Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 6. mars 2004 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 11. desember 2003 andaðist Birgitte Margrethe Viderø, vanliga nevnd Birtha, Hoydalsvegur 34, Tórshavn, 95 ára gomul. Birtha var fødd á Viðareiði í 1907, elsta av børnunum hjá Annu, f. Joensen av Skælingi, og Jóannes Joensen í Innistovu á Viðareiði, 7 vóru systkini. Birtha fekk skjótt at kenna, hvat tað var at taka ábyrgd av yngru systkinum sínum, bæði tí hon var elsta barn í barnaríkum húsi – og í teirri tíðini á bygd gav tað nógv arbeiði, og eisini tí pápin var skipsfiskimaður og burtur meginpartin av árinum. Í 1920'unum skifti alt húskið hjá Onnu og Jóannesi í Innistovu til 7. dags adventistatrúnna, t.v.s. foreld- ur og børn, systrarnar 4 og brøð- urnir 3 í tali. Av teimum vórðu bert Birtha og systurin Hanna Skæling, jarðarmóður, sum andaðist fyri mongum árum síðini, búgvandi í Føroyum, hini búsettust øll uttan- lands. Birtha fór at arbeiða og útbúgva seg á Skodsborg baðisanatorium og var har í 3 ár. Um tað mundið hitt- ust tey, Birtha og Niels Johannes. Hann var tá undir útbúgving í Nær- um sum trúboðari í Sjeyndadags adventistasamkomuni. Miðskeiðis í tríatiárunum flyta tey heim aftur, búsetast fyrst í Klaksvík, har tey giftast, flyta síðan til Havnar og keypa húsini hjá Rolf hjá Sam Olsen á Sanatoriuvegnum, sum Hoydalsvegurin tá varð nevndur. Hetta var í 1935, og har búðu tey øll árini. Børn teirra eru Emma, Ásbjørn og Sverri. Á Hoydalsvegnum 34 kom nógv fólk bæði av bygd og úr bý. Birtha var vinsæl og hjartagóð, blíðskap- urin var stórur, manga máltíðina veitti hon ferðandi og teimum, sum komu á gátt, væl dugdi hon at mat- gera. Fús var hon við tí góða orðin- um, var væl skúlað í skriftini, dugdi at greiða frá ætt og frásagnum úr gamlari tíð sum fáur. Var løtt í huga allar sínar dagar. Fimu hendur hennara løgdu mangt plaggið úr hondum, og tað var vælaverk. 2 virðislønir vann hon í donskum vikubløðum – grønar fingrar hevði hon sum fáur. Tá Niels Johannes Viderø tók við starvinum sum trúboðari í adventistasamkomuni í Havn í 1935, fór samkoman undir at byggja kirkju í Sverrisgøtu, smiðir- nir vóru íslendingar og frá ad- ventistasamkomuni í Íslandi kom tilfarið. Niels Johannes var fyri- støðumaður í samkomuni, til hann andaðist í 1968. Hann var føddur á Viðareiði í 1900. Jóannes í Innistovu, faðir Birthu, og brøðurnar, lótu byggja trí- mastraða skonnart í Nykøbing Mors í 1932, ið fekk navn ið »Sjey- systkin«, 177 brt. Elsti sonurin Henry førdi hana. Hóast teir fisk- aðu væl, so gekst illa at selja fiskin í 30'unum, marknaðurin var í botni og mangt farið fór tí av knóranum, eisini »Sjeysystkin«. Henda skonnart var eisini var eisini nevnd Adventistaskonnartin, teir fiskaðu ikki leygardag. Tað, at teir fingu sær egið fiskifar komst eisini av tí, at teir ofta máttu skifta skip av trúarorsøkum. Skonnartin varð seld við tvingsilssølu til Vágs og skifti navn til »Polarbjørnin«. Í 1942 varð hon bumbað av týskum flúgvara, men manningin bjargað. Omma sat einkja í 35 ár - takk fyri alt tú gavst okkum. Birgir Til minnis um Birthu Viderø Birtha Viderø við ommudóttrini Emmu 23. februar 2004 tók Sól- bjørn Tausen úr Vági prógv sum tyrluflogskipari við Luftfartsskolen í Roskilde. Sólbjørn er 23 ára gamal. Eftir 10. flokk var hann eitt ár í USA sum skiftisstu- dentur og tók students- prógv í Vági í 2001. Hann byrjaði á Luftfarts- skolen í Roskilde apríl 2002. Útbúgvingin tók 22 mánaðir. Sólbjørn er sonur Agnes og Kaj Tausen úr Vági. Sólbjørn Tausen, Vágur: Prógv sum tyrluflog- skipari Í kvøld, leygarkvøldið verður DJ-SHOW og KARAOKE-KVØLD í TB-húsinum á Tvøroyri. Sigur tú »DJ-SHOW« sigur tú eisini besta mobildiskotek í Føroy- um! Teir sum skipa fyri, eru kendir fyri at seta rættiligt lív í áskoðara- fjøldina og spæla júst tann tónleikin, sum