leygardagur 6. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 46 - 6. mars 2004
Nr. 46 - 6. mars 2004
9
Samgongan er í ferð
við at seta ein bólk at
kanna, hvussu gongd
aftur kann fáast á
vinnulívið í Suður-
oynni
VINNUFRAMI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroy: Nú skal gongd
fáast á vinnulívið í Suður-
oynni aftur.
Tað ætlar samgongan.
Serliga í syðru helvt í
Suðuroy er bara gingið
afturá seinastu tíðina og eitt
virki fyri og annað eftir er
steðgað og á øðrum virkj-
um er nógv minni arbeiði,
enn tað hevur verið.
Og í løtuni er støðan í
syðru bygdunum í Suðuroy
ikki mætari enn hon var
fyri 10-12 árum síðani, tá
ið kreppan leikaði uppá tað
harðasta.
Fleiri ferðir hevur verið
sóknast eftir eini miðvísari,
politiskari
ætlan
fyri,
hvussu vinnulívið í hesum
partinum
av
landinum
kundi fáast á føtur aftur, á
sama hátt sum Sandoyar-
ætlanin lyfti Sandoynna
upp úr aldudalinum og upp
á eitt hægri støði.
Og nú hevur hendan sam-
gongan raðfest málið so
mikið ovaliga, at ein ser-
stakur bólkur skal nú setast
at kanna eftir, hvussu
vinnulívið í Suðuroynni
skal fáast á føtur aftur.
Suðuroyarbólkur skal
stinga út í kortið
Johan Dahl, løgtingsmaður
fyri sambandsflokkin, upp-
lýsir fyri Sosialinum, at
ætlanin er at seta ein bólk
við tinglimum úr teimum
trimum
samgonguflokk-
unum. Limirnir hjá sam-
bandsflokkinum og javn-
aðarflokkinum í bólkinum
verða úr Suðuroynni, men
limurin hjá fólkaflokkinum
verður onkra aðrastaðni frá,
tí hann hevur ongan tinglim
úr Suðuroynni.
Hesin bólkurin skal so
hava tætt samband við
vinnulív og onnur serkøn í
Suðuroynni.
– Saman við restini av
samgonguni og vinnulívin-
um í Suðuroynni skal hesin
bólkur so stinga út í kortið,
hvussu oyggin kann fáast á
føtur aftur og fáa greiði á,
hvat skal til, fyri at fáa
gongd á vinnulívið aftur.
Johan Dahl sigur, at
nevndin skal arbeiða skjótt,
tí tað krevjast skjótar loysn-
ir.
Hann heldur, at verða
ikki tiltøk sett í verk, kunnu
vit gloyma alt um økis-
menning.
Hann heldur, at politiskt
hevur tað verið alt ov lítil
áhugi fyri støðuni í útjaðar-
anum í Føroyum.
–Tað vísir seg sum um at
tað hevur verið ov lítil
áhugi fyri at loysa trupul-
leikarnar hjá útjaðaranum
og nú mugu politikararnir
gera upp við seg sjálvar,
um vit skulu hava ein út-
jaðara í Føroyum ella ikki.
Hann vísir á, at tað er
dýrari at reka vinnu í út-
jaðaranum og tí er búseting
og trivnaður í útjaðaranum
ikki nakað, sum kemur av
sær sjálvum.
– Eitt nú er tað dýrari at
fáa vørur til og frá virkjum
í útjaðaranum enn til og frá
virkjum í miðstaðarøkinum
og tað er eisini dýrari at
seta vinnu á stovn í útjað-
aranum, tí peningastovnarir
taka hægri rentu fyri at
fíggja virkisbygningar í
útjaðaranum, tí virðini eru
minni og sostatt eisindi
vandi fyri tapi, størri.
Og Johan Dahl er sann-
førdur um, at skal vinnan í
útjaðaranum fáast á føtur
aftur,
skulu
politiskar
loysnir til.
– Er ikki vilji til at taka
tey politisku stigini, sum
eru neyðug, kann tað gera
tað sama.
Russarafiskur ein
møguleiki
Í hesum sambandi nevnir
Johan Dahl, at ein møgu-
leiki kundi verið gjørt eina
skipan, so at tað bar til at
arbeitt russarafisk í Vági.
