leygardagur 6. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 46 - 6. mars 2004
Nr. 46 - 6. mars 2004
7
Trý tiltøk hjá
Norrønafelagn-
um í Leirvík
Leirvík: Norrøna Felagið
í Leirvík fer hetta hálv-
árið at skipa fyri trimum
ymiskum tiltøkum.
Í mars mánaði verður
fyrilestur í skúlanum. Í
mai verður farið yvir á
Blankaskála og í juni
verður farið ein gongutúr
niðan á Vatnhamar. Í sam-
bandi við henda túr fara
staðkøn fólk at greiða frá.
Eisini er røða og felags-
sangur á skránni. Nærri
verður greitt frá hesum
seinni.
Øll eru vælkomin til
fyrilesturin týskvøldið 9.
mars kl. 20.00 í skúlan-
um, har Steffan Stumann
Hansen, landsfornfrøð-
ingur, fer at greiða frá:
»Toftanesi og Føroya
elstu søgu.«
Hann fer at greiða frá
útgrevstrinum á Toftanesi
í 1980-árunum og tí al-
tjóða týdningi, hann hev-
ur havt. Somuleiðis um-
røður hann byggisiðin í
víkingaøld í Føroyum og
ber hann saman eitt nú vð
Hetland.
Umframt hetta verða
nýfunnu
krossarnir
á
Toftanesi sýndir fram og
umrøtt verður, hvønn
týdning, teir hava fyri
spurningin, um nær krist-
indómurin
kom
til
Føroya.
Rástevna um
føroyska málið
Tórshavn:
Føroyska
málnevndin og Móður-
málslærarafelag Føroya
skipa fyri málráðstevnu
19. mars í Norðurlanda-
húsinum, har ætlanin er at
viðgera støðuna hjá før-
oyska málinum í samfel-
agnum. Eitt endamál við
stevnuni er at fáa kjak í
lag, um vit eiga at fara
undir at orða ein almenn-
an føroyskan málpolitikk.
Stevnan er almenn, og tað
er ikki neyðugt at tekna
seg frammanundan.
Tríggir røðarar verða:
Niels Davidsen-Nielsen,
professari við Handilshá-
skúlan í Keypmannahavn,
sum eisini er formaður í
Dansk Sprognævn, Björn
Melander,
lektari
við
Institutionen för nordiska
språk á Uppsala Univer-
sitet, og Jógvan í Lon Jac-
obsen, adjunktur á Før-
oyamálsdeildini á Fróð-
skaparsetrinum og for-
maður í føroysku mál-
nevndini.
Eisini verða tvey smá
pallborð, har tvey fólk við
ymiskum sjónarmiðum
fara at skifta orð um eitt
ávíst evni. Við fyrra pall-
borðið sita Karin Jóhanna
Knudsen
og
Jóannes
Skaale, og við seinna sita
Jóhan Hendrik W. Poulsen
og Malla Dam. Bjørt
Samuelsen verður orð-
stýrari. Eisini verður tón-
leikur á skránni. At enda
er ætlanin at hava kjak,
har fundarfólkið eisini
kann siga sína hugsan.
»Sleeping
around« í SMS
Tórshavn: Í dag kl 13
verða brot úr leikinum
»Sleeping around« spæld
á Torginum í SMS.
Leikurin hevur longu
nú – góða viku undan
frumframførsluna, fingið
nógva umrøðu í fjølmiðl-
unum, orsakað av sínum
ógvusliga og til tíðir
grova málburði. Tað er
Bárður Persson, sjónleik-
ari, sum leikstjórnar teim-
um 6 ungfólkunum. Hann
sigur, at brotini, sum
verða spæld á Torginum
ikki eru millum tey ógv-
usligu.
– Vit framførdu somu
brot síðsta leygardag, og
eg haldi – og havi hoyrt –
at fólk tóku sera væl ímóti
leikinum, sigur Báður
Persson.
