Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 46 - 6. mars 2004 Nr. 46 - 6. mars 2004 11 Fíggjarlógin er týdningarmesta politiska amboðið í eini fólkaræðiliga skipan. Uttan fíggjarlóg kann ein stjórn ikki virka, tí tað er fíggjarlógin, sum gevur stjórnini heimild at hava útreiðslur t.e. at rinda alt tað, sum hitt almenna kostar eitt nú lønir, pensiónir, íløgur, skúlaverk, heilsuverk og rakstur hjá tí almenna sum heild. Við fíggjarlógini kann ein stjórn økja ella minka um virksemið í sam- felagnum, alt eftir, sum umstøðurnar og tørvurin eru. Tað er tí ikki ov nógv sagt, at fíggjarlógin er týdningarmesta amboð hjá eini stjórn. Í løtuni hevur landið onga fíggjarlóg. Tá val var útskrivað í úrtíð, datt fíggjarlógaruppskotið hjá gomlu samgongu burtur. Hetta var uppskotið, sum skuldi koma í gildi tann fyrsta januar 2004. Í staðin hava vit sambært stýrisskipanarlógina eina fyribils játtanarlóg, sum gevur landsstýrinum heimildir at játta tað mest neyðturviliga til tess at halda samfelagshjólini malandi. Hetta merkir sostatt, at vit í roynd og veru onga fíggjarlóg hava, og sostatt merkir hetta eisini, at alment virksemi er skrúvað niður á lægsta bluss. Hetta er ikki gott fyri samfelagið. Tað er óneyðugt at nevna, at hetta er sera óheppið fyri samfelagið alt. Hetta, at tað er so stór óvissa um alt, sum eitur alment virksemi, skapar ótrygg- leika og óvissu í vinnulívinum. Henda støða elvir til ótta og stúran millum manna. Eingin veit, hvussu búskaparliga støðan í landinum í veru- leikanum er. Tað einasta, vit vita við vissu, er at tann myndin, sum undanfarna samgonga gav av búskapinum, er skeiv. Stóri spurningurin er so bara, hvussu skeiv. Tað er mest sum óneyðugt at nevna, at henda støða við ótryggleika og óvissu um fíggjarlógina 2004 kann ikki standa við í tað óendaliga. Fyri hvønn dag, sum gongur uttan eina vanliga fíggj- arlóg, veksur ótryggleikin og misnøgdin millum manna og í vinnulívinum. Tað er tí átaluvert, at nýggja landsstýrið enn ikki hevur megnað at fáa til vega eina skilagóða og væl avvegaða fíggjar- lóg. Hetta kann geva almenninginum ta fatan, at nýggja landsstýrið er um at verða rakt av sama atgerðar- og ráðaloysi sum undanfarna samgonga. Vit fara tí at mæla landsstýrinum til at fáa fíggjar- lógina í hús sum skjótast. Um tað framvegis verður drálað við fíggjarlógini, fer hetta at ganga út yvir álitið á samgongu og landsstýri. Tað gagnar ongum og allarminst føroyska samfelag- num. DAGSINS MEINING Sosialurin Fíggjarlóg og óvissa VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Helgi Abrahamsen Knút Eysturstein hevði eina grein í bløðunum fyri tveimum vikum síðani, har hann vísti á, at nýggja samgongan hevði ongar hugsjónir og einki enda- mál, tí alt var bara ein spurningur um vælferð. Av tí at eg varð nevndur við navni í greinini, loyvdi eg mær at gera nakrar við- merkingar til tað, sum hann skrivaði. Eg endaði við at heita á Knút um at siga okkum, hvørjar vælferðar- tænastur, eftir hansara tykki, skuldu burtur og hvørjar skuldu skerjast, fyri at vit kundu fíggja tað før- oyska fullveldið. Í hesum sambandi nevndi eg ítøki- ligu økini fólkapensjón, skúla og sjúkraviðgerð. Mikudagin 25. februar skrivar hann aftur eina grein. Men hóast greinin hesa ferð skal eitast fyri at vera aftursvar til mín, so dugi eg ikki at síggja nakað í greinini, sum svarar spurningunum, sum eg setti honum. Har er bara