mánadagur 7. mai 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
EFFO deildin 7. umfar
Jóannes Hansen
Tá ið sekundvísarin fór undir 90.
umgangin í høgættarkuldanum
á Svangaskarði, bendi alt á, at tað
skuldi endað soleiðis, sum tað
byrjaði. Innskifti Páll A. Klettskarð
fekk í næstsíðsta minutti dagsins
tilboð, men staddur mitt fyri mál
inum og úr níggju metra fjarstøðu
sendi hann væl við síðuna av mál
inum, tá ið hann smekkaði til heldur
enn at plasera bóltin.
Klaksvíkingarnir í ovara borði
lættu sær á, og loftnaðu hendurnar
vóru um at verða tiknar úr lumm
unum, men hatta var tað, og eitt
stig var betri enn einki stig, mundi
mangur maður hugsað.
Hjalgrím Elttør var í undan
vindinum í 2. hálvleiki arbeiðs
samur og eyðsýndur saman við
Filip Djordjevic, ið hevur ment
seg at vera snúningsdepulin í upp
byggjandi partinum, og sum eisini
í verjupartinum arbeiðir ógvuliga
nógv.
Tá ið vanliga leiktíðin var farin,
royndi Hjalgrím seg úr 23 metrum
og heilt av síðulinjuni í vinstru.
Ivaleyst hjálpti vindurin eitt sindur
til. Í hvussu so er sang bólturin
í handara síðunetinum, uttan at
Hans Jørgensen í B68 málinum
tóktist hava møguleika at verja
fyri.
Og teir bláu í ovara borði fingu
uppaftur meiri at heita seg við. Páll
A. Klettskarð umsetti upplegg frá
Filip Djordjevic til eitt mál aftrat,
eftir lítið sannførandi B68 verju
avrik, og nú kennist tað soleiðis, at
nógv, sum hevur vent skeiva vegin,
brádliga er snarað rætta vegin
hjá Pálli Guðlaugsson og hansara
monnum, ið als ikki vóru sannfør
andi, tá ið TB fór úr Klaksvík við
málleysum javnleiki!
Umstøðurnar vóru ikki til polerað
fótbóltsspæl, men KÍ vísti viljan,
sum er alneyðugur í nærdystunum
og í royndunum at fáa fatur á næstu
bóltunum. Verjan var ansin og
avgjørd, Heðin á Lakjuni fylti væl
á sentrala miðvøllinum saman við
Hjalgrími Elttør og Filip Djordjevic,
Henry Heinesen og Andy Olsen
arbeiddu nógv í borðunum – eisini
í verjupartinum – og Bárður J.
Heinesen tuskaði nógv sum fremsti
maður. Hann hevði góðan møgu
leika seint í 1. hálvleiki, men Hans
Jørgensen í B68 málinum vardi
meistarliga fyri, og so var tað, at KÍ
í 2. hálvleiki avgjørdi sær til fyri
munar.
Kendu ikki sína vitjunartíð
Sjálvandi
vóru
heimamenninir
rættulig vónsviknir. Eftir framúr
avrik og sigur í Gundadali ímóti
meistarunum í B36, skuldi næsta
stigið fram ímóti toppinum takast
á heimavølli ímóti KÍ. At tað ikki
eydnaðist kendist sum stórt vón
brot, og toftamenn áttu sjálvir ikki
frítt av skuldini fyri, at tað mis
eydnaðist.
B68 legði bragdliga fyri undan
lotinum. Fyrstu løtuna var tað
breidd og tyngd í álopspartinum.
Jústinus R. Hansen og Remi
Langgaard arbeiddu nógv á sentrala
miðvøllinum, Bjarki Johannesen og
Jónleif Højgaard stríddust í borð
unum, har Einar Hansen og Niklas
Joensen yvirlappaðu fleiri ferðir.
André Olsen hevði fleiri ferðir góðar
fríspælingar, og Christian Høgni
Jacobsen í fremstu røð leitaði eftir
møguleikunum.
Einki serligt trýst var á verjuni,
meðan tað í framrættaða spælinum
fyrsta hálva tíman fleiri ferðir
eydnaðist at koma í heilt góðar
støður. Christian Høgni Jacobsen
og Bjarki Johannesen áttu at havt
skorað, men tað gjørdu teir ikki, og
tað kostaði í ólukkumát!
Síðsta korterið av 1. hálvleiki
vóru ábendingar um, hvønn veg tað
bar, og í 2. hálvleiki var tað ikki gott.
Saknurin tóktist vera stórur í skadda
Jann Inga Petersen á sentrala
miðvøllinum, og í fremstu røð varð
Christian Høgni Jacobsen alt meiri
einsamallur, eftir at André Olsen
var útskiftur. Sørmundur Kalsø og
Jógvan Isaksen høvdu gott tak á, tá
ið langar sendingar vórðu sendar
fram, og í síðunum typtu Álvur F.
