mánadagur 7. mai 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Jenis av Rana og Miðflokk
urin eru enn í samgonguni.
Jenis
av
Rana
hevði
annars ávarað um, at hann
fór úr samgonguni, varð
uppskotið um at skerja ALS,
samtykt.
Hann kundi heldur ikki
góðtaka, at tað stendur í
játtanarkarmunum, at sam
gongan ætlar at hækka pen
sjónsaldurin næsta ár og at
játtanin til útbúgving verður
skerd.
Men áðrenn Løgtingið fór
til hús í hóskvøldið, hevði
tað bæði samtykt at skerja
ALS
tað
hevði
samtykt
játtanarkarmarnar óbroytt
ar.
Kortini gjørdu teir báðir
tinglimirnir í Miðflokkinum
av at atkvøða ímóti at skerja
ALS.
Ávarðingin hjálpti
Men Jenis av Rana staðfestir
at hann er framvegis í
samgonguni, hóast samgong
an ikki rættiliga hevur tikið
hansara ávaring til eftir
tektar.
Men tað er ikki vist, at
hetta er ein varandi støða, tí
týsdagin skal Miðflokkurin
hava fund um støðuna og tá
verður ein avgerð tikin.
Men Jenis av Rana sigur,
at hóast tað varð samtykt at
skerja ALS og hóast játtanar
karmarnar vórðu samtyktir,
er ymiskt hent tað seinastu
tíðina, sum ber í sær, at ávar
ingin frá Miðflokkinum hev
ur havt sína ávirkan.
- Allir politikarar hava nú
tikið frástøðu frá ætlanini
at hækka pensjónsaldurin,
sigur Jenis av Rana.
Hann
sigur
eisini,
at
Miðflokkurin hevði fund í
gjár og har varð samtykt, at
flokkurin skuldi ikki taka
undir við at skerja ALS.
- Tískil atkvøddi Miðflokk
urin ímóti uppskotinum hjá
samgonguni um at skerja
ALS.
-
Hinvegin
hava
vit
fingið lyfti um, at reglan
um karendsdagar skal ná
greinast í eini kunngerð, so
at tað ikki rakar tey, sum
ætlanin ikki var at raka.
Karendsdagarnir
eru
settir í verk fyri at forða fyri
misbrúki, har fólk ferðast inn
og út úr ALS, men nú skulu
reglar gerast, so at tað ikki
eisini rakar tey veruliga ar
beiðsleysu.
Vit hava eisini fingið lyfti
um, at loftið fyri inngjaldi
skal hækkast upp ígjøgnum.
Tá ið inngjaldið varð 1%,
rindaði ongin inn í ALS av
inntøku omanfyri 650.000
krónur.
Men nú inngjaldið hækk
ar upp í 1,25%, verður øll inn
tøka omanfyri 520.000 krón
ur frítikin fyri at rinda inn í
ALS.
- Vit hava fingið lyftið
um, at tað hámarkið skal
hækkast upp í millióna
klassan so at øll í veru
leikanum rinda til ALS av
allari sínari inntøku.
Samgongan snarað
Jenis av Rana sigur, at fyri
bils er Miðflokkurin sostatt í
samgongu, men at ein avgerð
verður tikin týsdagin.
Hann ásannar, at flokk
urin ger meiri nyttu innan
fyri, tí tað skerst ikki burtur,
at samgongan er snarað
nøkur stig aftur tann sosiala
vegin.
Tú hevur boðað frá, at tú
fert úr samgonguni, um so
var, at viðurskiftini hjá Ar
beiðsleystum versna. Nú er
greitt, at tey fara at versna.
Hevur tú ikki sett títt trú
virðið í vanda við ikki at fara
úr samgonguni?
- Úr samgonguni kunnu
vit altíð fara, tí tað er nógv
tað
lættasta.
Men
eitt
sjónarmið er so tað, at vit
gera størri nyttu innanfyri,
har vit kunnu forða fyri, at
politikkurin verður alt ov
ósosialur.
- Tí lurti eg eisini eftir
teimum, sum halda, at vit
eiga at síggja tíðina ann.
- Úr samgonguni kunnu
vit altíð fara!
- Tað er møguligt, at tað
skaðar mítt trúvirði, men vit
hava havt okkara ávirkan og
tey atlit má eg eisini taka, sig
ur Jenis av Rana.
- Men eg má viðganga, at
ónøgdin við samgonguna
er ómetaliga stór, eisini hjá
leiðslu og stuðlum floksins,
leggur hann afturat.
Jenis av Rana tekur
avgerðina í morgin
TRÚVIRÐI Tað er møguligt, at tað fer at skaða mítt trúvirði, at eg verði verandi
í samgonguni, men avgerðin er ikki tikin enn, sigur Jenis av Rana
Vit hava eisini fingið
lyfti um, at loftið fyri
inngjaldi skal hækkast
upp ígjøgnum
Inni ella úti
- Úr samgonguni kunnu vit altíð fara, tí tað er nógv tað lættasta. Men í samgonguni kunnu forða fyri, at politikkurin verður alt ov ósosialur, sigur Jenis av Rana