utt- anumtos. Ikki tí - eg visti longu tá eg skrivaði greinina, at har fór ikki at koma nakað uppskot um, hvussu eitt føroyskt fullveldi skuldi fíggjast. Tað hevur eingin annar klárað at greitt okk- um frá higartil, og tí var tað ikki annað enn væntandi, at Knút Eysturstein fór heldur ikki at klára tað. Sjálvt fullveldislandsstýrið, sum segði seg hava allar loysnir- nar á tí spurninginum, dugdi ikki at vísa á nakra aðra loysn, enn at biðja donsku stjórnina geva teimum langa skiftistíð - tað vil siga, biðja danir gjalda so leingi sum til bar. Nógvar umberingar Tá eg spurdi hvørjar væl- ferðartænastur skuldu burt- ur og hvørjar skuldu skerj- ast, so var tað ikki fyri at fáa eitt svar, men heldur fyri at vísa á, hvussu torført tað er at svara hesum spurninginum. Og eg haldi, at Knút vísir við seinnu greinini, at tað er ikki lætt at svara. Hann umber seg við, at hann er hvørki sam- felagsfrøðingur ella bú- skaparfrøðingur, hann er ungur, hevur bert eitt máls- ligt studentsprógv o.s.fr., og alt gott um tað. Men nær er tað blivið uppgávan hjá samfelagsfrøðingum og búskaparfrøðingum at rað- festa útreiðslurnar á fíggj- arlógini? Er tað ikki tað, vit hava politikarar til? Vit sum luttaka í polit- iska kjakinum kunnu ikki loyva okkum at skumpa tann fíggjarliga partin yvir á serfrøðingarnar, og siga, at tað mugu teir finna útav. Knút sigur eisini, at fyrra greinin hjá honum hevði eitt heimspekiligt ástøði, meðan mín hevði eitt fíggjarligt- ella kanska materalistiskt ástøði. Hesi hava sambært honum lítið við hvørt annað at gera í einum kjaki. Hann vísir á, at tað er ikki hann persón- liga, ið skal gera uppskot til broytingar í okkara sam- felag, og so sigur hann: "Hinvegin krevji eg av okkara fólkavaldu politik- arum, ið stýra landinum, at teirra ráðandi hugburður skal vera merktur av áliti og áræði! IKKI ótta og óhjálp- semi". Við øðrum orðum, so átekur hann sær leiklutin at seta krøv til okkara fólka- valdu politikarar, og so má onkur annar finna útav, hvussu hesi krøvini skulu fíggjast. Og vit sum vísa á skeivleikarnar við hesum hugburði fáa at vita, at vit eru materalistar við ongum hugsjónum. - Ótrúðliga smart! 15. januar er farin Viðvíkjandi kjakinum um, hvussu spurningar og svar fullu á fundinum í Runavík tann 15. januar, eri eg samdur við Knúti um, at tað neyvan hevur lesarans áhuga, so lat tað bara fara. Eg havi í fyrru greinini greitt frá míni støðu til spurningin, og so er ikki meira at siga um tað. Er vælferð ikki vælferð ? Men so sigur Knút, at eg yvirtulki greinina hjá hon- um, tá eg sigi, at tað stendur í henni, at fullveldi hevur størri týdning enn vælferðin hjá føroyingum. Eisini sigur hann, at tað er ikki vist, at vælferð og fullveldi eru tveir mótpolar. Hetta skilti eg satt at siga ikki tá eg læs tað. Men so síggi eg, at hann seinni í greinini kemur við eini heilt serligari tulking av, hvat orðið vælferð merkir, og so skilji eg knappliga alt. Tá fullveldisfólk hava sagt (eftir hondini nógvar ferðir), at fullveldið fer ikki at kosta okkum vælferðina, so er ikki vist, at tey meintu við tað, sum vit vanliga kalla vælferð, men heldur var talan um okkurt annað slag av vælferð. - Okkurt sum einki kostar. Hetta er helst orsøkin til, at Knút sigur, at spurningarnir hjá honum á einum heimspeki- ligum ástøði ikki hóska til míni svar á tí fíggjarliga ástøðinum. Vælferð og vælferð eru eftir øllum at døma ikki tað sama (og soleiðis sleppur mann und- an at greiða frá, hvussu vælferðin skal fíggjast). Knút nevnir sum dømi, at hann vildi mett, at fyri ein stóran part av føroyska fólkinum er fullveldið í sær sjálvum tað sama sum væl- ferð. Men so undrar tað meg eitt sindur, at fullveld- islandsstýrið (ella skulu vit kalla tað vælferðarlands- stýrið?) slepti fullveldis- ætlanini (vælferðarætlan- ini) tá tað gjørdist teimum greitt, at ríkiskassin fór ikki at gjalda fyri tað, sum vit vanliga kalla vælferðartæn- astur í Føroyum. So stutt vardi tann "vælferðin". Um fullveldið er vælferð í sær sjálvum, so mátti táverandi landsstýri bara stovnað hatta fullveldið, uttan at hugsað so nógv um kostnaðin. Men tað tordu teir ikki ! Loysing kostar Líkamikið hvørjum ástøði vit velja at kjakast á, og líkamikið hvønn týdning vit leggja í orðið vælferð, so sleppa vit ikki uttanum, at ein loysing úr ríkisfe- lagsskapinum má fíggjast so ella so, um vit sum borg- arar skulu hava óbroyttar møguleikar í samfelagnum. Hetta eru tveir mótpolar, og vit mugu velja annan. Samanumtikið kann sigast, at mong eru tey, sum í fjølmiðlunum hava boðað frá, at tey ganga inn fyri føroyskum fullveldi. Men tá tað kemur til tann fíggjarliga partin, so endar alt í tveimum møguleikum: 1. vælferðin skal minka. 2. danir skulu gjalda. Vælferð kostar (Aftursvar til Knút Eysturstein) Bent Jensen hevur latið eitt valaverk úr hondum. Hann fekk eina uppgávu frá fullveldis-landsstýr- inum við Annfinni Kallsberg (næstan) á odda, at skriva eitt álit um Føroyar í Kalda Krígnum, sæð úr einum sovjettisk- um sjónarvinkli. Hvørja strategi hevði Sovjett, og hvat gjørdu teir fyri at fremja síni áhugamál, og hvørji vóru hesi áhugamál TNGHELLAN Rolf Guttesen Sum søgumaður við ser- kunnleika um Sovjett og Kalda kríggið dugir og veit Bent Jensen nøkur ting, men hansara metoda hevur bæði sterkar og veikar síð- ur. Men meira um hetta seinni. Tann politiski bak- tankin hjá Fólkafloks- monnum og Óla Breck- mann var at fáa Bent Jen- sen, sum áður hevur grópað í sovjettiskum skjalasøvn- um, at finna prógv fyri at ávísir føroyingar høvdu verið njósnarar fyri Sovjett. Tað kundi brúkast til at spilla fólk út, soleiðis sum gentlemaðurin var vanur at gera í Dagblaðnum. Men tað eydnaðist ikki. Lítið nýtt ella kontro- versielt úr russiskum søvnum Bent Jensen hevur ikki funnið nakað nýtt ella nakað av serligun týdningi í s ov j e t t i s k u / r u s s i s k u goymslunum. Í so máta er einki komið fram, sum ikki frammanundan var vanlig vitan. Ella var tað, sum man kundi hugsa sær til, at so mátti tað vera. Nato og Warszawa-samgongan vóru andstøðingar, kríggj kundi bresta á, partarnir vóru dubbaðir til bardaga, teir hildu eyga við hvørjum øðrum. Tað er eisini gott samsvar millum tey nýggju skjølini, og tað sum fyrr hevur verið almannagjørt av sovjettiskum tilfari, so størri loyndarmál eru í so máta ikki avdúkaði. Tað nýggja sum verður lagt fram Tað sum er nýtt og av stórum týdningi er, at hann hevur fingið atgongd til donsk skjøl, úr Forsvars- og Udenrigsministeriet eins og FE sum er Forsvarets efter- retningstjeneste. Men lat tað verð sligið fast, Føroyar høvdu at kalla ongan týdning. "Skiftende danske regeringer og ledende em- bedsmænd i militære og civile institutioner kan dog ikke have opfattet situa- tionen på Færøerne som særlig faretruende". Hvørg- in av teim donsku loyni- tænastunum, FE ella PET, høvdu "en eneste fast med- arbejder" í Føroyum. Veikleikar í fram- ferðarháttinum Tann sterka síðan hjá BJ er at hava funnið hesa rúgvu av skjølum fram, serliga úr donskum søvnum. Veik- leikin er, at hann at kalla bert brúkar tað, sum liggur har, tvs. tað sum Ríkis- umboðið, millum aðrar, hevur savnad, umsett og sent niður. Hann BJ dugir ikki at lesa føroyskt, og hevur sostatt ikki lisið gamla blaðið Framan, sum spælir eina rættiliga stóra rollu. Tí hevur hann ikki møguleika at meta um heildina, kontekstin, men refererar bert sekunda- kelduna. Og hann hevur ikki givið sær stundir at fara at tossa við fólk, sum enn eru á lívi, og sum í dag helst ikki hava nakað at fjala. "Medlem af Framins kollektive ledelse" At døma eftir tí plássi tað fær, og rúgvan av persónum sum verða nevndir vid navni, skuldi man trúð, at blaðið Framin, sum kom út frá 1963 til 1982, hevur verið tað farligasta sum kundi uppdrívast, tá tað galt subversivt (undirgravandi) virksemi. 20 persónar hava sitið í hesi leiðslu. (Og so eru eini 10 gloymdir). Visti tú ikki frægari, og BJ dugir sum nevnt ikki at lesa Framarnar sjálvur, so kundi tú trú, at hesir allir vóru sovjett-agentar. So var ikki. Blaðið skrivar mest um føroysk viðurskifti og poli- tikk. Og tað var marxistisk, tað var eingin loyna. Men tað var ikki nøkur "DKP- forening". Til henda pá- stand brúkar Bent Jensen ein ókendan týskan blað- mann, Henning von Löwis, sum dokumentatión. Von Löwis verður kallaður færøekspert, javel. Av teim meira enn 100 limunum, høvdu kanska 2- 3-4 nakað samband við DKP ella studentafelagið Komm.S. Tað løgna í skrivingini um "Føroyskar Sosialistar" er, at BJ bert nevnir blaðnevndina, og ikki veit nakað um stjórn- ina, sjálvt um tað er nevnt oftani í blaðnum. Men annars hevur eingin FS- limur, mær vitandi, gjørt nakað ólógligt, havt sam- band við sovjettiskar agent- ar ella á annan hátt njósn- ast. Nógv annað er gloymt Á summum økjum er BJ kønur í smálutum, og tykist at fanga alt, bert tað hevur ein reyðan dám. Í øðrum førum er hann púra óvit- andi. Tað er tí hann er søgu- maður, sum bert brúkar dokumentar-metoduna. Tað vil siga, um ikki nakað skjal hjá FE ella PET ella KGB nevnir tað, so er tað slett ikki til. BJ kundi farið út til fólk og spurt aðrar enn Óla Breckmann, sum helst er blivin nakað gloymskur. – Hann kennir einki til Komm.Ú. (kommunistiskar útisetar) – hann veit ikki at Oyggjaframi marx-leninist- ar í Havn hevði loynilimir, sum sótu í høgum størvum. – hann nevnir ikki at eitt blað, sum kallaðist Ar- beiðið. – hann veit ikki at ein bólkur í Havn hevði vápn- aða kollvelting á skránni. Men kanska mistaki eg meg, og BJ hevur ikki flokkað hesar sum "reyð- ar". Høvdu teir í veruleik- anum kanska ein annan lit? Tær sterku síðurnar Tað, sum er fortjenastan hjá BJ, er at seta Føroyar inn á rætta stað, søguliga og militer-strategiskt. Tað lýsir hann klárt við einum stutt- um sitati úr tí sovjettiska Militært Leksikon: " USA og Nato udnytter Færøerne til kontrol med den mili- tære søfart i Nordatlanten og til at overvåge luft- rummet i Atlanterhavets nordøstlige del" (p. 21). Hevði tað komið til kríggj, vildi Sovjett royna at pacificera (oyðileggja) tær militeru installatiónirnar í Føroyum. Av serligum áhuga er at lesa, hvussu BJ gjøgnum sovjettiskt skjalatilfar vísir á tey bretsku áhugamál- ini, ikke bert militert, men eisini politiskt. Longu í februar 1945, áðrenn