fólk vilja hoyra. Eisini er »Karaoke« nakað, sum fólk hava tikið til sín, og tað stendur ikki á, at fara upp á pallin at syngja. Á stórskíggja kunnu hini í salinum síggja tekstin og syngja við. Hópin av løgum eru at vilja ímillum, hvat við »I en lille båd der gyng- er« hjá Bamses venner ella »I love rock and roll« hjá Britney Spears? Tað eru løg í øllum bólkum, so um tú hevur hug at vera »Stjørna fyri eitt kvøld«, so er TB-húsið staðið nú leygarkvøldið. DJ Show á Tvøroyri Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum tóku lut í stóru sorg okkara, tá kæri maður, sonur, beiggi, pápi, verfaðir og abbi Kjeld Thomsen andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og fyri uppringingar, heilsanir, vitjanir, hjálp og umsorgan. Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum úr kapellinum og til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Poula, Bjarki og Malan Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermamma og omma okkara Turid Isholm Andresen Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk til bisp fyri troystarrík orð. Tøkk til sangarar og berarar. Ein serlig tøkk til Ásu og Guttorm. Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk til tykkum, sum lótu Pensionistafelagnum í Havn eina gávu. Somuleiðis takka vit øllum tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Brynhild við familju og Johan við familju Okkara høgt elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi Ditlev Olsen andaðist í heiminum 3. mars, 81 ára gamal. Kistan fer úr heiminum í kirkjuna leygarkvøldið kl. 20.00. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju sunnudagin 7. mars kl. 15.00. Margit v/ fam. Tey, ið vilja minnast Ditlev, kunnu lata eina gávu til Treingjandi børn, konto í Føroya Sparikassa. 15 14 Nr. 46 - 6. mars 2004 Føðingar 23. des 2003 kom hendan fitta gentan til Føroya. Hon er fødd í Kina 28. apríl 2003. Hon eitur Anna Kirstin og er dóttir Biritu og Jákup Jacobsen á Tvøroyri 29. desember fingu Helgi og Hans Pauli tveir lítlabeiggjar, Kristian og Filip. Kristian vigaði 2830 gr og Filip vigaði 2780 gr. Foreldur teirra eru Halla og Hans Jákup Hansen. 21. februar fingu Sóleyð og Magnus Tausen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3850 gr. 23. februar fingu Anja Berg Andersen og Petur Hendrik Reinert Djurhuus, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3550 gr. 25. februar fingu Joan Zachariasen og Kristian-Gunnar Johannesen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3275 gr. 27. februar fingu Joan og Eddie Mikkelsen, Saltangará, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3550 gr. 27. februar fingu Ada Horn og Janus á Húsagarði, Skálavík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3600 gr. 27. februar fingu Mimi Steintórsdóttir og Jan Otto S. Holm, Velbastaður, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3100 gr. 28. februar fingu Ebba Vilhelm og Birgir Ørn Gunnarsson, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3830 gr. 28. februar fingu Andrea Thomasen og Ottar í Funningsstovu, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4400 gr. 28. februar fingu Siri Jensen, Kvívík, og Kaj Joensen, Eiði, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3700 gr. 28. februar fingu Jónhild og Ruben Busk, Esbjerg, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3600 gr. Hann eitur Jónas. 29. februar fingu Beinta Hilduberg og Martin Heinesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3650 gr. 1. mars fingu Jastrid og Janus Olsen, Leirvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3900 gr. 2. mars fingu Óluva og Kristján Eiriksson, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4250 gr. 2. mars fingu Maj-Britt Hansen og Ólavur Weihe, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3200 gr. 3. mars fingu Gunn og Rói Dahl-Jacobsen, Kaldbak, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4725 gr. 4. mars fingu Vivian og Dánjal Jákup í Soylu, Sandi, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4000 gr. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Fríggjadagin 27. februar andaðist Frimann Baldvinsson í Klaksvík 75 ár gamalur. Frimann var klaksvíkingur. Foreldrini vóru úr Íslandi. Tá ið Sigurfari kom úr Íslandi í 1920, kom Baldvin Kristvin Sigurbjørnsson við. Eitt sindur seinni kom konan, sum æt Bryngerður Benzina Frimansdóttur. Tey búsettust í Klaksvík og fingu níggju børn. Frimann var nummar seks í røðini. Frimann var giftur við Sigrid Jacobsen av Vágsheygnum. Foreldrini hjá henni vóru Jóhanna og Sigvald Jacobsen. Sigrid og Frimann búsettust í barnaheiminum hjá Frimanni í Vík- unum, og har hava tey búð síðani. Børnini eru Rúna, Jórun og Bent, sum øll búgva í Klaksvík. Frimann var heimamaður, og tey nógvu av sínum arbeiðsárum var hann í starvi hjá Klaksvíkar kommunu. Í nøkur ár var hann umsjónarmaður í KÍ høllini. Í mong ár var Frimann nær knýttur at Klaksvíkar Ítróttarfelag. Tað plagdi at verða tikið til í Klaksvík, at teir flestu av teimum, sum vóru við til at manna fótbóltsliðið, sum vann so nógv í fimmti og seksti árunum, høvdu slitið sínar barnaskógvar í Víkunum, har teir spældu bólt á Seglhúsplenuni ella í Vági, har tað eisini varð spælt nógv, og hagani tað var stutt á plenuna. Frimann gavst at spæla fótbólt fyrst í s e k s t i árunum. Tá hevði hann verið við til at vinna sjey FM heiti í meistaradeildini. Tá ið hann var á liðnum, vunnu klaksvíkingar FM í 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958 og í 1961. Í sjeyti árnum var Frimann nevndar- limur í Klaksvíkar Ítróttarfelag, og eitt skifti var hann formaður í felagnum. Nógvu tey seinastu árini hevði hann uppgávuna at vinda fløggini á ítróttar- økinum á stong. Hesa uppgávuna segði hann frá sær tíggju dagar framman- undan, at hann andaðist. Nú orkaði hann ikki meiri, segði hann KÍ formanninum í telefonini. Tá ið Stjørnan sunnudagin á heima- vølli spældi hondbólt ímóti StÍF, segði KÍ formaðurin, Gestur Hovgaard, und- an dystarbyrjan nøkur orð um Frimann, sum spælarar og áskoðarar mintust í tøgn, áðrenn farið varð undir sjálvan leikin. Frimann farin 23. februar flutti ser- handilin Events í Havn í onnur hølir í Dr. Jacobsensgøtu, beint við Keypsam- tøkuna. Síðan 1. mai 2003 hevur handilin hildið til á Áarvegi 14. Handilin bæði og selur og leigar klæðir og prýðislutir Tað er Halla Gullfoss sum eigur og rekur serhandilin Events, sum bæði leiga og selja klæðir og aðra útgerð til serligar hendingar so sum brúdleyp, barnadóp, konfirmatión, veitslur av ymiskum slagi. Til dømis ber til at leiga sær ein velafrakka, brúðar- klæðir, eisini ber til at leyga sær stakar og keypa ymiskt prýði og borðprýði til veitsluna. Til tey sum vilja gera eitt sindur meira burturúr fær man t.d. bomm í fínum inn- pakningi og etikettir at seta á vínfløskur við persón- ligari mynd. Í sambandi við at hand- ilin nú er fluttur í onnur hølir, verður skipað fyri kapping um at vinna eitt stórt páskaregg. Til ber at fara inn í handilin og gita hvat paskareggi vigar. Drigið verður 10. apríl. Eisini verður latið 15 pro- sent av allari vøru alla komandi viku Halla Gullfoss er 34 ára gomul og ættað úr Sørvági. Hon hevur lisið mál í fleiri ár og er útbúgvin marknað- arfrøðingur. Hon búði í Danmark frá tí at hon var 17 ár gomul, til hon flutti heim aftur í fjør og setti handilin á stovn. Handilin er opin soleiðis: mánadag-mikudag frá kl. 13-17.30, hósdag og fríggjadag frá 13-18 og leygardag frá 10-14. Events í Dr. Jacobsensgøtu: Handilin til serligar hendingar Halla Gullfoss eigur og rekur serhandilin Events í Dr. Jacobsensgøtu, sum selur og leigar klæðir og prýðislutir Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 14