mánadagur 7. mai 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Tað hevur avgerðandi
týdning fyri framtíðina hjá
Miðflokkinum, at Jenis av
Rana og eg draga eina línu.
Tað staðfestir Bill Just
inussen,
tingmaður
fyri
Miðflokkin, sum er ein av
teimum fýra flokkunum í
samgonguni.
Jenis av Rana og Bill,
sum manna Miðflokkin á
Føroya Løgtingi.
Men tað er als ikki vist,
at teir báðir tinglimirnir
fara at draga somu politisku
línu hesa næstu tíðina.
Rættiliga ósamdir
Jenis av Rana er so ónøgdir
við førda politikkin hjá sam
gonguni, at hann umhugsar
av álvara at fara úr sam
gonguni.
Men Bill Justinussen ger
greitt, at tað er ikki sagt, at
hann fer at fylgja parta
manninum úr samgonguni,
yvir í andstøðu.
- Tað skerst ikki burtur,
at Jenis av Rana og eg hava
rættiliga ymisk sjónarmið
um fleiri mál, sigur Bill
Justinussen.
Sjálvur er hann nógv
meiri
borgarliga
sinn
aður enn Jenis av Rana,
sum hevur fingið sosia
listisku
hugsjónina
inn
við móðurmjólkini við at
vera vaksin upp í einum
javnaðarheimi í Trongis
vági.
Hinvegin staðfestir Bill
Justinussen, at tað hev
ur nettupp eyðkent mið
flokkin, at hann er rúmligur
og megnar at hýsa ymsum
áskoðanum og teir báðir
eru samdir um tey etisku
kjarnuvirðini hjá flokki
num.
Kortini ásannar hann
eisini, at tað er mark.
- Jenis av Rana hevur
ikki gjørt støðu sína upp
enn, sigur Jenis av Rana.
Men tað er onki yvir at
dylja, at Jenis av Rana og
hansara stuðlar eru nógv
meiri sosialistiskt sinnaðir
enn eg og mítt bakland í
Miðflokkinum í Eysturoy
og í Norðoyggjum, sum eru
meiri høgrasinnað.
-
Verður
niðurstøðan
hjá Jenis av Rana tann, at
hann ikki longur kann vera
í samgongu, má eg ráðføra
meg gjølliga við mítt bak
land fyri at vita, hvørja
støðu, eg skal hava.
Óhugsandi
Men
Bill
Justinussen
ásannar eisini, at tað er ein
rættiliga óhugsandi støða,
at annar tingmaður Mið
floksins verður í samgongu
og hin verður í andstøðu.
- Hinvegin er tað alt av
gerðandi fyri framtíðina hjá
flokkinum, at tinglimirnir
standa saman, to tað verður
ein torfør avgerð, sum skal
takast.
Sostatt er vandi fyri, at
ósemjan ímillum teir báðar
tinglimirnar fer at gera
enda á flokkinum.
- Eg má viðganga, at
sjónarmiðini eru rættiliga
ymisk.
Hinvegin
vísir
Bill
Justinussen á, at Miðflokk
urin hevði fund hóskvøldið
um støðuna.
- Eg veit ikki um vit
komu til nakra beinleiðis
niðurstøðu. Men mín tulk
ing er, at niðurstøðan var,
at Miðflokkurin ger størri
gagn í samgonguni enn
uttanfyri.
Eitt, sum býður Mið
flokkinum illa ímóti, er
málið um at skerja ALS. Tað
smakkaði flokkinum so illa,
at báðir tinglimirnir fóru
í part við andstøðuni og
atkvøddu ímóti samgongu
ni.
Og
Bill
Justinussen
ásannar, at tað er óheppið,
at ein flokkur í samgonguni
fer í part við andstøðuni í
einum máli.
- Tað kann elva til, at í
onkrum øðrum máli verð
ur tað onkur annar, sum
atkvøður ímóti samgonguni.
Og hann heldur, at tað er
ein spurningur, hvussu ofta
tað ber til, áðrenn tað fær
avleiðingar.
- Avgerðin hjá samgonguni at
skatta pensjónir við inngjald
er ein sonn ræðusøga fyri tey
lágløntu í Føroyum.
Tað staðfesti Aksel V.
Johannesen, formaður Javn
aðarfloksins, á landsstevnu í
Skopun um vikuskiftið.
