leygardagur 6. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2004
19
Hósdagin varð greitt,
at Óli Holm fer at
taka dystin upp við
Fritleif Olsen um for-
manssessin í Fót-
bóltssambandinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Millum lítið og einki hevur
verið at hoyrt um formans-
valið í FSF, síðani aðal-
fundurin fyri nakað síðani
samtykti, at nevndarvalið
skuldi útsetast. Hetta hendi
eftir áheitan frá VB, og nú
nýggja freistin fyri at seta
fram valevni til formans-
sessin er um at vera runnin,
er tað ein vágbingur, sum er
koyrdur fram sum mótevni
til Fritleif Olsen.
Dimmalætting staðfesti í
gjár, at Óli Holm, sum er
pápi verandi VB-formann-
in, er skotin upp av Sumb-
ingum, og soleiðis tykist
tað nú standa greitt, at talan
verður um stríðsval. Eitt
stríðsval, sum væl kann
vísa seg at gerast eitt val
millum teir »gomlu« í FSF
og teir meira fesku, sum
seinnu árini hava ognað sær
eitt alt størri vald í felags-
skapinum.
Gamal i garði
Óli er nevnliga ein av teim-
um nevndarlimunum í FSF,
sum hava sitið heilt leingi,
og hetta kom eisini til
sjóndar, tá hann ikki var ein
av teimum nevndarlimun-
um, sum vóru við til at
senda fyrrverandi – ella
skuldu vit kanska sagt
fráfarandi – formanninum,
Dánjali Andreasen, eitt sera
hvassorðað bræv, sum í
seinasta enda helst var við
til at fella Dánjal.
Onkur hevur tikið til, at
hann kanska hevur »dekan
ov nógvar royndir« innan
FSF, og verður her helst
sipað til stóru útskiftingina,
sum hevur verið í felags-
skapinum seinnu árini.
Tað man tó vera lítil ivi
um, at Óli hevur møguleik-
an at verða valdur. Gjøg-
num árini hevur hann iva-
leyst knýtt samband við
leiðslurnar í nógvum feløg-
um, og í øllum førum kenn-
ir hann felagsskapin væl
innanífrá mótvegis Fritleifi,
og so er spurningurin, hvørt
hetta verður roknað sum
fyrimunur ella ikki.
Minstukrøv fylla nógv
Enn er tó helst ov tíðliga at
siga, í hvønn mun tey bæði
valevnini fáa uppbakning
frá ymsu feløgunum.
Sumbingar hava sjálv-
andi kanna sær lendið nak-
að, áðrenn teir hava heitt á
vágbingin um at koma í
uppskot, og tá teir so hava
tikið avgerðini, munnu
vónirnar ikki vera heilt
ongar í so máta.
Sum vit hava skilt støð-
una, so eru tað tó enn fleiri
feløg, sum ikki rættiliga
hava gjørt av, hvussu teirra
atkvøða skal falla á aðal-
fundinum. Fremsta orsøkin
til
hetta
munnu
vera
minstukrøvini til feløgini,
sum vórðu samtykt á aðal-
fundinum. Feløgini skulu
innan týsdagin handa FSF
eina ætlan, har tey stað-
festa, hvussu hesi krøv
verða uppfylt, og tí hava
flestu formenninir kring
landið helst úr at gera hetta
fram til týsdagin. Men tað
er eingin ivi um, at tá hetta
arbeiðið er av, fara telefon-
irnar at kima kring landið.
Rekast skal bæði væl og
virðiliga, og halda báðir
partarnir seg til fram til
valdagin, so er einki at ivast
í, at talan væl kann gerast
um eitt sera spennandi val.
Hondbóltsstøðurnar
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan 8
7 - 0 - 1
547
415
132
25
2 VB
7
7 - 0 - 0
529
392
137
22
3 VÍF
8
5 - 0 - 3
517
426
91
19
4 Neistin 6
3 - 0 - 3
452
416
36
14
5 StÍF
8
2 - 0 - 6
465
542
-77
9
6 Søljan
7
1 - 0 - 6
361
480
-119
4
7 Kyndil
8
1 - 0 - 7
338
538
-200
3
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur
stig
1 Kyndil
6
3 - 1 - 2
481
449
32
16
2 Neistin 5
4 - 0 - 1
427
392
35
14
3 StÍF
6
3 - 0 - 3
413
390
23
13
4 VÍF
5
3 - 0 - 2
412
376
36
12
5 H71
5
1 - 1 - 3
370
428
-58
5
6 KÍF
5
1 - 0 - 4
392
460
-68
5
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v -
t
sett
sett
sett
stig
1
Mjølnir 17
14 -
3
45
16
29
20
2
TB
17
13 -
4
44
15
29
18
3
Dráttur
17
10 -
7
37
26
11
16
4
ÍF
17
7 - 10
25
33
-8
10
5
KÍF
18
7 - 11
25
44
-19
9
6
Fleyr
18
1 - 17
11
53
-42
1
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v -
t
sett
sett
sett
stig
1
ÍF
14
12 -
2
38
9
29
17
2
Mjølnir 13
12 -
1
36
8
28
17
3
SÍ
14
7 -
7
26
24
2
10
4
Fram
14
2 - 12
10
37
-27
2
5
Fleyr
13
1 - 12
5
37
-32
2
Kvinnurnar hjá
Mjølni kunnu nærum
við vissu rópa seg
meistarar, um tær
vinna dystin á Gilja-
nesi um vikuskiftið
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er einki at ivast í, at
hópur av klaksvíkinguum
fer at leggja leiðina í Vág-
oynna sunnudagin.
