Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 46 - 6. mars 2004 Nr. 46 - 6. mars 2004 13 TINGHELLAN Bogi Eliasen cand.scient.pol Mangan verður tikið til, at støðið á tí føroyska al- menna kjakinum er av lágt. Eg skal ikki her viðgerða, um tað er so. Heldur er ætlanin í hesi grein, at vísa á møguleikar fyri at fáa eitt betri samfelagskjak, sum sæð fram eftir, kann verða við til at lyfta politiska kjakið uppá eitt hægri støðið. Á júst lokna fjølmiðla- festivalinum, kom m.a. fram at ov lítil munur var á søgunum í ymsu fjømiðl- unum. At tær somu søg- urnar ganga aftur og aftur. Hetta er helst orsaka av, at fjølmiðlarnir hava ikki fíggjarliga orku til at ar- beiða burturav og djúpri við einstøkum evnum. Okkara samfelag er so fáment, at vit mangla nak- rar av nátúrligu funktión- inum, sum samfeløgini vit samanbera okkum við hava. Um hugsað verður um samfelagskjakið, hava fjølmiðlar okkara ikki orku til at verða fjórða stats- valdið. Hvørki teir almennu ella teir privatu. Teir al- mennu hava tað afturat, at teir eru, í ávísum førum, ov tengdir at politisku skipan- ini. Hetta skal skiljast so- leiðis, at teir hava brúk fyri politiskum good will. Fleir- fald dømir eru um, at ein- stakir politikarar hótta við at skerja játtan ella inn- tøkumøguleikar, um teir ikki bera ynskta boðskapin fram. Tey størru bløðini Sosialurin, Dimmalætting og Fregnir hava øll trupul- leika av, at tey eru ella hava verið knýtt at einari ávísari politiskari hugsjón, og tí ikki enn hava fult álit, sum óheftur tíðindastovnar í samfelagnum. Hinvegin hava vit nógv bløð í mun til fólkatalið. Vit hava ikki eitt sterkt universitet, sum ein nátúr- ligan part í samfelagskjak- inum, til tað er játtanin alt ov lítil. Fróðskaparsetrið er alt ov tengt av, at Løgtingið tímir at brúka pengar uppá tað, og tí skal Løgting og Landsstýrið ikki stoytast ov nógv. Fróðskaparsetrið, átti eisini at verið ein sparr- ingspartnari hjá fjølmiðl- unum, og verið ein stovnur har fjølmiðlarnir kundu leita sær ráð og vitan um ymisk viðurskifti. Hvussu fáa vit so eitt betri kjak - fólksins lærdi háskúli Vit hava nógv fólk við út- búgving í Føroyum, og nógv fólk sum sita við nógvari vitan um serstøk økir. Men vit síggja ikki hesi í samfelagskjakinum. Hetta er tí, at tey eru so at siga sogin inn í samfelagið, í antin tann almenna ella privata sektorin. Her hevur verið óskrivað manna- gongd, at ein ikki leggur seg út í samfelagskjakið, tí tað kann seta stovnin ella fyritøkuna í ringt ljós ella leggjast undir at stuðla einum ella hinum. Eg skilji væl, at leiðarar og stjórar eru bangnir fyri at starvfólk blanda seg í almenna kjaki, tí hetta kann skaða fyritøku ella stovn. Men, men, men…..sum sagt ger stødd- in á landi okkara, at fjøl- miðlarnir ikki hava orkuna, til uttan víðari at verða sonevnda fjórða statsvaldi, eins og Fróðskaparsetrið ikki hevur neyðugu stødd ella fígging til at verða fult við í samfelagskjaki og menning. Tí er tað mín meting, at vit skulu leggja okkum eftir at brúka tað tilfeingið vit hava í fólki her á landi. Vit skulu her fara eftir at finna eina føroyska loysn, tí hvørki fjølmiðlar ella Fróð- skaparsetrið hava somu orku, sum í grannalondum okkara. Útlitini fyri at fjøl- miðlarnir fáa størri fíggjar- liga orku í nærmastu fram- tíð eru ikki serliga stór, eins og eingin politiskur vilji tykist at verða fyri at geva Fróðskaparsetrinum mun- andi størri játtan, og harvið møguleikan fyri at taka størri lut í samfelagskjak- inum á seg. Vit hava, í miðal, sera væl útbúgvið fólk og tað skulu vit brúka í einum før- oyskum leisti. Vit skulu hava heimildarfólk í sam- felagskjakið. Men