leygardagur 6. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 46 - 6. mars 2004
Nr. 46 - 6. mars 2004
5
SMS inn á Skálafjørðin
Seinastu tíðina hava
søgur gingið um, at
SMS í Havn hevur í
umbúna at byggja
eina nýggja sølumið-
støð á Lambareiði.
Hvørki stjórin í SMS,
Hans Mortensen ella
býráðsformaðurin í
Runavíkar kommunu,
Rodmundur Nielsen,
avsanna hesar ætl-
anin
HANDIL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mangt bendir á, at SMS í
Havn nú vendir kikaranum
móti Skálafjørðinum.
Seinastu
tíðina
hava
søgur gingið um, at sølu-
miðstøðin í høvuðsstaðnum
ætlar at byggja eitt nýtt
SMS eystanfyri vegin nið-
an á Hústoft í Lamba, sum
Runavíkar kommuna nú vil
hava lagt út til handilsøki.
Hvørgin av stjórunum í
SMS, Hans Mortensen og
Niels Mortensen, vilja vátta
hesi tíðindi, men teir vilja
heldur ikki avsanna tey.
– Vit hava eisini hoyrt
søgurnar, men hava onga
viðmerking til málið, er
svarið.
Spurdur, um hann vil
avsana tíðindini, leggur
Hans dent á, at hann fram-
vegis onga viðmerking
hevur.
Niels sigur hinvegin, at
hann vil ikki avsanna hesi
tíðindi.
Handilsøki
Sosialurin vendi sær til
Rodmund Nielsen, býráðs-
formann
í
Runavíkar
kommunu og spurdi hann
beinleiðis, um SMS hevur
søkt um øki til eitt SMS í
kommununi.
– Eg vil ikki ordiliga
vátta ella avsanna tíðindini,
men eg kann siga, at vit
hava fleiri fyrispurningar,
og samrøður og samráð-
ingar eru um ymiskt við
atliti til handilslívið í
kommununi, sum Rod-
mundur tekur til.
Runavíkar býráð hevur
annars einmælt samtykt at
leggja økið, sum er eystan-
fyri vegin niðan á Hústoft í
Lamba, til handilsøki.
– Neyðugt er í hesum
sambandi at broyta býar-
ætlanina, tí hetta øki, sum í
dag er hagi, er sum í flestu
øðrum kommunum eitt
landbúnaðarøki.
12000 fermetrar
Býráðsformaðurin sigur, at
ætlanin er framløgd, men
helst fer tað at taka eitt
hálvt ár ella so, áðrenn tey
formellu viðurskiftini eru
komin uppá pláss.
Økið, sum talan er um, er
í fyrstu syfti einar 12.000
fermetrar stórt.
Rodmundur Nielsen vátt-
ar, at ymiskt er í stoypi-
skeiðini og samráðingar eru
við ymiskar partar innan
handilsvinnuna um nýtslu
av økinum.
– Men tað fyrsta, vit
mugu gera, er at fáa neyð-
ugu formalitetirnar uppá
pláss, sigur hann.
Mangt bendir á, at SMS nú setir kikaran á Skálafjørðin
– Vit duga ikki at
siga, um sølan sum
heild er minkað, men
hon er í øllum førum
stagnerað, og fólk
ansa betur eftir, hvat
tey keypa, sigur Hans
Mortensen, stjóri í
SMS
SØLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Samstundis, sum arbeiðs-
loysistølini veksa, merkir
handilslívið eisini, at sølan
er stagnerað. Enn er nakað
tíðliga at siga, um sølan
sum heild er minkað, tí
eingi hagtøl eru, sum siga,
at so er.
Hans Mortensen, stjóri í
SMS, sigur, at soleiðis,
sum hann hevur skilt á
handlunum í sølumið-
støðini, eru fólk farin at
ansa betur eftir, hvat tey
keypa.
– Eg tori ikki at siga, at
sølan er minkað nakað av
týdningi, men tað er í øll-
um førum greitt, at hon er
stagnerað.
Stjórin sigur, at tey, sum
í fyrsta lagi merkja stagna-
tiónina, eru handlar, sum
selja tær dýraru brúksvør-
urnar.