Bæði kvinnur og menn
hjá Mjølni skulu spæla
dystir, sum lættliga kunnu
gerast avgerandi fyri gull-
merkini, og serliga hjá
kvinnunum er spenningurin
stórur.
Júst Dráttur var liðið,
sum av álvara spældi
trumfin í gullstríðnum yvir
til Mjølnir, tá tær vunnu
heimadystin móti TB, og nú
er so spurningurin, um
Mjølnir detta í somu grøv-
ina, ella um tær megna at
taka stikkið heim. Gaman í
eru ikki allar súður syftar,
um Mjølnir, men tað skal
ikki roknast við, at tær fara
at kiksa í øðrum dystum, so
fyri leikararnar man hetta í
nógvar mátar vera at rokna
sum gulldystur.
TB spælir um sama
mundi á Kambsdali móti
ÍF, og sum so eru ikki teir
stóru valmøguleikarnir hjá
TB. Tær skulu bara syrgja
fyri at vinna sínar dystir og
annars bíða eftir Mjølni.
Og tó at ÍF onkra tíð hevur
argað, so eigur góðskan á
TB liðnum at vera somikið
góð, at hetta ikki verður
enn ein snávingarsteinur
hjá teimum.
Barometrið í Sørvági
Hjá monnunum er somu-
leiðis spenningur í luftini,
tá Mjølnir vitjar hjá SÍ.
Her er gullið kanska ikki
eins nær, tí Mjølnir skal á
seinasta leikdegi vitja hjá
ÍF, og tí kann hesin dysturin
ikki sigast at vera avger-
andi fyri oddastríðið, so-
leiðis sum vit av misgávum
skrivaðu seinasta týsdag..
Men tað skerst ikki burt-
ur, at hetta er eitt gott baro-
metur hjá Mjølni at máta
styrkina eftir, nú stórdyst-
urin móti ÍF nærkast í
hvørjum. ÍF vann seinsta
vikuskifti 3-0 í Sørvági, og
tó at fleiri ferðir rann um
snarið í tí dystinum, so vísti
seinasta settið kanska, at SÍ
ikki í nóg stóran mun
megnar at halda dampinum
gjøgnum heilan dyst. Júst
tann eginleikin er nakað,
sum Mjølnir hevur sýnt
nógv av í árinum, og so er
spurningurin, hvørt teir
einaferð afturat prógvað, at
so er.
Hin dysturin hjá monn-
unum verður í Havn, har
Fleyr skal royna at vinna
sær næsta sigurin á árinum,
tá teir hesaferð eiga heima-
vøll móti Fram. Hesi bæði
liðini hava í ár ikki havt
nakað at siga í oddinum, og
tí man dysturin einamest
snúgva seg um, hvør skal
arga hvønn í høvuðsstað-
num komandi summarið.
Mjølnir kann
staðfesta
Óli stillar upp
Vinna kvinnurnar hjá Mjølnir útidystin á Drátti, tykist FM-
gullið vera at kalla víst
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
06.03 14.30
Neistin-VB
Hannis Wardum & Uni Wardum
07.03 15.00
Stjørnan-Kyndil
Kristian Johansen & Sámal Hansen
07.03 16.00
Søljan-StÍF
Karsten Joensen & Kristian Joensen
1. deild menn
06.03 16.00
Neistin-KÍF
Hannis Wardum & Uni Wardum
07.03 16.00
H71-VÍF
Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
07.03 14.00
ÍF-TB
KÍF
07.03 14.00
Dráttur-Mjølnir
Jan Hentze & Tummas Óli Mortensen
Meistaradeild menn
07.03 16.00
Fleyr-Fram
ÍF
07.03 16.00
SÍ-Mjølnir
Jan Hentze & Tummas Óli Mortensen
Eftir at lítið og einki hevur
verið at hoyrt um FSF-
aðalfundin nú í eina tíð, fer
tað ivaleyst at skapa nakað
av røringi, nú navn er sett á
kappingarneytan hjá Fritleifi
Olsen
19
Nr. 46 • leygardagur • 6. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Eftir at Stjørnan vann
sín dyst í Vestmanna,
er tað skorið út í
papp, at VB ikki
hevur ráð at snáva
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er framvegis lagt upp
til, at talan verður um sann-
an finaludyst, tá kvinnurnar
hjá VB taka ímóti Stjørnuni
á næst seinasta leikdegi.
