hósdagur 3. mai 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 51 · 3. mai 2012
15
VIKUSKIFTI
metabolittarnir, so sum plantulitevnini
og onnur flavonoid. Vit vita eisini væl
hvør plantulutur á plantuni er áhuga
verdur at eta, og hvussu hann kann
tilgerast.
Eplaplantan er eitt dømi um eina
plantu, sum er tikin úr ódyrkaðum
náttúrulendi.
Í fyrstani vistu fólk ikki, at tað var
sjálvt eplið sum kundi etast og ikki
bløðini, og at eplið mátti kókast, og at
alt grønt á plantuni var eitrandi. Heldur
ikki vistu fólk hvussu epli skuldi velt
ast og kynbøtast og tey vistu einki um
innihald ella mongu herviligu epla
sjúkurnar.
Og enn duga vit illa at varðveita villu
eplaplanturnar á sínum upprunastøðum.
Tað er neyðugt, tí at upprunaplantur
eru altíð virðismiklar sum ílegutilfeingi
til framhaldandi kynbótararbeiði.
Villar plantur kunnu vera væl
smakkandi og forvitnisligar at royna
til matna. Og mangt bendir á, at plantu
sløg sum grógva norðaliga og á sínum
norðurmarkið innihalda hægri nøgdir
av t.d. ávísum vitaminum og smakk
evnum enn sløg, ið vaksa sunnanfyri.
Tosað verður eisini um norðurlendsk
»terroir«, tað er ávirkanin av vakstrar
korunum sum ger rávøruna serliga og
einastandandi, eins og tá tosað verður
um ávís vínsløg. Vit kenna hetta aftur,
tá tosað verður um skerpikjøt úr ávís
um hagaparti ella smakkin hjá nýupp
tiknum sandeplum.
Men villar plantur kunnu eisini
innihalda evni sum eru óheppin fyri
heilsuna – ella kanska eitrandi.
Tí er umráðandi at kanna innihald,
velja út og kanska kynbøta, eins og við
eplinum, hvør plantulutur kann etast,
ungur ella eldri, ráur ella tilgjørdur,
nær á árinum, og á hvørjum lendi
plantan smakkar best og trívist best.
Hetta krevur vitan, kanningar og fígg
ing og tað kann taka sína tíð, – men
plantutilfeingið eiga vit. Harumframt
hava vit onnur sløg t.d. summir tarar og
soppar sum avgjørt eisini kunnu vera
áhugaverdir til matna.
Og um tað tá vísir seg at vera áhuga
vert, so eiga vit at ala fram hesi villu
sløg við sølu fyri eygað. Tá kundu bæði
matstovur og vit onnur borðreitt við
villum aldum heilsugóðum plantum.
At taka tey fyrilitarleyst úr náttúruni
er ikki rætt í okkara viðbrekna lendi og
tað er eisini alt ov tíðarkrevjandi og
eingin trygd er fyri at planturnar eru
heilsugóðar og at tær ikki eru dálk
aðar.
1. Náttúra okkara er viðkvom, seyðurin tekur
mestsum alt, ið grønt er, og vit sum mentað fólk,
eiga als ikki at týna restina, hvørki sum einstaklingar
og als ikki í størri nøgdum til matstovur, gildir og
sølu. Latið villa gróðurin fáa frið – lítið er til av
summum sløgum, og nøkur plantusløg eru hótt.
2. Henta bara sunnar villar plantur sum tit kenna
væl, helst á egnum øki, kanska grógva tær villar
sum lok (ókrút) í garðinum. Sum tey siga: If you
can‘t beat them – eat them. Og um tit ikki megna
at henta øll, ansið tá eftir, at hesi kvomu sløg ikki
verða til ampa og villast útaftur.
3. At henta og eta villar plantur krevur góðan
plantukunnleika, leita tær vitan, byrja í smáum og
lær teg fyrst fá sløg at kenna og tilgera. Ikki royta
tær upp, klipp heldur av í smáum. Ofta eru ungir
partar av plantuni bestir. Et sum minst av óroyndum
sløgum. Vit kenna ikki so neyvt hvat tey innihalda og
hvat hvør tolir. Fyri tað at ein planta sigst at kunna
nýtast til matna, so kann tað hava álvarsligar fylgjur
at eta skeivan part av henni, at eta ov nógv av henni,
ella at eta hana ráa.
4. Brúka plantubøkur og myndir t.d. Føroysk Flora
at finna rætta heiti. Tá er lætt at leita fram meira
vitan. Um tit nýta matuppskriftir t.d. av alnótini so
mugu tit tryggja tykkum at plantuheiti er tað rætta
á latíni. Tað fyribyrgir mongum mistøkum, tí ymiskt
er hvussu vanlig fólk og eisini matkøn fólk kalla
somu plantu.
5. Planturnar mugu ikki verða dálkaðar av skarni
hvørki frá húsdjórum, seyði, fugli ella øðrum og
heldur ikki mugu tær vera fongdar av soppi, sjúku og
øðrum plágum. Reinsa tær væl. Henta ikki plantur
sum kunnu vera dálkaðar av kemiskum evnum.
6. Lærið børnini at vera varin, tað kann hava
álvarsligar fylgjur at mistaka seg. Verið serliga varin
uttanlanda.
7. Tað ber til at ala fram tey flestu villu sløgini
í reinum umhvørvi, eisini í størri nøgdum bæði í
íløtum, krukkum, veltum ella í gørðum. Summi dyrka
tey longu, bið tey um plantur. Sløgini kunnu nørast
antin við fræ ella við plantulutum. Og summum
sløgum er ovmikið til av í gørðum og veltum, summi
lúkað tey – onnur eta tey.
Góð varsemisráð til tín sum vil royna villar plantur
Hvanngarður í Koltri
Várhagasólja (Taraxacum sp.)
Søtur urtakervil (Myrrhis odorata)
Tvíbýlisnota (Urtica dioica)
Aksmynta (Mentha spicata)