– Tað vísir seg, at mat-
vørurnar er tað seinasta,
fólk spara uppá, tá ið
keypiorkan minkar – ella
fólk gerast meira varin.
Hinvegin kunnu vit síggja,
at fólk eru meira umhugs-
in og keypa øðrvísi í dag,
sigur Hans Mortensen.
Hann vil tó ikki tosa um
nakra kreppu, tí enn er ov
tíðliga at siga, hvussu
samfelagsgongdin
og
harvið keypiorkan verður.
– Eg trúgvi, at handlar-
nir í SMS sum heild hava
havt eina minni sølu í
januar og februar í ár í
mun til somu tíð í fjør,
men í løtuni kenni eg eingi
hagtøl, sum siga, at so er.
Tískil dugi eg heldur ikki
at siga, um talan yvir eitt
longri tíðarskeið er um
eina afturgongd ella bert
um eina stagnatión, sigur
Hans Mortensen.
Tilsamans 28 handlar
eru í sølumiðstøðini í høv-
uðsstaðnum.
Sølan í SMS
er stagnerað
Í grannalondum okk-
ara verður skipanin
við serundirvísing
skuldsett fyri at gera
børn til "outsidarar"
og mælt verður til
aðra skipan, har børn
ikki fara úr skúlatím-
unum og har m.a.
sálarfrøðingar spæla
annan leiklut. Og
eisini í Føroyum eru
røddir, sum taka und-
ir við hesum hugsan-
um og sum meta nú-
verandi skipan vera
ótíðarhóskandi og
ikki til frama fyri
børn og skúla.
SERUNDIRVÍSING
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í Danmark er tað serundir-
vísingin og børn við ser-
ligum tørvi, sum eru á
breddanum og bløðini eru á
tremur um evnið. Serliga
ein kanning hjá Niels Ege-
lund professara, hevur vakt
ans. Hann mælir til, at færri
diagnosur verða settar,
heldur skal arbeiðsorkan
nýtast øðrvísi og næmingar
skulu ikki takast út úr
flokshølunum, tí hetta setur
næmingar uttanfyri í floks-
høpi og teirra sjálvsvirði
lækkar.
Greinar
í
Berlingske
Tidende 15. og 16. februar
taka evnið upp. Niðurstøð-
an er, at serundirvísingin í
skúlunum tekur sjálvsvirð-
ið frá næmigunum og fær
næmingarnar at kenna seg
øðrvísi og uttanfyri felags-
skapin í skúlanum. Hetta
verður bygt á kanningina
hjá Niels Egelund.
Mett verður, at í Dan-
mark er talan um eina
"diagnostiseringsmentan",
sum m.a. sæst á, at í Dan-
mark eru 10 ferðri so
nógvir sálarfrøðingar, sum í
Svøríki,
har
kanningin
vísir, at næmingarnir har
ikki í sama mun sum í Dan-
mark kenna til nevndu fyri-
brigdi.
Í Svøríki tekur skúlaleið-
arin avgerðina um ser-
undirvísing
saman
við
foreldrum, men í Danmark
skal fyrst ein sálarlig
kanning til, og hetta metir
Egelund førir til, at barnið
kann kenna seg stemplað
sum øðrvísi.
Øll skipanin skal takst
við í Danmark og tað tekur
langa tíð, mánaðir. Mett
verður, at um lesivegleið-
arin og sálarfrøðingurin
ístaðin komu í flokkarnar
og
hjálptu
lærarunum,
høvdu næmingarnir ikki
fingið kensluna av at kenna
seg býttar og teir høvdu
møguliga ikki lagt til merk-
is, at teir fingu serundirvís-
ing, verður sagt í greinun-
um.
Eisini kemur fram, at tað
í stóran mun eru foreldur,
ið krevja serundirvísing og
sálafrøðiliga hjálp, men
mælt verður frá at síggja
hetta sum einastu loysn, tí
tað eru aðrir møguleikar.
Støðan í Føroyum
Í Føroyum hava dømi verið
frammi um, at skipanin á
økinum sum heild ikki
virkar nóg væl. Sendingin
t.d. um Marthu í Svf fekk
lív í kjakið kring landið.