Hann viðgongur sam-
stundis, at leikurin kann
tykjast ógvusligur, hvat
viðvíkur málburði og
leikgongd. Men tað er ein
góður leikur, sum ung-
fólkini longu nú, væl
áðrenn frumframførsluna,
hava tikið til sín, og uttan
iva fara at framføra væl.
Fyrisitingin skal
til Hovs
Suðuroy:
Granskingar-
depilin fyri Økismenning
hevur spurt suðuroyingar,
hvar kommunala fyrisit-
ingin skal verða, um
kommunurnar í Suður-
oynni verða lagdar saman.
40 prosent av teimum,
sum vórðu spurd, vildu
hava fyrisitingina at liggja
í Hovi. Tá ið tunnilin
millum Øravík og Hov
verður liðugur, verður tað
lutfalsliga stutt og lætt hjá
øllum suðuroyingum at
koma til Hovs, og tað
hevur helst ávirkað svar-
ini.
13 prosent hildu, at
kommunuskrivstovan
skuldi verða í Vági, og
somuleiðis 13 prosent
vildu hava hana á Tvør-
oyri.
Stórur munur var á,
hvar fólkið í teimum
ymsu kommunum vildu
hava kommunufyrisiting-
ina at liggja. Minsta und-
irtøkan fyri Hovi var at
finna í Vági.
Um hálvan mars eru
tríggjar konsertir á
skránni hjá Suð
KONSERT
– Tann fyrsta verður í Gøtu
Kirkju mánakvøldið 15.
mars kl. 19:30. Tann næsta
í Kommunuskúlanum í
Tórshavn mikukvøldið 17.
mars kl. 20:00, og tann
seinasta verður í Ósáskúl-
anum í Klaksvík hós-
kvøldið 18. mars kl. 19:00.
Í des. 2001 byrjaðu nakrar
kvinnur at syngja saman til
einstøk høvi í Klaksvík.
Men í sept. 2002 byrjaðu
tær so at venja regluliga
undir leiðslu av Steinvør
Fonn, og tær hava sungið
síðani. Í dag eru 16 sang-
fuglar í Suð. Fleiri av teim-
um hava drúgvar royndir
innan sang og kanska ser-
liga kórsang. - Navnið kem-
ur av orðinum "veingjasuð".
Skráin hjá Suð er rætti-
liga fjølbroytt. Tær syngja
bæði kendar sálmar, og
sangir, klassisk stykki og
sangir úr sangleikinum
"The Sound of Music". T.d.
fara tær at syngja 4 satsir úr
"Gloria" hjá Vivaldi, har
ein satsur er ein duett, sum
Gunvá við Keldu og Stein-
vør Fonn fara at syngja, ein
úr "Elias" hjá Mendels-
sohn, ein úr "Requiem’in-
um" hjá Mozart, "Gott ist
mein Hirt" hjá Schubert og
annað. Tær fara eisini at
royna seg við at syngja
meir nútímans tónleik. Á
klassiska økinum fara tær
at syngja kendu og vøkru
bønina hjá Fransi av Assisi,
sum danin Niels La Cour
(f. 1944-) hevur útsett til
kvinnukór. Síðani fara tær
eisini at royna seg við tí
kenda swing sanginum
"Don’t Get Around Much
Anymore"
hjá
Duke
Ellington og Bob Russell.
Og at enda syngja tær nøk-
ur løg úr kenda sangleikin-
um "The Sound of Music"
hjá Rodgers og Hammer-
stein. Jóhannes Andreasen
hevur klaverfylgispælið til
nøkur av stykkjunum og til
"The Sound of Music",
meðan restin er "a capella",
tað er, at tær syngja uttan
nakað ljóðføri.
Tær hava sungið til fleiri
konsertir, nakrar matiné’ir,
og nógv onnur tiltøk. Kon-
sertirnar vera umleið ein
tíma hvør.
Kvinnukórsangur úr Klaksvík
Frí at taka frí tá tað hóvar
Tað kemur dátt við
hjá fleiri foreldrum,
at Barnagarðurin á
Mýrunum í Runavík
letur aftur í summar-
frítíðini; tey høvdu
roknað við stovnurin
hevði opið eins og
tvey undanfarnu árini
BARNAANSING
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Herfyri fingu foreldur at
børnum, sum ganga í
barnagarðinum á Mýrunum
í Runavík skriv um, at
stovnurin vegna sparingar
letur aftur í summar.