Men eftir sigurin hjá
Stjørnuni
í
Vestmanna
mikukvøldið stendur greitt,
at tað er VB, sum hevur
truplastu leiðina fram til
hetta.
Eftirverandi dystarskráin
hjá Stjørnuni – tá sæð verð-
ur burtur frá VB-dystinum
– er nevnliga alt annað enn
ræðandi. Stjørnan skal fram
til hetta spæla heima móti
Kyndli og úti móti Søljuni.
Síðani kemur útidysturin
móti VB, áðrenn rundað
verður av við heimadysti
móti Neistanum. Ein dyst-
ur, sum kanska kann arga
nakað.
Hjá VB er í so máta eitt
sindur øðrvísi. Hetta viku-
skiftið vitja tær í Havn, har
Neistin helst ætlar at gera
ein vørr, og síðani er talan
um heimadyst móti VÍF,
sum helst framvegis vil
spæla við, hóast talan nokk
bara verður um heiðurs-
merki úr silvuri. Síðani er
útidystur móti StÍF, áðrenn
brakið móti Stjørnuni, men
skal talan verða um brak, so
krevst full úrtøka fram til
hetta.
Søljan kann loysa
Og sum sagt, so er fyrsta
royndin nú leygardagin, tá
tær vitja í Havnini. Einki er
at ivast í, at á pappírinum er
tað VB, sum hevur betra
liðið, og hevur liðið ein av
sínum góðu døgum, so er
einki at ivast í, hvønn veg
stigini fara.
Neistin hevur hinvegin av
og sveiggjað seg upp til
nøkur sera góð avrik. Ikki
minst seinasta dystin í
grundspælinum, tá tær í
Vági vunnu á VB, og júst
tann sigurin kann kanska
geva Neistakvinnunum mót
til uppgávuna hetta viku-
skiftið.
Sum nevnt omanfyri, so
skal Stjørnan sunnudagin
spæla
heimadyst
móti
Kyndli, og har er einki at
ivast í, at tvey trygg stig
bíða. Stjørnan má so vera
Katarinu Stepanov fyriutt-
an, men tað er einki at ivast
í, at hetta ikki fer at nerva
tað heilt stóra sunnudagin.
Tá spæla Søljan og StÍF
eisini á Giljanesi, og tá er
spurningurin, hvørt StÍF
eftir sigurin á Kyndli kann
lyfta seg enn longur, ella
um Søljan hinvegin megnar
at staðfesta munin, sum
hevur verið niður til Kyndil
størsta partin av árinum.
Vinna teir bláu
heimadystin móti KÍF
leygardagin, fara teir
upp um Kyndil í
oddastríðnum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at teir mest sum alt
árið hava stríðst fyri at
hanga í oddinum, hevur
Neistin nú møguleikan at
toga seg fram um grannar-
nar úr Kyndli. Partvíst
syrgdu teir sjálvir fyri hes-
um við sigri á StÍF seinasta
sunnudag, og partvíst fingu
teir so hjálp frá júst strand-
ingunum, tá hesir miku-
kvøldið vunnu á Kyndli.
Leygardagin tekur Neist-
in móti KÍF, og á pappír-
inum er her eingin ivi um,
at tað er bláa havnarfelagið,
sum er favoritturin. KÍF
hevur tó fleiri ferðir havt
hug at arga fremru liðini,
og er lagið hitt rætta, so er
einki at ivast í, at teir kunnu
geva Neistanum ein sera
skarpan gang.
Tað telir tó skeiva vegin
hjá KÍF, at teir hesaferð
mugu vera tveir leikarar
fyriuttan. Bæði Petur Mart-
in Poulsen og Kristian
Madsen fingu beinleiðis
reytt í dystinum móti VÍF
seinsta vikuskifti, og tí eru
teir ikki við í hópinum
leygardagin.
VÍF kann eisini
Sunnudagin verður so dyst-
ur í Hoyvíkarhøllini, har
VÍF kemur á vitjan.
Vestmenningar
tykjast
langt um leingi at hava
funnið rætta stevið, og
vinna teir aftur hesaferð, er
talan um triðja sigurin á
rað. Samstundis kunnu teir
lyfta seg somikið langt upp,
at tað bert eru tvey stig upp
til oddin, og við eftirver-
andi dystum móti bæði
Neistanum
(heima)
og
Kyndli (úti) kann hond-
bóltsfepurin í bygdini brád-
liga gerast væl hægri, enn
hann hevur verið líka síðani
fyrra hálvleik av seinasta
dystinum móti StÍF fyri
knøppum ári síðani.
Trýstið er nú á VB
Neistin móti oddinum
Vestmenningar hava ikki
tosað um gull í langa tíð,
men verður talan aftur um
sigur sunnudagin, mugu teir
av álvara roknast við í hesum
høpi
Einki er at ivast í, at trýstið nú liggur á VB. Eftir sigurin hjá Stjørnuni mikukvøldið hevur VB ikki ráð at missa nakað sum helst
komandi vikurnar
C
M
Y
K
18