Eins og í Danmark, so
eru eisini í Føroyum eru
røddir, sum tala fyri broyt-
ingum í skipanini. Vit hava
hitt Magnus Hansen, sum í
hálvttriðja ár var skúlastjóri
á Sernámsdeplinum. Hann
er lærari og sálarfrøðingur
og er í dag farin aftur í
gamla starv sítt sum lærari í
Vágs Skúla.
Ulf Nordlund er tónleika-
lærari í Suðuroynnii og er
annars eisini útbúgvin ser-
lærari. Ulf hevur fleiri ára
royndir við sínum undir-
vísingarhættum, sum hava
givið góð úrslit og hugsan-
in við tónleikaundirvísing-
ini er sambært Ulf eisini, at
hetta styrkir í øðrum fakum
og eisini næmingar, sum
her uppliva felagskap.
– Orsøkin til støðuna er,
at diagnosa skal fáast,
áðrenn nakrir pengar eru at
fáa. Støðan er kanska ikki
líka ring í Føroyum, sum í
Danmark, men tendensurin
er hin sami; eingin diag-
nosa, eingir pengar, sigur
Margnus Hansen.
– Kanska hevði tað verið
eitt hugskot at gjørt sum
sagt verður í greinunum - at
latið skúlaleiðslurnar eisini
umsita játtanina til serligan
tørv og uttan at leggja
nakran undir nakað, so er
helst ein góð mynd at nýta
her, at næmingar sum nú er
verða tiknir til gísla, tá ið
pengar skulu verða játtaðir
og hetta er ikki nøktandi,
sigur Magnus Hansen.
– Skipanin sum heild er
stirvin og krevur óivað
broytingar, sigur Magnus
Hansen um sínar royndir
sum skúlastjóri á Ser-
námsdeplinum.
– Okkurt av hesum, sum
er frammi í føroyska kjak-
inum nú, var uppi fyri
tveimum árum síðani, men
tað er bara einki hent enn.
Tað vísir seg, at tað skal ein
sending í sjónvarpi til,
áðrenn gongd kemur á,
sigur Magnus Hansen.
– Sálarfrøðingarnir eru
ovbyrjaðir av arbeiði, sum
fyri tað mesta er at diag-
nostisera, kanska hevði
teirra vitan og royndir kom-
ið meira til sín rætt, um teir
høvdu virkað sum konsu-
lentar
í
flokshølunum.
Hetta hevði óivað verið ein
betri loysn bæði fyri skúlan
og fyri teirra egna arbeiði,
siga Magnus Hansen og Ulf
Nordlund.
Tónleikur stimbrar
- At fáa næmingar við ser-
ligum tørvi til tónleika-
undirvísing er stimbrandi
fyri hini fakini eisini, vísa
royndir. Og so gera tey
nakað í flokki, og tað hevur
týdning. Júst hetta við at
gera nakað saman hevur
týdning og í mínanri verð
hava einkult tímar við
næmingum ongantíð givið
ta stóru meiningina og betri
úrslit fáast við at hava fe-
lagstímar, sigur Ulf Nord-
lund, sum leggur dent á, at
hann her sipar til, at munur
ikki verður gjørdur á ný-
byrjarum
og
royndum
næmingum, tí sjálvsagt er
hann ikki beinleiðis ímóti
einkulttímum í tónleika-
undirvísingini. Eisini ger
Ulf vart við, at hansara
íkast til kjakið er frá einum
sjónarhorni, sum hevur við
tónleikin at gera.
– Tað er einki at taka seg
aftur í, at tað hjálpir, tá tón-
leikur er inni í myndini, og
tí er tað eina roynd vert a
knýta
Fólkaskúlan
og
Musikkskúlan tættari sam-
an, metir Ulf Nordlund.
Magnus Hansen og Ulf
Nordlund eru samdir um, at
tað at taka børn út úr tímun-
um lækkar sjálvsvirði hjá
børnunum og er ein vána
loysn.
– Vit eiga ikki at taka
børnini úr tímunum og
stempla tey sum "serbørn".
Betri er at hava tey í fe-
lagskapinum, har tey ikki
kenna seg sum nakað ser-
stakt, men hinvegin eru við
í nøkrum sum eydnast sam-
an við øllum hinum, sigur
Ulf Nordlund.
– Áhugavert hevði verið
við evnisdegi um evnið.