tað krev- ur greiðar reglur og manna- gongdir, um vit skula hava fólk at luttaka í kjakinum, sum vinna til dagliga breyð innan tað almenna ella í tí privatum fyritøkum. Ser- liga innan almennu fyrisit- ingina er neyðugt at hava greiðar reglur, fyri ikki at missa fólksins álit. Hin- vegin kann luttøka frá hes- um fólkum, verða við til at skapa tað gjøgnumskygni, sum nógv ynskja innan fyrisitingina. Her er neyð- ugt við greiðum reglum, tí tað er umráðandi, at arbeiði innan fyrisitingina og t.d. viðmerkingar í samfelags- kjakinum ikki verða bland- að saman. Neyðugt er at halda fast við, at viðmerk- ingar mugu verða breiðar samfelagsligani og ikki taka støði í einum máli, sum persónurin arbeiðir við. Ansast má somuleiðis eftir, at viðmerkingar ikki verða politisk propaganda, hvørki fyri møguliga per- sónliga politiska tiltrúgv, ella propaganda fyri stovn- in ella avvarðandi lands- stýrismann. Ein meginregla fyri tey alment settu kundi verið, at tey ikki mugu blanda seg í samfelags- kjakið innan fyri tað neyva øki, tey arbeiða við. Tey mugu sjálvsagt ikki fara út málum verður við, men hinvegin má verða møgu- ligt at koma við breiðum hugsanum um øki. Ynski- ligt var, at vit høvdu oheftar serfrøðingar, sum kundu gera viðmerkingar til ítøki- lig mál, teir høvdu kannað neyvt, men tað er ikki uppgávan við fólksins lærda háskúla. Um álitið á almenna sektorin skal varð- veitast, má borgarin tryggj- ast og vita, at hann ikki sær seg aftur sum eina við- merking í fjølmiðlunum. Her skal ein javnvág finn- ast og her má nevleikin víkja fyri álitinum. Sum dømi kunna vit taka skattaviðurskifti. Ein sum arbeiðir hjá Toll- og Skatt ella í Figgjarmálaráðnum skal kunna hugleiða um skattapolitik ella møgu- leikar við skattaskipanum, men ikki t.d. nú, leggja seg út í alment kjak um skatta- politikkin í samgonguskjal- inum. Ella ein í Fiskimálaráð- num eigur ikki at fara at viðgera einstøk fiskiloyvir, men kundi hugleitt um fyrimunir og vansar við fiskidagaskipanini. Hetta eigur at verða gjør- ligt, og hevði betra kjakið munandi. Tað ber t.d. til hjá einum alment settum at stilla upp í politikki, og so- leiðis ber tað eisini til hjá alment settum at gera sam- felagsligar viðmerkingar, um viðmerkjarin sjálvur megnar at hava viðmerk- ingar samfelagssliga breið- ar, soleiðis at neyva máls- øki viðmerkjarin situr við, ikki er kjakevni og at tagnarskyldan annars verð- ur hildin. Frá hesum heim- ildarfólki kunna vit fáa breiðar samfelagslýsingar, ið lærdir háskúlar annars ofta gera kring heimin. Vit skulu ikki brúka hetta fólksliga tilfeingi, til at leggja seg út í persónlig stríðsmál og partapoltisk áhugamál í almenna kjakin- um, men til at fáa eitt hægri støði í samfelagskjakið. Soleiðis er umráðandi, at vit brúka fólksins lærda há- skúla, og fáa heimildarfólk í nógv størri mun at luttaka í samfelagskjakinum. Bæði fyri at fáa eitt betri og mennandi kjak, og eisini fyri kunna seta politisku skipanini størri krøv. Men her krevst eisini, at vit sleppa jantelógini og lata fólk skriva og hava ásjón um viðurskifti, uttan at viðkomandi skal spillast út. Vit mugu eisini sleppa jantelógini upp á fjall, soleiðis at vit ikki ilskast um, at fólk í almennum størvum, í størri mun siga sína hugsan um samfelags- viðurskifti. Hetta krevur tó, at vit innan tað almenna fáa greiðar reglur fyri, í hvønn mun starvsfólkini kunna luttaka í almenna sam- felagskjakinum. Fólksins lærdi háskúli NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 6. mars. Gotfred. Óvist er, hvønn sipað verður til. Summir halda ein kardinal í Róm, deyður umleið ár 1100, aðrir ein biskup í Amiens, sum er deyður í 1115. Týskt navn, orðini Guð og friður samansett. 