum, men eg má tíverri ásanna, at hig- artil hava vit bara møtt óvilja frá Tórshavnar býráð. Har tykist at vera øgiliga lítil virðing fyri tónleiki, sammett við londini rund- anum okkum, har tónleikur verður mettur sum ein týdningarmikil partur av tjóðarmentanini. Her í Før- oyum eru vit uppi ímóti einum hugburði, sum sigur, at ein tónleikari skal vera lítillátin og ógvuliga takk- samur, hvørja ferð hann sleppur at spæla alment. Sum er dúva vit uppá beinasom feløg, sum lata okkum brúka sítt høli, tá tað ber til. Tey í Grímu hava til dømis verið serliga fyri- komandi, tá vit hava spurt um gamla Meiaríið Brotið lyfti Politikarnir duga ikki at síggja trupulleikan, tá vit nú hava tvey fín mentanar- hús umframt eina røð av klubbum, ið eisini verða nýttir sum spælistøð. Gam- aní, Norðurlandahúsið er stórfingið og Mentanarhús- ið í Fuglafirði er frálíkt. Men bæði skulu hýsa øllum møguligum ymsum ment- anartiltøkum, har ein rock- konsert bert verður skorað inn ímillum, tá og um tað hóskar inn í skránna ann- ars. Og tá fólk fara á verts- hús ella café, er tað fyrst og fremst fyri at práta ella hugna sær við eini øl. Ikki fyri at sita og lurta eftir tónleiki. Vit halda, at bæði tón- leikarnir og býðurin sum heild hava uppiborið eitt stað, har tónleikurin kemur í fremstu røð og ikki bara hongur uppi í onkrum øðr- um. Men tað heldur býráð- ið ikki. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at byggja nakað konserthús, og ongin peningur er settur av til nakað líknandi. Borgar- stjórin hevði annars lovað okkum gamla reinsaríið sum spælistað burturav, men ongin annar í býráðn- um tykist at vita nakað um ætlanina, so tí vónini hava vit slept. Tónleikamiðdepil Vit eru púra greið yvir, at hetta snýr seg um pengar. Men ein møguligur stuðul til ætlanina er also ikki ein rein útreiðsla, tí hann fellir meir enn einaferð aftur til kommununa sum skattur frá teimum, sum koma at starvast í húsinum. Slík hús lokka eisini altíð ferðafólk til sín, umframt at konsert- irnar uttan iva fara at stimbra søluna av før- oyskum fløgum. Vit ímynda okkum eitt konserthús, sum verður eitt slag av tónleikaligum mið- depli. Bæði tá tað snýr seg um at kunna um tónleikatil- tøk yvirhøvur, men ikki minst fyri at skapa eitt mennandi og livandi tón- leikaumhvørvi, har tónleik- arar kunnu hittast og søkja sær íblástur og knýta sam- bond. Hetta letur jú eisini upp fyri heilt nýggjum møgu- leikum at bjóða útlendsk- um bólkum og tónleikarum til Føroyar og soleiðis eisini fyri føroyingar at koma í samband við tónleikaum- hvørvi aðrastaðni. Men fyrst og fremst skal hetta vera eitt stað, har pláss er fyri øllum tónleika- sløgum. Man kundi til dømis havt eitt kvøld fyri ungdómsbólkar, eitt fyri Nýtt tónleikafelag: Ein pall til tónleikin Framhald á síðu 3 Rógvi á Rógvu vil nú hava eitt spælistað, sum bara skal brúkast til tónleik Jan Christiansen: Saknar ítøkiligt uppskot Sjálvandi eru vit áhugaði í, at mentan- arlívið í høvuðsstaðn- um verður so fjøl- broytt, sum gjørligt. Og tankin um eitt konserthús er søtur musikkur í okkara oyrum. Men eg havi enn ikki sæð nakað ítøkiligt uppskot og veit tí í grundini ikki, hvat tað er, eg skal taka støðu til, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn. Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Tað er ikki rætt, at tónleik- urin í Havn er fullkomiliga sleptur uppá fjall. Vit hava jú bæði Norðurlandahúsið, Sjónleikarahúsið umframt eina rúgvu av smærri spæli- støðum. At hesi ikki verða rikin sum spælistøð burtur- av kemst av, at tey onk- usvegna skulu bera seg fíggjarliga. Vit hava eisini ætlanir um at gera gamla reinsaríið til eitt spælistað, umframt at ein partur av gamla posthúsinum eisini fyribils skal nýtast til eitthvørt líknandi. Gomul hús og fyribils møguleikar. Hetta ljóðar mest sum lappaloysnir. Hevur býráðið ongar ítøki- ligar ætlanir um, at lata tón- leikin fáa sítt egna kon- serthús, har hann ikki skal kappast við onnur um at fáa innivist? Nei, í løtuni hava vit ong- ar slíkar ætlanir. Og eg haldi heldur ikki, at tað skal vera býráðið, sum tekur eitt slíkt stig. Tað eiga tónleik- arnir sjálvir at gera. Teir vita, hvør tørvurin er, og hvørjar møguleikar eitt slíkt hús skal hava. Um teir vísa ein vilja til at standa á odda fyri verkætlanini, vilja vit sjálvandi stuðla teimum, eins og vit stuðla øðrum mentanar- og frítíð- arvirksemi í býnum, sigur Jan Christiansen. Hørð kapping Tað kann hugsast, at um- støðurnar hjá tónleikinum kundi verið betri, men tað kundu tær verið á so nógv- um øðrum økjum eisini. Tað verður togað í býráðið allastaðni frá, og onku- staðni mugu raðfestingar- nar byrja. Higartil eru tónleikarnir bara komnir við krøvum um, at vit skulu byggja teimum eitt hús. Teir eru komnir hvør í sínum lagi og ikki sum eitt savnað og virkið áhugafelag, sum veruliga er sinnað at vísa vegin við uppskotum og langtíðar fíggjarætlanum. Tað gera onnur feløg, og tá kappingin um pengarnar er hørð, verða tað tey mest ítøkiligu uppskotini, býráð- ið fyrst hyggur uppá. Spurningurin er eisini, hvør eigur at hava ábyrgd- ina av rakstrinum av einum slíkum konserthúsi. Er tað kommunan, landið ella kanska musikkskúlaskipan- in? Eg veit ikki og sum sagt, havi eg onki ítøkiligt uppskot sæð enn. Hvør er tørvurin? Ein av stigtakarnum til nýggja tónleikafelagið sig- ur seg hava varhuga av, at ætlanin við gamla reinsar- ínum er slept. Hvussu ítøk- ilig er tann ætlanin í veru- leikanum? Mær vitandi er ætlanin ikki slept. Vit hava longu tekningar, ið leggja upp fyri, at húsið skal kunna brúkast sum mat- og dansi- stað, har tónleikurin sjálv- andi er ein nátúrligur partur. Men, also ikki eitt spæli- stað burturav? Nei, ikki sum er. Vit hava ikki endaliga avgjørt enn, hvussu virksemi í húsinum skal skipast Eg kundi eisini fyrst hugsað mær at vita, hvussu høgt ambitiónsstøði er. Snýr tað seg um, at nakrir tónleikarar skulu sleppa at sita og jamma saman onkur kvøld, er neyvan neyðugt við einum stórum konsert- húsi. Hinvegin eiga vit at ansa eftir, at vit ikki seta okkum so høg mál, at tey ikki lata seg gera, sigur Jan Christiansen, sum sigur seg fegnast um, at eitt tónleika- felag er á veg, sum vónandi fer at koma við eini ná- greiniligari meting av veru- liga tørvinum. jazz, klassiskan tónleik, sang o.s.fr. Og verður tað pláss fyri tí, skulu aðrar listagreinar eisini sleppa framat, sigur Rógvi. Útlendskt blástempul Næsta stig á skránni hjá nýggja tónleikafelagnum er at fáa fleiri venjingarhøli til