Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 46 - 6. mars 2004 Nr. 46 - 6. mars 2004 17 – Fíggjarlógarupp- skotið fer út til sam- gonguna í dag, og tá næsta vika er av, vænti eg at semja er um uppskotið, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum FÍGGJARLÓG Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Eftir at hava sitið í sessin- um í ein mánað er Bárður Nielsen, landstýrismaður í fíggjarmálum, við at koma undir land við arbeiðnum at smíðja eitt fíggjarlógar- uppskot fyri 2004. Í vikuni hava fundir ver- ið við øll aðalráðini, har ymsu játtanirnar eru gjøgn- umgingnar. Bárður Nielsen vísir á, at tveir tinglimir úr hvørjum flokki hava verið við á hvørjum fundi, og tískil kenna samgongulimir uppskotið, áðrenn tað kem- ur til viðgerðar á sam- gongufundi mikudagin. Tí er landsstýrismaðurin bjartskygdur. – Eg vænti, at uppskotið verður liðugt síðst í næstu viku. Síðan skal tað gjøgn- umkannast, reinskrivast og eftirkannast, áðrenn tað kann leggjast fyri løgting- ið, sigur Bárður Nielsen. Eingi fingramerki Bárður Nielsen sigur, at av tí at so nógv er liðið av árinum fer politikkurin hjá nýggju samgonguni ikki at merkja fíggjarlógarupp- skotið fyri 2004. – Tað gevur onga meining at skunda nakað ígjøgnum, og effektin av møguligum inntrivum sæst ikki tað stóra aftur í ár kortini, vísir Bárður Nielsen á. – Tí fara vit í staðin at leggja okkum eftir at fáa okkara politikk at skína ígjøgnum í fíggjarlógar- uppskotinum fyri 2005, ið verður lagt fram til heystar. Fíggjarlógaruppskotið, ið Bárður Nielsen fer at leggja fyri løgtingið, bygg- ir í høvuðsheitum á fram- skrivingar av tølunum fyri 2003, íroknað lønarvøkstur o.a. Undirskot Í vikuni segði Bárður Nielsen, at undirskotið á fíggjarlógini fyri 2004 fer at vera millum 200 og 300 milliónir krónur. Hóast fíggjarlógararbeiðið er komið longri í dag, so vil landstýrismaðurin ikki seta neyvari tal á. – Vit rokna framvegis við, at undirskotið verður onk- unstaðni millum 200 og 300 milliónir krónur, sigur Bárður Nielsen. Vísir ákærum aftur Bárður Nielsen vil ikki hava sitandi á sær, at hann hevur slongt um seg við tølum um, hvussu stórt undirskotið verður, og á tann hátt verið við til at skapa ótryggleika í samfel- agnum. – Fyri trimum vikum síðan segði eg, at undir- skotið fór at vera 400 milli- ónir, og at tað talið bygdi á reinar framskrivingar og um eingi inntriv fóru at vera gjørd. Tá eg nú sigi at undirskotið fer at vera millum 200 og 300 milli- ónir krónur, byggir tað á framskrivingar av tølunum fyri 2003, umframt inntriv og sparingar, ið skulu ger- ast. Hetta eru einastu tøl, ið eru komin frá mær, sigur Bárður Nielsen. Spurdur, hvørt hann ikki bara kundi bygt sítt upp- skot á fíggjarlógaruppskot- ið frá í heyst sigur Bárður Nielsen, at tað ikki er so einfalt. – Fleiri øki í tí uppskot- inum kravdu stórar lógar- broytingar, og tær er ov seint at gera nú. Harum- framt hevur verið neyðugt at endurskoða fleiri játtan- ir. – Eitt dømi um hetta er, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 vóru einans 67 milliónir settar av til sjúkl- ingaviðgerðir uttanlands. Hetta hóast veruliga út- reiðslan av hesum var 92 milliónir krónur í 2003, sigur Bárður Nielsen. Fíggjarlógin komin undir land – Tað er ein vanlukka fyri samfelagið, at vit framvegis ikki hava nakra fíggjarlóg fyri 2004, sigur Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum FÍGGJARLÓG Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Fyrrverandi landsstýris- maðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, metir tað vera sera óheppið fyri sam- felagið, at einki fíggjarlóg- aruppskot er lagt fram enn. - Samfelagið hevur reelt ligið uttan stýring síðan fyrst í desember mánað, og tað er sera óheppið, serliga sum gongdin er nú, sigur Karsten Hansen. Hann er greiður yvir, at tað tekur tíð hjá nýggja landsstýrismanninum at smíðja eitt fíggjarlógarupp- skot, um broytingar skulu gerast. – Men nú er so langt liðið út á árið, at hann fær ikki gjørt stórvegis broytingar. Sambandsflokkurin var fyri ein stóran