- Hetta hevur við sær, at
vit eru farin frá skipanini,
har pensjónsútgjøld antin
vórðu skattað 35%, ella sum
vanlig A-inntøka við botn
frádrátti. Ístaðin hava vit
fingið eina skipan, har allar
pensjónsinngjaldingar veða
skattaðar 40% frá fyrstu
krónu, t.v.s. uttan nakran
botnfrádrátt..
Munandi skatta
hækking
Aksel V. Johannesen sigur,
at við hesari broyting hava
lægri inntøkurnar fingið eina
munandi skattahækking.
Samstundis hava pen
sjónsfeløgini
upplýst,
at
verður uppskotið samtykt,
fara teirra umsitingargjald
fyri at umsita pensjónsupp
sparingarnar fóru at hækka.
- Orsøkin til hækkaða
umsitingargjald var, at tað
krevur meira at umsita fleiri
skipanir enn bara tí einu.
- Hetta hevur Lærara
felagið og onnur fakfeløg
eisini longu staðfest.
Hægri
umsitingargjald
minkar um avkastið og hetta
hevur stóran týdning fyri
einstaka uppspararan.
- Aksel V. Johannesen
nevndi eitt dømi um eina
kvinna í almennum starvi,
sum sparir pensjón upp frá
hon er 27 ár til pensjónsaldur.
- Fyri hana fer ein munur
á 1 prosent í lægri avkasti
í miðal árliga merkja eina
pensjónsuppsparing, ið er
23% minni, tá viðkomandi er
67 ár.
- So broytingin av pen
sjónsskattingini kemur at
raka einstaka uppspararan
meint, serstakliga uppsparar
úr lægri inntøkubólkunum,
sigur Aksel V. Johannesen.
Álvarligt rán
Hann vísir eisini á, at før
oyskir og danskir búskapar
frøðingar hava staðfest, at
avgerðin um at skatta pen
sjónir við inngjald ikki er
nøkur verulig fígging.
- Tað er bert at flyta inn
tøkur frá komandi tíðum og
er sostatt eitt álvarsligt rán
frá
komandi
ættarliðum,
sum hevur avleiðingar vit
bara kunnu øtast um.
- Inntøkurnar frá pen
sjónsskattingini
eru
ikki
nýggjar inntøkur, men talan
er um framflyting av gjald
føri. Tá vit ikki kunnu brúka
somu pengar fleiri ferðir,
kemur peningurin at vanta í,
tá vit hava størst tørv á hon
um, nevniliga tá tali av eldri
borgarum verður hægst um
eini 25 til 30 ár.
- Eftir gomlu skipanini
fingu kommunurnar umleið
helvtina av pensjónsskatti
num, men við broytingini
hjá samgonguni fara allar
skattainntøkur frá pensjón
um í landskassan.
Eyðsæð vil hetta geva
kommunum fíggjarligar tru
pulleikar um nøkur ár, og tá
verður ikki annað at taka til,
enn at hækka kommunu
skattin, sum aftur rakar
veikastu
inntøkubókarnir
harðast.
Hetta,
bæði
tí
kommunuskatturin er ein
verulig flatskattaskipan, og
tí lægri inntøkubólkarnir
ikki hava fingið lut í skatta
lættanum, sum samgongan
júst hevur veitt, segði Aksel
V. Johannesen.
Ein ræðusøga fyri tey
lágløntu í Føroyum
RÆÐUSØGA Politikkurin hjá samgonguni er ein sonn ræðusøga fyri tey lágløntu
í Føroyum, staðfesti formaður Javnaðarfloksins á landsfundi um vikuskifti
Ósemja kann beina fyri Miðflokkinum
SAMGONGA Ósemja ímillum teir báðar tinglimirnar hjá Miðflokkinum kann føra til, at flokkurin fer í tvíningar
Ymisk sjónarmið
- Kemur Jenis av Rana til ta niðurstøðu, at hann ikki
longur hevur samvitsku til at vera í samgongu, má
eg ráðføra meg gjølliga við mítt bakland fyri at vita,
hvørja støðu, eg skal hava, sigur Bill Justinussen
Hart rakt
Um fá ár fara kommunurnar at fáa stórar trupulleikar av
politikkinum hjá samgonguni, sigur Aksel V. Johannesen
Tað er
bert at flyta
inntøkur frá
komandi
tíðum og er
sostatt eitt
álvarsligt
rán frá
komandi
ættarliðum