krígg- ið var endað, verður skrivað "at de englændere, som sidder på Færøerne i be- tydelig grad har stimuleret udviklingen af den færøske separatistbevægelse." Og tá sama rapport umtalar møguleikan av at Føroyar velja loysing, so skriva teir "sjálvstøðugar" í gásaeyg- um, tí "Færøerne reelt ville befinde sig i Storbritann- iens faste greb" (p 61). Bretskir hermenn vóru í Føroyum nógv longri enn sovjettiskar eindir vóru á Bornholm. Tann veruligi vandin, sum skapti panikk Sjálvt um Sovjett onkuntíð fegnast um at tað eisini funnust marxistar, sosialist- ar ella kommunistar av ymsum slag í Føroyum, so er hetta ikki tað sum skakar Nato og donsku myndug- leikarnar. Teir vóru so fáir og meinaleysir og reelt uttan ávirkan. Tann stóri vandin tykist at liggja í tí, at føroyska vinnulívið og Landsstýrið gjarna vildi hava eitt vinnuligt-praktiskt sam- starv við russar. So vitjan- inar hjá føroyskum politik- arum og vinnulívsmonnum í Moskva og Isjkov, fiski- málaráðharra, í Føroyum, vóru um at skapa panikk. Á eini messu í Leningrad var beinleiðis samband millum Heðin Klein og russar, "hvilket ikke huede den danske ambassade i Moskva" (p 91). Umvæl- ingin av russiskum skipum á Skála var sera illa dámt í Nato. Hvat kundi hent? Kommandørkaptajn Mad- sen, ovasti á Færøernes Kommando fyrst í 50' árunum, metti støðuna so, at Sovjett ikki í krígstíð vildi "besætte Færøerne permanent, hertil var øer- nes position for isoleret. Men det kunne være i militær sovjettisk interesse ved en lynaktion at til- intetgøre færøske havne og andre anlæg", (p 93-94). Seinni tá støðirnar í Mjørkadali og á Sornfelli koma aftrat (ikki Núgvan og Skæling, sum nevnt verður á p 103), var hildið møguligt, at atomvápn kundu hugsast móti hesum støðum. Hetta er metingin hjá FE í fleiri rapportum um "trusselsbilledet", sum teir gera umleið annað hvørt árið, frá 1969 til 1989. Nakrar niðurstøður Niðurstøðan hjá Bent Jen- sen er. " Sovjetunionen an- lagde et realistisk syn på Færøerne og Danmark. Moskva var på den ene side på det rene med, at Dan- mark ikke selv ville kunne forsvare Færøerne (og Grønland), og heller ikke i stand til at forhindre Færø- ernes løsrivelse. Spørgs- målet for Sovjetunionen var, om det ville være i sovjetisk interesse, at Færøerne løsrev sig fra rigsfællesskabet" (p 158). Moskva ynskti ikki eina føroyska loysing, tí landið vildi verða í "afhængighed af de store og stærke vestmagter, Storbritannien og USA" (p 158). Og sjálvir hava føroy- ingar ikki í nýggjari tíð rætt hond frá síðu á tí hernað- arliga økinum. "Færing- erne som nation bidrog ikke til det militære forsvar af Færøerne, og der var ikke stationeret hverken danske eller allierede for- svarsstyrker på øerne (Færøerne som paradoks, 167-168). Men nógv orka er farin til at grenja um, hvussu nógv Danmark hevur tjent uppá Nato- støðirnar í Føroyum. BJ heldur at støðan hevur "aflastet Danmark", men eisini at "Færøerne fik klart økonomisk udbytte af de militære anlæg". Sjálvt um Bent Jensen politiskt er bæði konserva- tivur og ímóti øllum sosial- istiksum og sosialdemo- kratiskum, so meini eg at hann skal takast í álvara, og lesast kritiskt. Tann militer- strategiska vitanin og hugs- anin í Føroyum koyrir enn mest á einum støði, har Tarzan í frumskógini og Robin Hood eru fyrimynd- irnar. Einaferð aftrat, Føroyar í Kalda Krígnum – ella Spión-rapport uttan spiónir? C M Y K 11 10