mánadagur 7. mai 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
EFFO deildin 7. umfar
Kreppan
lúrir hjá
meistarunum
Pætur Albinus
HB tykist at hava fingið fatur á
rætta endanum aftur eftir eitt
tungt kappingarár í fjør, með
an grannarnir stríðast við júst tí
hinvenda. Tað, sum í meistaraár
inum í fjør varð kallað Hvítidalur
og var borg teirra, er við at gerast
ein marra hjá teimum í ár. Teir vísa
seg nevniliga at hava tað trupult
á heimavølli, og ímóti HB skuldu
teir royna at sleppa undan triðja
tapinum í Gundadali á rað.
HB misnýtti brotsspark
Tað tóktist eins og einki av liðunum
vildu hava eina varliga byrjan
og byrjaðu málmøguleikarnir at
koma beinanvegin. Eftir tveimum
minuttum royndi Lukasz Cieslwicz
seg við spískum skoti, sum smeyg
sær framvið handaru stong, og bara
tveir minuttir seinni var stórur
møguleiki í hinum endanum. Ein
væl upplagdur Andrew av Fløtum
sendi eitt langskot avstað, men
Meinhardt Joensen í B36-málinum
fekk bjargað bóltin á yvirliggjaran.
Hesi bæði ávaringarskotini løgdu
lunnar undir ein hendingaríkan
dyst.
Eftir 13 minuttum fekk HB
brotsspark. Símun Samuelsen varð
spældur púra leysur og einsamallur
við Meinhardti Joensen í B36-mál
inum varð hann feldur av klaks
víkinginum, sum í sama viðfangi
fekk gult kort. Andrew av Fløtum
varð settur at skjóta, men skotið –
sum sat nakað mitt á – varð bjargað
av Meinhardti Joensen, sum harvið
gjørdi skaðan góðan aftur.
Hallur Hansson hevði møguleika
at skjóta returbóltin í málið, men
hann fekk ikki rættiligt skot á og
endaði bólturin omanfyri mál
inum.
Høgg frá Andrew
Hóast B36 hevði hug at sita meiri á
bóltinum fyrstu løtuna og nakrar
ferðir lá framvið, eitt nú umvegis
eitt vandamikið fríspark frá Súna
Olsen, so var tað HB, sum legði seg
á odda. Andrew av Fløtum fekk
bóltin stutt uttanfyri feltið, hann
ivaðist ikki og úr 20 metrum langaði
hann bóltin við vinstra beini upp í
málhornið til 1-0 til HB. Eitt sera
vakurt mál.
Eftir málið vann HB sær nógv
pláss á vøllinum og setti seg full
komiliga á dystin. B36-leikararnir
sótu leyst á HB-leikarunum og góvu
teimum møgueleikan at stýra spæl
inum, sum teir eisini gjørdu væl.
Serliga var Símun Samuelsen væl
upplagdur. Í 27. minutti var hann
um at stúta bóltin í málið, tíggju
minuttir seinni legði hann bóltin
fyri føturnir á Jógvani Skeel Nolsøe,
sum ikki fekk skot á úr stuttari
fjarstøðu, og tveir minuttir undan
hálvleiksbrísklinum
fekk
hann
ein sokallaðan fríleypara, men var
óansin og traðkaði á bóltin.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt
afturat í fyrra hálvleiki, var B36 nær
við at revsa HB, men Jákup á Borg,
sum varð spældur púra leysur av
Lukasz Cieslewicz, fekk ikki bóltin
framvið Teituri Gestsson í HB-mál
inum.
Hálvleiksstøðan var uppiborið
1-0 til HB.
Rokmikil endi
Byrjanin í seinna hálvleiki var ikki
eins hendingarrík, sum hon var í
fyrra hálvleiki. B36 royndi at finna
eitt mótsvar, men tvørturímóti var
tað HB, sum spældi betur og hevði
tamarhald á støðuni. Nógv varð
latið upp í hendurnar hjá Lukasz
Cieslewicz, sum javnan gjørdi
um seg, men fekk ov lítið viðspæl
frá teimum tamu viðleikarum
sínum.
Í 68. minutti varð Símun Hansen
hjá B36 vístur av vølli eftir at hava
fingið sítt seinna gula kort. Illa sást,
at B36 var undirmannað restina av
dystinum, tí teir vórðu púra einfalt
noyddir longri fram á vøllin at
leggja trýst á HB.
Hetta trýstið gav úrslit fimm
minuttir fyri leiklok, tá ið Róaldur
Jakobsen stútaði ein leysan bólt í
feltinum í mál til 1-1.
HB royndi at trýsta ímóti dystar
enda og í yvirtíðini komu teir í eina
støðu, sum teir – og mong onnur
við – seint gloyma. Teir fingu eitt
hornaspark, sum innskifti Jákup
Slættalíð stútaði í mál til 2-1.
Meinhardt Joensen vildi vera við, at
hann varð forðaður í feltinum, og í
sínum illskaparorðum til dómaran,
Eiler Rasmussen, fær hann seinna
gula kortið og verður útvístur.
Liðskiparin, Klæmint Matras, var
eiheldur nøgdur við støðuna, og
fekk hann beinleiðis reytt kort
fyri kjaftaslit, soleiðis at B36 at
enda bara hevði átta leikarar eftir
á vøllinum.
Í einari seinastu roynd at javna
sendi B36 nógv fólk fram, og var
tað eisini um reppið, at Jonas
Flindt Rasmussen fekk stútað eitt
frísparksinnlegg í málið, men hann
fekk ikki veruliga høvdið á bóltin,
sum smeig sær beint framvið
málinum, og kundu nakrir ovur
hondsglaðir HB-leikarar og við
haldsfólk við fegnast um at vinna
2-1 á grannunum í einum sera undir
haldandi dysti.
Skerdir meistarar
Við sigrinum heldur HB fast í
Fótbóltur Tað minnir alt meiri um eina kreppu hjá
meistarunum úr B36, sum nú hevur tapt tríggjar dystir á rað í
Gundadali. Dýra biðidag brustu teir saman í havnarbraki ímóti
HB, og heldur ikki hesaferð fekk B36 nakað stig burturúr.
HB vann 2-1 í einum hendingarríkum dysti, sum eitt nú
hevði misnýtt brotsspark og trý reyð kort at bjóða uppá