mánadagur 7. mai 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
EFFO deildin 7. umfar
Liðskiparin hjá B36, Klæmint
Matras, var ein av teimum, sum
kom í andglettin í hendingaríku
grannauppgerðini.
– Teir vóru betri fyrra hálv
leik og ein part av seinna hálv
leiki, men so koma vit upp
á javnt og síðani tapa upp á
handan mátan. Ja, okkara
reaktión sigur alt. Tað er eingin
ivi um, at Meinhardt (Joensen,
red.)
verður
hildin,
sigur
Klæmint, sum fær viðspæl
frá sjálva høvuðsmanninum,
Meinhardti Joensen.
– Eg føli, at tað verður gjørt
fríspark ímóti mær, men tað
verjir ikki mína reaktión, sum
kanska er við til at seta eld á
alt. Tað er spell, at ein dómara
avgerð fær ein kavabólt so
mikið nógv á rull, at tað eisini
fær avgerandi fyri næsta dyst,
sigur hann og heldur fram
– Tað hoyrir við til søguna,
at eg hevði eitt gult kort
áðrenn. Gul kort er ikki nakað,
eg vanliga havi á mær, og tí
iðrar tað meg so nógv, tí mín
reaktión kann møguliga verjast
ímóti. Hevði eg minst til tað, so
hevði eg tagt tað niður, sigur
Meinhardt Joensen.
B36 hevur nú tapt tríggjar
dystir á rað í Gundadali, men
liðskiparin vil ikki hoyra talan
um orðið kreppa.
– Teir dystirnir, vit hava
spælt, hava vit ikki verið verri
enn mótstøðuliðini. Ímóti HB
vóru vit verri ein part av dyst
inum, ja, men ímóti EB/Streymi
og B68 vóru vit betri. Tað er
ikki nøktandi ikki at fáa stig í
øllum hesum heimadystunum,
men kreppa er kanska í so nógv
sagt. Vit eru ikki komnir til ein
triðing av kappingini enn, so
vit kunnu arbeiða okkum upp
aftur, vísir Klæmint Matras á.
albinus@sosialurin.fo
24 ára gamli Jákup Slættalíð
hevur fyri tað mesta spælt á
næstbesta liðnum hjá HB, men
í ár hevur hann loksins fingið
møguleikan á besta liðnum.
Ímóti B36 bleiv hann innskiftur
átta minuttir fyri leiklok og
náddi hann at gerast stóra
hetjan við at gera avgerandi
málið.
– Vit vóru betri fram til teir
fingu útvísingina. Tá settu vit
okkum sjálvar undir trýst við
at ikki vera góðir at halda uppá
bóltin, heldur Jákup.
Hann
fegnast
um,
at
gongdin er vend í HB í mun til
í fjør.
– Teir royndu leikararnir
eru framvegis við og teir yngru
leikararnir eru vorðnir eitt
ár eldri, umframt at onkur er
komin afturat. Vit hava sett
okkum fyri bara at spæla okk
ara spæl, og so skulu málini
nokk koma, sigur Jákup.
Eftir sigursmálið gjørdist
satt rok og B36-leikararnir
vildu vera við, at fríspark varð
gjørt ímóti málmanninum. So
leiðis upplivdi Jákup málið.
– Tað kom eitt knallhart
hornaspark frá Halli (Hansson,
red.) og eg hoppaði bara upp og
skallaði hann inn.
Vit spurdu, um hann einki
varnaðist um eitt møguligt
fríspark
ímóti
Meinhardti
Joensen.
– Tað kann eg ikki siga nak
að um. Eg hoppaði framum
hann. Men teir vóru øgiliga
ónøgdir, so har kann hava ver
ið okkurt, sigur 197cm høgi
Jákup Slættalíð, sum altso var
hægstur í feltinum og avgjørdi
dystin.
albinus@sosialurin.fo
Eingin ivi um
frísparkið
Klæmint og Meinhardt samdir:
Settu okkum
sjálvar undir trýst
Jákup Slættalíð:
oddastríðnum og er framvegis fýra
stig aftanfyri Víking, meðan B36
dragnar og hevur – ikki meistarum
líkt – bara fingið 10 stig fyri sjey
dystir.
Tey trý reyðu kortini, sum B36
fekk í dystinum, kunnu koma at
kosta dýrt. Næsta vikuskifti fær
B36 nevniliga vitjan av oddaliðnum,
Víkingi, og mugu teir til tann dystin
vera fyri uttan teir leikbannaðu
Meinhardt Joensen, Símun Hansen
og Klæmint Matras.
albinus@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
– Eg spyrji altíð meg sjálvan, um eg kundi gjørt okkurt øðrvísi og betri í støðuni, men
niðurstøðan er, at tað kundi eg ikki. Tað sigur myndin alt um, sigur Meinhardt Joensen
Mynd: Rakul Hansen, www.hb.fo