Hesin
kundi
møguliga
verið í Suðuroynni. Fyri-
lestrahaldarar úr Føroyum
kundu lagt fyri og møgu-
liga kundu børn spælt tón-
leik. Kjak kundi verið og
tað góða er, at vit hava ser-
frøðingar í landinum og
okkum nýtist ikki at leita
aðrastaðni eftir fólki at
koma hendaveg at hava
fyrilestur, sigur Ulf Nord-
lund, sum arbeiðir víðari
við hugsanini um slíkan
evnisdag.
Eivør
goes
opera
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Soleiðis siga yvir-
skriftirnar í Íslandi í
hesum døgum og rætt
er, at Eivør Pálsdóttir
nú roynir seg innan
operasang. Fram er
eisini komið, at íslend-
arar meta Eivør vera
tekkiligt sprund
30 ár eru síðani
Sangskúlin í Reykja-
vík byrjaði og hetta
verður
hátíðarhildið
við tveimum konsert-
um um vikuskiftið.
Eivør hevur havt til-
knýti til skúlan síðani
2002.
Fimm
av
størstu
nøvnunum innan opera
og Eivør fara á pall.
Og eitt kór, ið telur
200 sangarar. Talan er
um operuna "Carmina
Burana"
eftir
Carl
Orff.
At Eivør luttekur eru
høvuðstíðindi frá kon-
sertunum og DV skriv-
aði at Eivør goes
opera.
Konsertirnar
eru
fríggjakvøld kl 19:30
og leygardag seinna-
part klokkan 15;30.
Fyri fáum døgum
síðani
skipaði
ís-
lendska Rás 2 fyri lurt-
arakanning
fyri
at
finna
útav,
hvcør
tekkiligasta sprund Ís-
lands. Fleiri túsund at-
kvøddu og Eivør bleiv
nummar 10 á listanum,
tó fleiri gjørdu vart
við, at Eivør er úr Før-
oyum og tí ikki ís-
lendsk kvinna.
Serfrøðingar:
Serundirvísingin
má umskipast
Fakta
Nýggj kannig í Danmark hjá Niels Egelund,
professara, sigur, at serundirvísing ger næmingar til
útskot - "outsidarar", ið verða settir uttanfyri flokkin
og teirra sjálvsvirði lækkar. Mælt verður frá at taka
næmingar út úr flokkunum til serundirvísing.
Næmingar, ið fáa serundirvísing, verða sagdir at
kenna einsemi, kenna seg sum útskot - outsidarar,
teir hoyra ikki heima og tíma ikki í skúla.
Mælt verður til serlærarar í flokkinum, sum stuðla
læraran, og sálarfrøðingar skulu út í flokkarnar at
hjálpa lærarunum. Næmingarnir sleppa soleiðis
undan at fáa diagnosu, sum kann vera ein skakandi
uppliving.
Støðan í Føroyum er ikki betri ella verri enn í
Danmark, siga tveir serfrøðingar við Sosialin, men
føroyska skipanin verður søgd at vera stirvin og
tørva broytingar. Ætlanin er at skipa fyri evnisdegi
hesum viðvíkjandi.
Magnus Hansen er lærari og sálarfrøðingur og røkti
í hálvttriðja ár starvið sum skúlastjóri á Sernáms-
deplinum.
Ulf Nordlund er tónleikalærari og eisini útbúgvin
serlærari. Hann hevur góðar royndir við sínum
frálæruhættum innan tónleikin.
Magnus Hansen , lærari og sálarfrøðingur, røkti í hálvttriðja ár skúlastjórastrvið á
Sernámsdeplinum. Ulf Nordlund er tónleikalærari og útbúgvin serlærari. Hann hevur drúgvar
og góðar royndir við við sínum frálæruhættum innan tónleik. Báðir eru teir samdir við
sjónarmiðunum, sum Niels Egelund, professari, leggur fram, um at serundirvísing kann fáa
næmingar at kenna seg øðrvísi og teirra sjálvsvirði lækkar
Mynd; D. Olsen
Serundirvísing hevur av álvara verið á breddanum í
Danmark. Eisini í Føroyum eru tað tey sum meta, at
broytingar eru neyðugar
C
M
Y
K
5
4