Í Sosialinum herfyri helt
Meinhard Jacobsen, stjóri í
Fiskavirking, at ein gongd
leið fyri at fingið støðugt
arbeiði í Vági, var at keypt
frystan fisk úr Russlandi at
virka á virkinum í Vági.
– Tað gevur nógv og
støðugt
arbeiði,
segði
Meinhard Jacobsen.
Men hann legði eisini
dent á, at skal tað bera til,
er tað ein fortreyt, at skip-
anin við tollendurgjaldi
verður sett í verk aftur.
Fyri nøkrum árum síðani
fingu virki 1,10 krónur í
tollendurgjaldi fyri kilo av
ráfiski, sum varð keypt úr
Russlandi. Tað var ein skip-
an, sum skapti heilt nógv
arbeiði, segði stjórin í
Fiskavirking, men við ong-
um tollendurgjaldi, verður
tað ov dýrt.
Johan Dahl sigur, at tað
stuttu tíð, hann sat sum
fiskimálaráðharri,
hevði
hann ein stuttan óformligan
fund við stjóran í Fiska-
virking, og har var hesin
møguleikin við russara-
fiski nevndur.
– Eg haldi, at í fyrsta um-
fari í hvussu so er, er
russarafiskurin loysnin fyri
Vág, tí hann skapar støðugt
arbeiði og tað er støðugt
arbeiði, sum fólk mest av
øllum hava brúk fyri.
Eitt gott hugskot
Tollendurgjaldið er eitt
endurgjald fyri tað, sum
virki gjalda meiri í tolli fyri
at selja triðjalands fisk í
ES.
Og tað tykist sum um at
júst russarafiskurin kann
verða álitið hjá suðuroying-
um framyvir, tí tað tykist
sum um at tað eisini eru
onnur í samgonguni, sum
halda, at tað kann vera ein
gongd leið at seta skipanina
við tollendurgjaldi í gildi
aftur.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, sigur, at tankin er
avgjørt áhugaverdur.
– Tað skapar nógv ar-
beiði og verður úrslitið, at
landskassin fær nógv størri
inntøkur av hesum enn
hann letur í tollendurgjaldi,
er tað avgjørt áhugavert.
Hann heldur eisini, at
støðan í syðru helvt í Suð-
uroy er so vánalig, at tað
verður neyðugt at seta
óvanlig tiltøk í verk.
– Kemur tað so langt,
ivist eg ikki í, at landsstýrið
fer at viðgera tað við
áhuga, sigur løgmaður.
Somuleiðis heldur Bárð-
ur Nielsen, landsstýris-
maður í fíggjarmálum, at
hetta avgjørt er ein góð
ætlan, sum hann eisini er
sinnaður at arbeiða víðari
við.
Nú skal Suðuroy
fáast á føtur aftur
Franz Fischler, ES
landbúnaðar og
fiskivinnu
kommisserur, vil
hava Noreg og
Ísland sum limir í
ES - og meinar at
fiskivinnu politikk-
ur ikki nýtist at
vera nøkur størri
forðing
FISKIVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Í sambandi við at tíggju
eystur- og miðeuropeisk
lond í mai gerast nýggir
limir í ES, dylir land-
búnaðar og fiskivinnu
kommisserurin í Brüss-
el, Franz Fischler, ikki
fyri sínum vónum um at
ES eisini veksur vestur-
eftir, umframt at eisini
fáa tað miðeurpeiska
Sveits við í limaskaran.
»Eg haldi tað hevði
verið flott við einari
víðkan, ikki bert eystur-
eftir, men eisini vestur-
eftir,« segði Fischler við
norska IntraFish.
»Vit hava longu tradi-
tión fyri samstarvi við
Ísland og Noreg hvat
viðvíkur umsiting av
felags fiskastovnum,«
legði ES kommisserurin
afturat.
Meðan hann viðgekk
at fiskivinnan í Noreg
og Íslandi aftrar seg við
at taka fiskivinnu poli-
tikkin hjá ES til sín, so
heldur hann kortini at
hetta ikki er nøkur
óyvirkomilig forðing.
»Eftir mínum tykki er
tað (…) nógvar orsøkir
til at tey ikki eru limir.