Seinastu tvey árini hevur
barnagarðurin, sum tann
einasti, nevniliga havt opið
í summarfrítíðini. Men tá
kallaðist stovnurin Kongs-
havnar Barnagarður og var
sjálvsognarstovnur.
Nú er stovnurin komm-
unalur og má fylgja tilboð-
unum hjá kommununi fyri
barnaansing.
At barnagarðarnir lata
aftur í summarfrítíðini hev-
ur við sær, at fólk ikki
sjálvi kunnu gera av, nær
tey fara í feriu. Hetta kemur
sjálvsagt ikki væl við hjá
øllum.
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri sigur, at býráð-
ið kannar nú, um nakað
kann gerast, soleiðis, at
stovnarnir sleppa undan at
lata aftur.
Hann sigur, at kommun-
an hevur skyldu til at veita
øllum borgararum somu
tænastu, tí ber ikki ber til,
at bara ein stovnur hevur
opið um summarið.
– Um hesin stovnurin
skal hava opið, eins og
seinastu tvey árini, má
sama tilboð veitast til hinar
stovnarnar hjá kommununi,
sigur hann.
Borgarstjórin vísir á, at
ein víðkað tænasta telur
onkustaðni, og tað kemur at
kosta kommununi meira
pening at lata allar tríggjar
stovnarnar hava opið alt
árið.
– Men vit hava fingið
nógvar reaktiónir frá fólki,
og hyggja nú positivt uppá,
um og hvussu hetta kann
loysast, sigur hann.
Fríða Lómstein, leiðari á
barnagarðinum á Mýrun-
um, sigur, at tey royna
leggja summarsteðgin eina
tíð, sum passar flestu for-
eldrunum. Hon skilir væl
trupulleikan hjá foreldrun-
um, men sigur, at fyri
stovnin er tað ein lætti at
lata aftur í summarfrítíðini.
– Námsfrøðiliga er tað
eisini best at steingja, tí
skulu vit hava opið í summ-
arfrítíðini, er neyðugt at
leggja stovur saman og taka
nýgg fólk inn. Tað er ikki
gott fyri tey børn, sum illa
tola broytingar, sigur hon.
Í Runavíkar kommunu
eru 3 ansingartilboð við
plássi
fyri
útvið
190
børnum.
At barnagarðarnir lata aftur í summarfrítíðini hevur við sær, at fólk ikki sjálvi kunnu gera av, nær tey fara í feriu. Hetta kemur
ikki væl við hjá øllum, serstakliga ikki hjá teimum, sum fyrr hava havt tey framíhjárættindini at barnansingin hevði opið alt árið
Mynd: Jens K. Vang
Fáa góð úrslit
undir
vánaligum
umstøðum
Í morgin fyllir Tvør-
oyrar Svimjifelag 40
ár og tað verður há-
tíðarhildið við
almennari veitslu
seinni í mánaðinum
RUNDUR
FØÐINGARDAGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroy:
Í morgin er
rundur føðingardagur í
Suðuroy. Tað er Tvøroyrar
Svimjifelag, sum fyllir 40
ár 7. mars.
Sostatt eru tað nú 40 ár
síðani, at nøkur hugagóð
fólk á Tvøroyri savnaðist at
stovna Tvøroyrar Svimji-
felag.
Fyrsti formaðurin í fel-
agnum var Birgit Hestoy og
serliga fyri hana man hetta
hava verið ein heppin løta,
tí júst sonur hennara, Jón,
gjørdust seinni stinnasti
svimjari, felagið hevur
fostrað og hann vann ein
hóp av meistaraskapum,
bæði føroysk og donsk
meistaraskap, umframt at
hann setti átta donsk met.