vega. Venjingarhølini á ovastu hædd á Margarinufabrikk- ini eru fín, og bólkarnir, sum húsast har, eru ovur- fegnir um tey. Tað er bara ikki nokk, tí alt ov nógvir bólkar reika framvegis hús- villir runt og sleppa ikki at vísa, hvat teir duga. Tað er okkurt øvut í, at føroyskir tónleikarar helst skulu hava eitt útlendskt blástempul, áðrenn politik- arnir vilja lata dyrnar upp fyri teimum í Føroyum. Vit vilja lata dyrnar upp fyri øllum. Síðani kunnu føroy- ingar sjálvir sleppa at góðskumeta teir her í Før- oyum - í einum rættiligum konserthúsi, sigur Rógvi á Rógvu. Framhald frá síðu 2 Jam Christiansen sigur, at í løtuni hevur Býráðið ongar ætlanir um at gera eitt konserthús til tónleikarar C M Y K 3 2 1 vi ka í Da nl an d- íb ú ð 1 vi ka á S ka ll er u p K li t 1 v ik a í D an Ce nt er s u m m a r h ú s i 2 vaksin og 2 børn við bili 2 vaksin og 2 børn við bili 2 vaksin og 2 børn við bili Danland Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Uppihald í Dan land-íbúð í 1 viku fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr 7.950 1,- Skallerup Klit Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/ bað. Uppihald í 1 viku á Skallerup Klit Feriecenter fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr 9.400 1,- DANLAND er vorðið eitt hitt best um tókta ferða málið hjá føroyingum. Dan land frí tíð- ardeplarnir hava væl innrætt aðar íbúð ir við køki og nógv frí tíð artilboð eru fyri bæði vaksin og børn. SKALLERUP KLIT FERIECENTER er stór ur nútímans frítíðardepil av høgari góðsku, ið er við strond ina millum Blokhus og Hirtshals. Har er subtropiskt baði land, bónda garður, ítrivshallir og alskyns uttandura hent leikar. Summarhús Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr 7.780 1,- 1 vi k a á Pe rs H ot el 1 v i k a í Di sn ey la nd i í P ar ís Pers Hotel Íroknað kostnaðin: Sigling Tórshavn-Bergen og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost, fyri 2 vaksin og 2 børn. úr 6.890 2,- Disneyland Íroknað er: Ferð fram og aftur í 4-koyggju- kamari, inn an, við wc/bað. Hartil uppihald 5 nætur á Hotel Santa Fe í Disneylandi á dupultkamari við 2 upp reiðingum og uppi- hald 1 nátt á hotelli á út- og heim ferðini. úr 18.500 3,- 2 vaksin og 2 børn við bili Ferðin yvir øllum ferðum Ferðin yvir øllum ferðum 1 v i k a á H o t el li í Ís la nd i Ísland Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju- kamari, innan, við wc/bað. Uppihald í dup ult- kamari við wc/bað á Foss-hotelli í 7 nætur. úr úr 4.108 4.108 3 ,- ,- Fyri hvønn ferðandi S u m m a r h ú s í H e t l a n d i Hetland Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju- kamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr úr 6.980 6.980 2 2 ,- ,- Í risa stuttleikaparkini 40 km úr París møtir tú kendu tekni søgu fi gurunum »live«. 2 vaksin og 2 børn við bili J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 1) Fráferð: 7/5, 14/5, 21/5, 28/5, 4/6, 11/6, 13/8, 20/8, 27/8 og 3/9. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum. 2) Fráferð: 3/5, 10/5, 17/5, 24/5, 31/5, 7/6, 9/8, 16/8, 23/8 og 30/8. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum. 3) Nevnda prísdømi er galdandi fyri lágárstíð. Aðrir prísir eru galdandi um ferðast verður uttanfyri lágárstíð.