part fyri fíggjar- lógaruppskotinum, ið eg sum landstýrismaður í fíggjarmálum legði fram í heyst, og tískil átti at borið til at gjørt nakrar broytingar í tað uppskotið og síðan lagt tað fyri løgtingið. Síð- an kundu aðrar broytingar verið gjørdar so við og við, metir Karsten Hansen. Karsten Hansen metir, at við sínum skiftandi útmeld- ingum um, hvussu stórt undirskotið verður á fíggj- arlógini, er landsstýrismað- urin í fíggjarmálum við til at skapa ein ótryggleika í samfelagnum – Undir samgongusam- ráðingunum frættist, at undirskotið fór at vera 500 milliónir krónur. Seinni hevur talið 400 milliónir verið nevnt, og nú sigur landsstýrismaðurin so, at undirskotið verður 200-300 milliónir, sigur Karsten Hansen og heldur fram: – Eg haldi tað vera sera óheppið og skapar ein ótryggleika at koma út við leysum tølum um fíggjar- ligu støðuna. Úrslitið gerst einans, at øll sláa brems- urnar í, og eingin torir nak- að. Og tað ger so einans støðuna verri, leggur Karsten Hansen afturat. Karsten Hansen: Fíggjarlógaruppskotið má í tingið sum skjótast Øll sjónleikaraáhugað og onnur áhugað, sum treingja til at bjóða sær sjálvum av, fáa nú ein spennandi møguleika. Talan er um skeið á Føroya Fólkaháskúla næsta vikuskifti, har sum arbeitt verður út frá einum sjónleikaformi, ið nevndur verður »view- point«. Viewpoint er ein improvisatiónsháttur. Í stuttum kann sigast, at útgangsstøðið er at lurta eftir impulsum í sær sjálvum og í sínum med- leikarum – at fylgja impulsunum og síðani brúka teir kreativt í einum samanhangi. Tú fert út á gólv, onki er avtalað frammanund- an, so byrjar ein t. d. onkra rørslu, og út frá hesi fyrstu rørslu fáa hini, sum eru á gólvin- um, impulsir til at svara aftur, ikki við orðum, men við kroppinum – á hendan hátt verða søgur skaptar. Umframt í viewpoint verður eisini arbeitt við at styrkja og menna røddina. Skeiðið er eitt gott høvi til at læra, uppliva, flyta mørk, finna nýggjar síður av sær sjálvum og at hava tað stuttligt. Lærarar eru leikkon- urnar Katarina Nolsøe og Kristina Hansen, sum saman hava verið á skeiði hjá Anne Bogart, upphavskvinnu til view- point, í Saratoga Spring uttan fyri New York City. Tað er Meginfelag áhugaleikara Føroya, ið skipar fyri skeiðinum. Sjónleikaraskeið, sum mennir og flytur mørk UTTAN ÚR HEIMI Irak er bara byrjanin Bush misnýtir 11/9 í valstríðnum Bush, forseti, nýtir myndir av leivdunum av World Trade Cent- er og bjargingarar- beiðinum í sínum valreklamum, og tað hevur loypt øði í av- varðandi og bjarging- arfólk VALSTRÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk – Hetta er andstyggiligt. Tað er sum at nýta ein grav- stein í einum politiskum átaki. Ground Zero, har World Trade Center stóð, er í mínum eygum ein grav- staður, sigur Coleen Kelly, sum er formaður í felags- skapinum "Peaceful To- morrows", ið er ein felags- skapur hjá avvarðandi hjá teimum, sum doyðu í at- sóknini 11. september í 2001. Felagsskapurin og ein fakfelag hjá amerikonskum bjargingarmonnum hava biðið forsetan taka sjón- varpslýsingina aftur. – Forsetin eigur at biðja avvarðandi hjá bjargingar- monnunum, sum doyðu í World Trade Center, um umbering, tí hann hevur vanærað minni teirra fyri at vinna sær sjálvum stuðul, stóð í einari kunngerð frá bjargingarmannafelagnum. Sjónvarpslýsingarnar hjá Bush komu á skíggjan í 18 statum fyrrakvøldið. Tað eru heldur ikki øll, sum halda, at forsetin hevur gjørt nakað skeivt. Summi halda, at hann hevur rætt til at vísa á síni leiðaraevni aftan á atsóknina fyri hálvum triðja ári síðani. Allastaðni verður tosað um ætlanina at demokratisera Irak, men fá geva sær far um, at USA longu leggur ætlanir um stórar broytingar í øllum Miðeystri - ætlanir, sum hava fingið fleiri leiðarar at stúra BROYTINGAR Árni Joensen fartekst@mail.dk Í síðstu viku var amerik- anski embætismaðurin Al- an Larson í egyptiska høv- uðsstaðnum Kairo. Hann er ein av teimum fremstu em- bætismonnunum í Bush- stjórnini, og ørindini vóru at kunna egyptisku leiðsl- una um amerikonsku ætl- anina um eitt øðrvísi