Yvirhøvur má sigast, at tað
hevur eydnast Tvøroyrar
Svimjifelag at ala upp góð-
ar svimjarar og í løtuni
hevur felagið ikki færri enn
10 svimjarar á landsliðum.
Átta av teimum yngstu
landsliðsevnunum
hjá
felagnum fara seinni í mán-
aðinum til Danmarkar við
landsliðnum at vera við í
Køge Open kappingini.
Men tað verður eisini
gjørt nógv fyri at fáa góð
úrslit, tí felagið ger eitt
stórt ungdómsarbeiði, siga
tey bæði Palli Eysturberg,
formaður og Anita Farstad,
skrivari í felagnum.
Og at gera gott ungdóms-
arbeiði, setir heilt serlig
krøv til tey á Tvøroyri, tí
ikki hava tey góðar umstøð-
ur at venja undir.
Einasti hylurin, sum tey
hava, er tann í skúlanum og
hann er bæði ein tann
minsti og ein tann elsti í
landinum.
At hann er so gamal, er
eisini farin at merkjast á
honum, tí hann er stongdur
í heilum, tí hann krevur
ábøtur.
Sostatt eru umstøðurnar
at venja langt frá tær bestu,
men kortini verður drivið á
so nógv, sum gjørligt at
kalla hvønn einasta dag.
Somuleiðis
dylja
tey
heldur ikki fyri, at ein
nýggjur hylur stendur ovast
á ynskilistanum, men tað er
eitt ódnartak.
Tað eru næstan bara børn
og ung av Tvøroyri og nøk-
ur úr Hvalba sum svmija í
felagnum, men tey siga, at
børn og ung úr øðrum
bygdum eru eisini hjarta-
liga vælkomin í felagið.
Og so leggja tey afturat,
at tað er onki aldursmark
fyri at koma at svimja og
teir yngstu svimjararnir eru
ikki meiri enn tvey ár.
50 svimjarar
Í løtuni eru einir 50 virknir
svimjarar í felagnum, um-
framt teir limir, sum ikki
svimja so nógv.
Venjarar hava tey eisini at
taka sær av teimum. Reg-
itze Johannesen er høvuðs-
venjari, men hon fær nógva
hjálp frá Ruth Millum
Garðarnar, umframt frá
Katrinu og Karin Kristinu
Eysturberg og øðrum.
– Men tað skal eisini
leggjast afturat, at umframt
hesi, eru tað nógv onnur,
sum rætta eina hjálpandi
hond, tá ið á stendur, ikki
minst foreldrini og tað er
ongin sum sigur nei, tá ið
tey vera biðin til nakað. Í so
máta er Tvøroyrar Svimji-
felag eitt gott ov livandi
felag, siga Palli Eysturberg
og Anita Farstad.
Men uttan stuðul, ber
onki til. Og tey bæði siga,
at hóast hylurin er vána-
ligur, halda tey, at tey fáa
góðan stuðul og stórt beina-
semi frá Tvøroyrar Komm-
unu.
Men eisini frá Suðuroyar
Sparikassa, frá trolaranum
Steintór í Hvalba og frá
Oddmari Thomsen, sum
hevur Statoil, hava tey
fingið dyggan stuðul.
Føðingardagurin verður
hildin við almennari veitslu
í høllini í Trongisvági leyg-
arkvøldið 20. mars. Veitsl-
an kostar 200 krónur og
atgongumerki eru at fáa í
Statoil og í Tangabúðini.
Hinvegin verður aðal-
fundur felagsins í TB-hús-
inum
mánakvøldið
15.
mars klokkan 20.
Í nevndini í Tvøroyrar
Svimjifelag
eru
Palli
Eysturberg, formaður, Poul
Poulsen,
næstformaður,
Solfríð Vang, kassameist-
ari, Anita Farstad, skrivari
og Emilia Olsen, nevndar-
limur. Tiltakslimir eru Rúni
Tummasarson og Sonja
Hansen.
Síðsta summar vóru tey í Tvøroyrar Svimjifelag eina stórfingja ferð í Hetlandi, har ikki færri enn 113 fólk vóru við
C
M
Y
K
7
6