Tað verður ov einfalt at
siga at fiskivinnan er
orsøkin. Ein skal heldur
ikki gloyma at norð-
menn sjálvir nýskipa sín
egna fiskivinnu politikk
og innføra strangari til-
tøk fyri at varðveita
stovnarnar. So eg dugi
ikki at síggja at hetta
skal vera nakað størri
hindur í framtíðar sam-
ráðingum við Noreg.«
Hóast fiskivinnu sam-
ráðingarnar í fjør mill-
um Noreg og ES stóðu
fastar í fleiri vikur, so
sær Fischler sambært
IntraFish heldur ikki
hetta sum tekin um
vaksandi ósemju um
hvussu stovnarnir skulu
umsitast. Hann meinti at
tað er ein spurningur um
at báðir partar skulu
hava tíð til at finna sínar
positiónir.
»Tað er greitt at báðir
partar mugu síggja um
síni egnu áhugamál, og
tryggja at hesi hava
størst møguliga pláss í
einari endaligari avtalu.
Viðhvørt tekur tað bara
longri tíð. Eg haldi at vit
at enda koma fram til
eina góða semju… Vit
skulu minnast til at hetta
er ikki nøkur gøta fyri
einvegis ferðslu; norð-
menn sleppa at fiska í
okkara farvatni, júst
sum vit sleppa at fiska í
teirra. Spurningurin er
altíð: Hava vit javnvág
millum kvoturnar vit
geva og kvoturnar vit
fáa?«
Einki varð nevnt um
Føroyar; hinvegin varð
Ísland, hóast tummilin
hjá kommisserinum í tí
sambandinum peikaði
nakað niðari enn hann
gjørdi fyri Noreg, um-
talað sum eitt møguligt
framtíðar ES limaland.
»Við
Íslandi
eru
kanska fleiri ósemju-
punkt. Vit hava trupul-
leikar við at teir aftur
eru farnir undir hvala-
veiði. Vit koma fram-
vegis at vera ímóti
henni. Harafturat hava
teir opinbert eina heilt
aðra skipan fyri um-
siting av fiskivinnuni.
Trupulleikin er hvussu
vit kunnu viðgera mun-
irnar í okkara skipanum.
Tað hevði verið ómøgu-
ligt fyri ES at gjørt
broytingar, og intro-du-
sera ta íslendsku skip-
anina, bara fyri at fáa
Ísland at koma upp í ES.
So teir mugu broyta sína
skipan. Men styrkin hjá
Samveldinum er flexi-
biliteturin. Vit eiga at
vera flexibul og kanna
hvussu vit kunnu møta
teirra serligu krøvum.
Tað er soleiðis skipanin
eigur at vera.«
Vil hava norð-
menn og
íslendingar
upp í ES
Fiskur úr Russlandi kastaði
nógv arbeiði av sær á
føroyskum virkjum fyri
nøkrum árum síðani. Nú
kann tað eisini henda, at tað
verður russarafiskurin, sum
verður álitið hjá fólkinum í
syðru helvt í Suðuroy. Ein
møguleiki er, at arbeiða
russarafisk á stóra
flakavirkinum í Vági
– Við broytingunum í
miðfyrisitingini
hevur samgongan í
veruleikanum bert
flutt runt á einum
fótbóltsliði og fingið
eina kabal at ganga
upp, uttan at nakað
endamál og nøkur
ætlan er at hóma,
heldur Høgni Hoydal
um skerjingarnar av
aðalráðum
SKERJINGAR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Formaður Tjóðveldisfloks-
ins í andstøðu, Høgni Hoy-
dal, eftirlýsir og saknar eina
endurskoðan á allari fyrisit-
ingini. Hann heldur, at
skerjingarnar í aðalráðun-
um ikki er annað enn eitt
spæl fyri gallarínum, har
nøkur vallyfti skulu hald-
ast, uttan at nøkur verulig
ætlan er aftanfyri.
– Man hevur flutt runt
uppá nakrar brikkar í aðal-
ráðunum uttan nakrar spar-
ingar, og tað verða so ikki
hesar broytingarnar, sum
síggjast aftur á eini fíggj-
arlóg, heldur Høgni Hoy-
dal. Hann saknar verulig
endamál við broytingunum,
og mælir hann til endur-
skoðan í øllum bygnaðin-
um.