Mið- eystur. Ætlanin, sum amer- ikanarar nevna "Tað stóra Miðeystur-átakið", ber millum annað í sær, at skúlaverkið skal nútímans- gerast, meiri ferð skal á bú- skapin, og demokratiser- ingin skal stimbrast. Men arabar eru ikki serliga hug- tiknir av henni. – Vit eiga ikki at lata onnur avgera framtíð okk- ara, áseta kós okkara ella nýskipa okkum, segði eg- yptiski forsetin, Hosni Mu- barak, við blaðið Al Ahram fyri nøkrum døgum síðani. At Mubarak óttast amerik- onsku ætlanina kemur ikki óvart á nakran, tí hann hev- ur í áravís roynt at sannføra Vesturheimin um, at sat hann ikki við valdið í Kairo, hevði ein uppaftur verri einaræðisharri sitið har. Saddam-stuðul Amerikanska ætlanin hevur havt við sær, at arabar eru farnir at tosa um møguleik- arnar fyri einari demokrati- sering, og av og á hoyrast røddir, sum tala fyri at royna eina nýggja kós. Men tey flestu vísa ætlanini frá sær av teirri einføldu orsøk, at hon hevur sín uppruna í USA, og serliga í Egypta- landi og Sýrialandi fáa hes- ar atfinningarsomu røddir- nar stuðul frá teimum ráð- andi. Tí tá til stykkis kem- ur, eru tað teir, sum hava mest at missa. Illgrunin um fremmanda uppílegging kann, tá saman um kemur, gerast tað, sum forðar fyri nýskipanum. Tá Saddam Hussein bleiv tikin í kjallaranum í Tikrit, vildu nógvir arabar vera við, at amerikanararnir royndu at eyðmíkja hann, og tí kann tað henda, at Saddam hóast sínar illgerðir er við til at stuðla teimum einaræðis- kendu stýrunum í tí arab- iska heiminum. Samstundis er tað ein veruleiki, at hugsjónir úr Vesturheiminum hava ikki bara gagnað londunum í Miðeystri. USA tosar um at nútímansgera alt økið, men trupulleikin er, at nýskipan- inar í 20. øld miseydnaðust, og at tær í stóran mun hava styrkt fleiri av teimum einaræðiskendu stýrunum. Fyrr plagdu teir arabisku leiðararnir at spyrja seg fyri hjá fólkinum, áðrenn teir tóku týðandi avgerðir, men nýskipaninar, sum í mestan mun komu úr Evropa, gjørdu enda á tí siðinum. Úrslitið varð ein miðsavnað stýring ella uppaftur størri einaræði. Eingin andstøða Við nýskipanunum batnaðu samferðslumøguleikarnir, samskiftið batnaði, og sein- ast, men ikki minst, batn- aðu vápnini. Tað gav teim- um ráðandi uppaftur størri vald, og alt stýrið bleiv enn meiri miðsavnað. Í Irak kom Saddam til valdið við hjálp frá einum politiskum flokki, sum eisini var eitt hugskot úr Evropa. Ikki tí, amerikanska ætl- anin um demokratisering hevur ein ávísan grundvøll at byggja á í Miðeystri, men trupulleikin er, at í teimum flestu londunum hava tey einaræðiskendu stýrini langt síðani gjørt av við at kalla alla politisku andstøðu. Tað hevur havt við sær, at í dag eru tað tær víðgongdu átrúnaðarligu kreftirnar, sum eru tær best skipaðu, og sum hava størstu ávirkanina á tað vanliga fólkið. Júst hetta kann fara at vísa seg at vera vandamikið, tá val verður í Irak. Ísraelsmaður tikin fyri yvirgang Ein 22 ára gamal ísra- elsmaður er tikin og skuldsettur fyri fleiri yvirgangsatsóknir at arabarum, sum búgva í Ísrael YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Løgrteglan vil millum ann- að vera við, at maðurin hevur skipað fyri atsóknum at arabiskum limum í ísra- elska tjóðartinginum. Í íbúðini hjá manninum fann løgreglan fleiri skot- vápn og fleiri kuffert, sum vóru full av spreingievni. Maðurin býr saman við foreldrunum í Haifa har norðuri í Ísrael, og sambært løgregluni hevur hann gjørt fleiri bumbur tey seinastu árini. Millum annað vil løg- reglan vera við, at tann 22 ára gamli maðurin legði eina bumbu undir bilin hjá arabiska tingmanninum Is- sam Makhol í 2001. Bumb- an brast, tá kona tingmann- in setti seg í bilin, men eingin fekk kortini skaða. Løgreglan heldur, at tann 22 ára gamli hevði lagt ætlanir um at søkja at trim- um øðrum arabiskum lim- um í ísraelska tjóðartingin- um. Hann er eisini undir illgruna fyri at hava lagt níggju bumbur ymsastaðni í heimbýnum Haifa. Maðurin hevur greitt løgregluni frá, at hann hatar arabar og allar jødar, sum halda av arabum. Hendan myndin hevur fingið øði í nógvar amerikanarar C M Y K 17 16