7. mars. Perpetua, deyð ár 202 ella 203. Trælkona í Kartago, sum saman við hábornari konu Felicitas varð tikin av døgum fyri trúar sakir. 8. mars. Beata. Er ikki at finna í halgimannatali. Navnið merkir hin sæla ella hin eydnuríka. Andlát 26. februar Theodor S. Heinesen, Vestmanna, ættaður úr Bø Helen Hansen, vanliga nevnd Hella, ættað úr Vági, búsitandi í Værløse, 71 ár. 27. februar Frimann Baldvinsson, Klaksvík, 75 ár. 1. mars Hans Oluf Johannesen, Klaksvík, 50 ár. Bergtóra Eidesgaard, vanliga nevnd Begga, úr Vági, 53 ár. Karl Edvard Hansen, Sandavágur, 85 ár. Niels Djurhuus, ættaður úr Porkeri, búsitandi í Vági, 81 ár. Marianna Johansen, Miðvágur, fødd Olsen, ættað av Válinum í Vestmanna, 89 ár. 2. mars Jens Andreson, ættaður av Eiði, bussførari, búsitandi í Havn, 79 ár. 3. mars Arnfinnur Helmsdal, Tórshavn, 84 ár. Sverri Larsen, Tórshavn, ættaður úr Porkeri, 65 ár. Fríggjadagin 5. mars lótu Randi M. Gunn- arsdóttir og Malan Rubeksen upp lista- framsýning í Smiðj- uni í Lítluvík. Fram- sýningin er opin til og við mikudagin 10. mars Randi M. Gunnarsdóttir er 41 ára gomul. Hon hevur undirvíst í tekning og mál- ing í Havn og í Kollafirði. Hon hevur eisini undirvíst í Fuglafirði í fleiri ár. Hon hevur havt fleiri framsýn- ingar ymsastaðni í Føroy- um. Malan Rubeksen er 34 ár gomul og ættað úr Havn. Hon er útbúgvin hand- arbeiðslærari og hevur fingist nógv við ymiskt kreativt arbeiði. Seinastu árini hevur hon málað. Hon byrjaði á einum skeiði hjá Randi M. Gunn- arsdóttir og hevur eisini verið á skeiðnum "Mynd- list"hjá Birger Møller. Hon hevur verið við á fram- sýning hjá Lions Club Eysturoy / Tórshavn og hevur eisini havt myndir hangandi í Glarsmiðjuni í Havn. Randi og Malan hava havt framsýning á Lobby á Hotel Hafnia og hava nú framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin letur upp fríggjadagin 5. mars kl. 13.00. Opið er fríggjadagin frá kl. 13.00 – 18.00, leygar- dagin frá kl. 13.00-19.00, sunnudagin frá kl. 14.00- 19.00, mánadag til og við mikudag er opið frá kl. 13.00-18.00. TÍÐINDASKRIV Føroya Postfelag hevði aðalfund leygardagin 28. februar 2004. Nógvir limir vóru á aðal- fundi, har landsstýrismað- urin í postmálum, Bjarni Djurholm var gestarøð- ari, og var kjakið um um- legging av postverkinum tað, sum fekk stórst rúmd. Útmeldingarnar hjá Bjarna Djurholm vóru rættuliga positivar í sam- band við eina møguliga umlegging. Starvsfólkaviðurskiftini og annað var viðgjørt, og starvsfólkinum á Frí- merkjadeildini varð lovað annan bygning, um bygn- ingurin á Argjun varð seldur. Eftir at nevndin í Føroya Postfelag hevur skipað seg, sær hon soleiðis út. Sunleiv Højgaard, for- maður. Hendrik Thomsen, næstformaður. Ann Vil- helmsdóttir, kassameistari, Johannes A. Ellingsgaard, Jákup Páll Mohr Morten- sen Føroya Postfelag: Sunleiv framvegis formaður Gullbrúdleyp Í dag, 6. mars, hava Hans Vilhelm og Poulina Joensen á Sandi verið gift í 50 ár. Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á gull- brúðarparið hjá dóttrini í Tórshavn, Vesturgøta 16, frá kl. 19.00. Silvurbrúdleyp Mánadagin 8. mars hava hjúnini Elisabeth og Wenzel Guðjónsson verið gift í 25 ár. Tey verða burturstødd. Prógv 23. februar hevur Sólbjørn Tausen úr Vági lokið prógv sum tyrluflogskipari. Hann varð avlærdur á Luftfartsskolen í Roskilde. Randi M. Gunnarsdóttir og Malan Rubeksen: Listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Malan Rubeksen og Randi M. Gunnarsdóttir hava listaframsýning í Smiðjuni frá 5. til 10. mars Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 13 12