– Neyðugt er at spyrja,
hvat vit veruliga vilja við
miðfyrisitingini. Hvat er
ætlanin, endamálið og visi-
ónirnar, og í hesum sam-
bandi skuldi ein bólkur ver-
ið settur við kvalifiseraðum
fólki at kanna, hvussu sam-
starv millum aðalráðini
verður sett í hásætið, heldur
Høgni Hoydal. Fyrrverandi
varaløgmaður leggur dent
á, at tað ikki snýr seg um tal
av aðalráðum, men heldur
um hvussu samstarv kann
fáast millum ráðini uttan
nakrar dupultfunktiónir.
– Tískil skuldi fyrisiting-
arbygnaðurin verið endur-
skoðaður heldur enn at
flyta runt uppá nøkur ráð
og nakrar aðalstjórar uttan
endamál, sigur formaður
Tjóðveldisfloksins.
Brúk fyri
uttanríkisráðharra
Høgni Hoydal stuðlar tó
samgonguni í at styrkja um
føroysku uttanríkisfyrisit-
ingina, sum samgongan
júst hevur lagt undir Uttan-
landsdeildina í Løgmála-
ráðnum, men metir hann, at
brúk er fyri einum uttan-
ríkisráðharra, sum í staðin
fyri løgmann umsitir uttan-
ríkismálini.
– Økið hjá løgmanni er
sambært stýrisskipanarlóg-
ini frammanundan so stórt,
at løgmaður als ikki átti at
savna hetta undir seg sjálv-
an. Tískil skuldi ein uttan-
ríkisráðharri verið settur
við egnum aðalráði, mælir
Høgni Hoydal til. Hann
leggur afturat, at um uttan-
ríkismálini endiliga skulu
vera undir løgmanni, kundu
Vinnumálaráðið og Fiski-
málaráðið eisini verið løgd
saman.
– Men tað avgerandi er
sum sagt ikki, hvussu nógv
aðalráð eru, men heldur,
hvussu samstarvið millum
ráðini kann samskipast eff-
ektivt. Samgongan hevur
flutt runt uppá eitt fótbólts-
lið, men spurningurin er,
hvussu liðið fær spælt sam-
an, tí í løtuni eru nógvar
dupultfunktiónir,
slær
Høgni Hoydal fast. Sam-
bært honum er ein sjálv-
søgd fortreyt fyri sparing-
um, at broytingar vera í
sjálvum bygnaðinum, og
tískil hava núverandi broyt-
ingar als einki endamál.
– Løgfrøðingar, fíggjar-
stýrið og EDV kunnu t.d.
saktans samskipast millum
øll aðalráðini í einum øðr-
vísi samstarvi, í staðin fyri
at hvørt aðalráð hevur sínar
løgfrøðingar, fíggjarfrøð-
ingar o.s.fr, sigur Høgni
Hoydal.
Endamálið eigur sam-
bært formanni Tjóðveldis-
floksins at vera at fáa meiri
burturúr
samstarvinum
millum tey mongu dugna-
ligu starvsfólkini í staðin
fyri bert at flyta runt á yvir-
flatuni.
–
Endurskoðanin
av
bygnaðinum er nakað, vit
ikki megnaðu at koma til í
gomlu samgonguni, og tað
er harmiligt, at nýggja sam-
gongan heldur ikki hevur
fingið viðgjørt spurningin,
heldur Høgni Hoydal at
enda.
– Tað einasta, sam-
gongan hevur fingið
burturúr skerjingun-
um í miðfyrisitingini,
er eina veikari polit-
iska ávirkan uttan
nakrar sparingar,
sigur Jenis av Rana.
Formaður Miðfloks-
ins ávarar eisini
samanleggingina av
almanna- og heilsu-
málum, sum eri eitt
alt ov stórt øki til ein
landsstýrismann
SKERJINGAR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
– Tað stóð í yvirskrift í
bløðunum ein dagin, at
fyrstu vallyftini eru brotin,
og tað er júst tað, sum er
hent, sigur ein av andstøðu-
leiðarunum, Jenis av Rana.
Hann vísir á, at skerjingar
skuldu gerast við endamál-
inum at spara, og tá tað ikki
er hent, er einki vunnið.
