hósdagur 3. mai 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 51 · 3. mai 2012
14
VIKUSKIFTI
Á fínaru matstovunum borðreiða tey
við villum, og mestsum gloymdum
plantum úr náttúruni, og á tallerkunum
sært tú hagasólju, sýru, arva og myntu
sum kokkarnir helst sjálvir hava
savnað.
Tí søtur er sjálvgivin biti.
Og í handlunum uttanlanda kanst tú
nú eisini keypa tær bæði notur, geitarkál
og sjáldsom plantusløg hentað úr nátt
úruni og helst á serstøkum lendum.
Spurningurin er, um hetta nú bara
er so einfalt, rætt og ráðiligt, – ella eru
vit kanska ov góðvarin?
Norðurlendskar plantur
Rákið er, at vit skulu gagnnýta okkaru
egnu norðurlendsku plantusløg, og tað
helst úr nærumhvørvinum, og helst tað
tíð, tá tær eru tøkar og frískar. Hetta
verður mett at vera betri bæði fyri
fólkaheilsu, veðurlag, samleika og eis
ini ferðavinnu.
Tað er eisini eitt rák í tíðini sum hev
ur við sær, at tað hjá fjepparum ikki
longur er nóg mikið, bara at eta tað
vanliga kenda grønmeti og fruktina
sum liggur á handilshillunum. Tað
skal helst vera serstakt, ørvísið og
meira forkunnugt. Og tað er heldur
ikki longur nóg mikið við sløgum úr
fjarskotnum londum. Nei tað skal helst
vera heimadyrkað, eisini um tú býrt í
býunum. Býardyrking kallað tey tað,
ella »urban gardening«. Sjálvt Michelle
Obama veltir grønmeti á grasvøllinum
við Hvítu húsini.
Men um tú hevur tíð og vitan, so eru
tey villu etandi plantusløgini uppaftur
hægri í metum. Og tann sum hevur
stundir til at sóknast eftir og finna
okkurt sjáldsamt og vælsmakkandi í
náttúruni, er ein hetja og kemur í fjøl
miðlarnar.
Tíverri fara onnur út í náttúruna og
tey ódyrkaðu lendini at leita eftir somu
sløgum, og gloyma alt um skynsemi,
burðardygga nýtslu, og at sløgini
kunnu týnast til komandi ættarlið.
Føroysk sløg
Í føroysku floruni hava vit umleið 60
ymisk sløg av villum plantum, sum
í útlendsku miðlunum verða nevnd
at kunna nýtast til matna. Og tá eru
tarar og soppar ikki taldir við. Summi
av sløgunum eru sera sjáldsom her, og
eiga at verjast.
Harumframt finnast mong onnur
vill sløg sum kunnu flokkast undir
nyttuplantur t.d. litingarurtir, lekiurtir,
snapsaurtir o.a. Tørvur er á kanningum
sum lýsa, hvussu vit kunnu gagnnýta
hesi sløg trygt og við skynsemi.
Villar ella vanligar
plantur til matna?
Tey villu plantusløgini eru ikki roynd,
kannaði og lýst, eins og tær vælkendu
dyrkaðu matplanturnar. Vóru tey tað,
so vóru tey sum royndust væl sum
plantuføði, jú langt síðani tikin inn til
dyrking og sølu.
Harafturímóti hava nógv av vanligu
plantusløgunum, sum vit innflyta til
matna verið dyrkaðar sum matplant
ur í øldir, t.d. kornsløgini, frukt- og
bersløgini, grønmetissløgini og krydd
urtirnar.
Tey verða framhaldandi kynbøtt,
roynd og granskað, eisini tí at stóri
framtíðar fólkavøksturin fer at krevja
enn meira heilsugóða og burðardygga
plantuføði.
Somuleiðis væntast, at veðurlags
broytingarnar fara at seta onnur krøv
til dyrking og plantuframleiðslu.
Fleiri av kendu matplantunum eru
útvaldar og kynbøttar so nógv, at tær
als ikki longur líkjast sínum villu upp
runasløgum hvørki í útsjónd, innihaldi
ella smakki, fyri ikki at tala um stødd,
úrtøku, haldføri og mótstøðuføri móti
sjúkum og skaðadýrum. Helst hava vit
eisini mist ella frávalt onkrar eginleik
ar á leiðini t.d. góðan anga og sterk
an atsmakk. Felags er tó, at vit vita
rættiliga neyvt hvørji evni tær inni
halda, eitt nú vitaminir, mineralir,
sukurevni, proteinir, fiti, aromaevni
og nú eisini teir áhugaverdu sekunderu
»Á landsbygd har eta tey sýrulegg og hvonn«
og tað gera tey eisini á Noma – heimsins bestu matstovu...
Villar plantur
til matna
VITAN & vísindi
Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum,
skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri
Føroya um evni, tey granska í.
Hesaferð skrivar Sigga Rasmussen.
Sigga Rasmussen
Adjungeraður námslektari
í plantufrøði
Nøkur føroysk vill plantusløg sum
tykjast at vera átulig, og sum tað ofta
er nóg mikið til av, antin í náttúruni,
í gørðum, ella kanska kanska sum
lok í veltum og opinekrum.
Átuligi parturin kann t.d. vera:
Unga fræplantan, rót, leggur, blað, blaðstelkur, blóma,
fræ, frukt, ber. Tað hevur týdning, um tað eru ungir
plantulutir ella eldri, tilgjørdir ella ráir.
• Heima- el. bjargahvonn
(Angelica archangelica L. subsp.archangelica)
• Søtur urtakervil (Myrrhis odorata)
• Tásársgeitarkál (Aegopodium podagraria)
• Opinekruarvi (Stellaria media)
• Tvíbýlisnota (Urtica dioica)
• Leggsýra (Rumex acetosa)
• Várhagasólja (Taraxacum sp.)
• Aksmynta (Mentha spicata)
• Hirðahjartaarvi (Capsella bursa-pastoris)
• Vanligur berjalyngur (Empetrum nigrum subsp. nigrum)
Heima- el. bjargahvonn (Angelica archangelica L. subsp.archangelica)
Tásársgeitarkál (Aegopodium
podagraria), ungar plantur