mánadagur 7. mai 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eiler Rasmussen vaks upp í
Trøllagili sama við foreldr
um sínum Jógvan og Dagmar
Rasmussen, syskjunum Klaru,
Áslu og Anitu, men eisini
saman við abbanum Klávus
og Dovva, Pápabeiggjanum -
eitt hugnaligt heim, har kæti
ráddi, men eisini bar nógv
uppá nágreini og nærlagni.
Jógvan giftist inn hjá
pápanum, Klávus. Klávus
var
bróður
Kristian
og
Jógvan í Grótinum, sum
fluttu
til
Klaksvíkar
og
tóku navnið í Grótinum við
sær til Klaksvíkar undan
Skipanesi. Klávus giftist við
Katrinu Mariu, einkju eftir
Óla Joensen, sum doyði av
lungnabruna, tá ið tann elsta
dótturin, Armgarð, var bert 7
ára gomul.
Katrina Maria, ið var
fryntlig og blíðsinnað, giftist
uppaftur við Klávus, Hann
arbeiddi sum bøkjari úti í
Klaksvík. Í fyrru giftu átti
Kartrina Maria, Armgarð,
Carlinu, Micheal, Kristoffer,
vanliga nevndur Dovva og
Oluffu. Birtiu, Rikku, Hannu,
Ebbu og Jógvan í seinnu giftu
við Klávus.
Eiler var altíð væl klæddur
og væl greiddur. Dugdi væl at
sita undir og var beinrakin
við skemtiligum søgum.
Eiler var altíð nærlagdur
og gjørdi nógv burturúr
tónleikinum á harmonikuni
og ikki minst á cornettini.
Hann hevði ein serligan tóna,
rundan og fløvandi. Spældi
til nógv ymisk høvi, sum
gjørdu tey serliga hátíðarilig
við hansara frálíka spæli.
Eiler hevur frøtt mangan
kirkjugangara
við
sín
fagra spæli uppi við orgli
til
sálmasangin.
Mangar
ferðir hevur hann gjørt løt
una hátíðarliga við einum
preludeum hóast at var til
ein jarðarferð, hann nú skal
á ella eisini við eitt brúðleyp
og aðra veitsluløtu.
Eiler spældi við nógv ym
isk høvi og var ein tónleikari
av Guðs náði, sum tikið veður
til. Hann kýndi tónunum og
var uppmerksamsur uppá
hvønn einkultan teirra, gav
teimum lív og sál. Frøddi
mong við sínum gávuríka
spæli.
Eiler tók útbúgving sum
fotografur í Svøríki, har
hann eisini gjørdi nógv við
tónleikin. Í fótbólti, ítrótti
ella í tónleiki er vanligt at
hava fyrimyndir. Í tónleiki
var Eiler ein av teimum
stóru fyrimyndunum hjá so
mongum.
Hetta vakra cornetljóðið
er nú tagnað við Eiler - sama
er harmonikan, men takka
vit fyri mangar góðar løtur í
hesum fagra ljómi.
Ærað veri minnið um Eiler
Rasmussen.
Dávur
Nøvn
Cornettin er tagnað
Prógv
Leygardagin 5. maii fekk Jastrid Høj prógv sum
Master of Arts in Education honour frá Oral Roberts
University, Tulsa Oklahoma. Prógvið varð handað í
Uppsala í Svøríki.
Beinir Danielsen
25 ár saman við PM
Mikukvøldið tann 2. mai var samkoma fyri Beini
Danielsen í samband við at hann tann 7. apríl hevði
arbeitt hjá P/F Poul Michelsen í 25 ár.
Familja, vinir og starvsfólk vóru komin saman at
heilsa upp á Beinir, sum á samkomuni fekk handað
siðbundna gávu frá Poul Michelsen fyri trúgva og
góða tænastu.
Dagfinn Olsen
Við nýggja ellisheiminum
Hamragarði í Vági, hava fólk,
sum eru 60 ár og eldri, fingið
eitt tilboð, sum tykist ov gott
at takka nei til.
Til ber nevniliga hjá øðrum
enn búfólki á Hamragarði at
koma til venjing og mýkja
sær vøddarnar. Hetta fer
fram nærum hvønn gerandis
dag í vikuni, og tað er Hamra
garður, ið hevur tikið stig
til tilboðið. Sigurð Marner
Simonsen, fysioterapeutur
á Hamragarði, stendur fyri
venjingunum.
Umframt at virka sum
ellisheim, so hava eldri borg
arar við Hamragarði fingið
eitt tilboð, ið er ov gott til, at
ein kann takka nei. Í øllum
førum eru tað heili 76 eldri
borgarar, tað vil siga 60 ár
og eldri, ið hava sagt ja takk
til tilboðið um at koma á
Hamragarð einaferð um vik
una til kroppsliga venjing.
Tað eru tey á Hamragarði,
ið sjálvi standa fyri og hava
tikið stig til hettar, sigur
Kirstin Strøm Bech, borgar-
stjóri í Vági, men hon fegnast
um góðu undirtøkuna.
– Tað var alla tíðina ætlan
in, tá farið varð undir bygg
ingina av ellisheimi, at farast
skuldi undir fyribyrgjandi
arbeiði eisini, sigur Kirstin
Strøm Bech.
– Sum so hava kommun
urnar onki við hetta at gera,
annað enn at kommunurnar
hava keypt útgerðina, sum
skal til, sigur Kirstin Strøm
Bech, og sipar til kommun
urnar í syðru helvt av Suður
oynni, sum í felag hava latið
heimið byggja.
Tá myndamaðurin vitjaði
innar á Hamragarð í farnu
viku, var lagið gott á teimum,
ið høvdu leitað sær til venj
ing, og at myndamaður kom
framvið, minkaði als ikki um
hug og ágrýtni við venjingar
tól og amboð.
Vøddavenjing á
Hamragarði væl vitjað