– Tveir landsstýrismenn
eru sendir heim, og tað hev-
ur sjálvsagt elvt til eina
viknaða politiska stýring og
eitt sterkari embætisverk,
har landssstýrismenninir
ikki hava møguleikan fyri
sama innliti og yvirliti
samanborið við undanfarnu
samgongu, sigur Jenis av
Rana.
Hans Pauli ongan
kjans
Jenis av Rana er hart ímóti,
at almanna- og heilsumál
aftur komu undir eitt aðal-
ráð, og vísir hann á, at við-
komandi landssýrismaður
Hans Pauli Strøm als ikki
hevur møguleikan at umsita
stóra økið einsamallur. Tað
var orsøkin til, at Páll á
Reynatúgvu og Bill Justin-
ussen í undanfarnu sam-
gongu býttu økið ímillum
sín.
– Í staðin fyri at skapa
møguleikar fyri visiónum
og menningarætlanum, fer
Hans Pauli bert at sløkkja
eldar, tí hann stutt sagt ikki
kann hava yvirskot til ann-
að, sigur Jenis av Rana.
Hann undirstrikar, at Hans
Pauli Strøm er ein sera
dugnaligur, arbeiðssamur
og nærlagdur politikari,
men at almanna- og heilsu-
mál einfalt er ov stórt fyri
ein politikara at umsita.
– Tískil er tað á ein hátt
synd í Hans Paula, og sam-
gongan kemur at sanna, at
samanleggingin
av
al-
manna- og heilsumálum
var skeiv, eins og teir nú
hava innsæð, at ætlanirnar
um sparingar heldur ikki
hildu, vísir formaður Mið-
floksins á.
Vælferðarsamfelagið
er dýrt
Jenis av Rana trýr ikki
løgmanni í útsøgnum hans-
ara um, at við skerjingun-
um av aðalráðum er nú
klárt til víðari sparingar í
embætisverkinum.
– Í veruleikanum er einki
hent í fyrisitingini, uttan, at
nakrar funktiónir í aðalráð-
unum ikki longur hava eitt
politiskt høvd. Annars er
støðan júst tann sama, og tá
hevur ein ikki ruddað slóð
fyri nøkrum, heldur Jenis
av Rana. Hann vísir á, at
samgongan í staðin skuldi
góðtikið, at vælferðarsam-
felagið er dýrt, skulu vit
halda fast við nakrar grund-
leggjandi tænastur, og at
hann tískil ikki trýr á nakrar
sparingar í kjalarvørrinum
av teimum broytingum,
sum júst eru framdar.
– Frá at vera 42.000
íbúgvar tátta vit nú í
50.000, og tað krevur eisini
meiri av fyrisitingini. Tískil
kann eg als ikki fylgja løg-
manni í ætlanunum um
sparingar í framtíðini, hel-
dur Jenis av Rana.
Størstu broytingarnar higartil í nýggja valskeiðnum tykjast vera tær broytingar, sum eru framdar í miðfyrisitingini.
Aðalráðini eru skerd frá níggju niður í sjey, og av hesum hava aðalstjórar og starvsfólk verið flutt runt á ymsu ráðunum.
Andstøðuleiðararnir eru samdir um, at skerjingarnar í miðfyrisitingini als ikki tæna nøkrum endamálið.
Tíverri fingu vit ikki viðmerking frá Kára P. Højgaard áðrenn evstamark
Høgni Hoydal:
Spæl fyri gallarínum
– Økið hjá løgmanni er sambært stýrisskipanarlógini framm-
anundan so stórt, at løgmaður als ikki átti at savna uttanríkis-
málini undir seg sjálvan. Tískil skuldi ein uttanríkisráðharri
verið settur við egnum aðalráði, mælir Høgni Hoydal til
Jenis av Rana:
Synd í Hans Paula
– Tveir landsstýrismenn eru sendir heim, og tað hevur sjálvsagt
elvt til eina viknaða politiska stýring og eitt sterkari
embætisverk, har landssstýrismenninir ikki hava møguleikan
fyri sama innliti og yvirliti samanborið við undanfarnu
samgongu, sigur Jenis av Rana
Andstøðan samd
C
M
Y
K
9
8