Christiansen og Ísak Simonsen fyri
B68 gjøgnumbrotum.
Fyri B68 varð tað eyka tungt, at
vinstri vongverjin Einar T. Hansen
dygst undan síðsta bríksli sá gult
fyri aðru ferð og harvið ikki verður
tøkur, tá ið B68 leygardagin skal
spæla 120 ára føðingardagsdyst
á nýggja TB vøllinum við Stórá í
Trongisvági!
Klaksvíkingar kendu seg orna
gjøgnum mønu og merg, og nú
ótolnast teir eftir, at FC Suðuroy
skal koma norður sunnudagin. So
er spurningurin, hvussu tað verður
við viljanum. Toftamenn vita alt
um, at hann kann vera rættuliga
ymiskur og eftir lítlari viku ikki
vera at kenn aftur!
Joannes@sosialurin.fo
Jóannes Hansen
Í Runavík eru tey ikki heilt álvulig
við støðuna. Eftir seks sjey umfør
er úrtøkan fýra stig og 9. plássið!
Setningurin er greiður. Tað ræður
um at stríða seg upp um strikuna
og harvið at sleppa undan niður
flytingini. Meiri verður ikki roknað
við at unga liðnum.
Higartil eru ov nógv mál farin
ígjøgnum. Tá ið oddaliðið Víkingur
vitjaði Dýra biðjudag royndu teir
á heimaliðnum við Løkin at binda
fyri í verjupartinum.
Heimaliðið
hevði
fríska
høgættarlotið undan í 1. hálvleiki,
men tá var sera lítið gjørt av í álops
partinum. Bara tí einu ferðina var
tað vandamikið. Eftir diagonal
sending úr vinstru frá Sjúrða
Jacobsen sneiddi Jann Martin
Mortensen inn frá høgru og smekk
aði til, og bólturin fór dygst oman
fyri tvørtræið.
Tolin trívst
Eftir sannførandi gongdina higar
til vísa víkingarnir stórt tol og
sjálvsálit. Royndirnar siga teimum,
at tað ræður um at hava fokus á av
talunum í verjupartinum. Í hinum
endanum fara møguleikarnir at
koma. Tað ger ikki so nógv, um teir
ikki eru har beinanvegin. Ímóti FC
Suðuroy á heimavølli varð fyrsta
málið í 4-0 sigrinum skorað eftir
ein tíma, og so gekk skjótt.
Ímóti NSÍ í Runavík var upp
skriftin ikki so langt frá hesari.
Heimaliðið var meiri framrættað
og álopskent fyrsta korterið eftir
steðgin og ímóti lotinum, enn tað
hevði verið allan 1. hálvleik og
undan lotinum. Besta møguleikan
hevði Árni Frederiksberg, sum hesa
ferð var sentralur miðvallari saman
við Óla Arge, men bólturin streyk
framvið skeivu megin stólpan.
Og so var tað, at Víkingur av
gjørdi, tá ið Evrard Blé eftir lítlari
løtu skoraði tvær ferðir. Í fyrra
førinum var tað við fínum stútara
eftir neyvt innlegg úr høgru frá
væl upplagda Bárði Hansen, og í
seinna førinum var tað, tá ið Blé
púra ísakaldur – í øllum kuldanum!
– setti brotsspark framvið Kristiani
Joensen. NSÍ málverjin bjargaði
fyri stuttum trimum brotsspørkum
ímóti HB, men ímóti væl upplagda
Blé bar tað ikki til. Miðvallarin
drálaði, inntil málverjin var farin í
annað borið, og so setti hann bóltin
í tóma málið!
Nú hevur Evrard Blé skorað fýra
mál í landskappingini, og hann
er toppskjútti hjá Víkingi. Tað er
merkisvert fyri verjukendan mið
vallara!
– Eg eri væl nøgdur við avrikið
hjá okkara monnum, og tað er ein
fragd at síggja, hvussu væl Evrard
Blé er partur av liðnum. Hann hevur
stórt yvirskot, og tað ber sjálvsagt
økt sjálvsálit við sær, og gongdin
verður ikki verri, tá ið hann aftur og
aftur skorar mál, staðfestur Víkinga
venjarin Jógvan Martin Olsen.
Leygarkvøldið vóru víkingarnir
í
brúdleypi.
Høgri
vongverjin
Bárður Hansen og konan høvdu
boðið teimum. Bárður hevur verið
framúr eyðsýndur higartil. Nú eru
konan og hann farin brúðarferð, og
tí verður neyðugt at finna nýggjan
høgra vongverja, tá ið Víkingur
sunnudagin skal í Gundadal at
stríðast við illa sperda meistaraliðið
B36.
Sama dag skal NSÍ til Streym
nesar. Tað ræður um hjá Kára
Reynheim at halda mótinum uppi
hjá ungu monnunum og siga teim
um, at tað fer at síggja ljósari út!
Viljin er sterkasta vápnið
Fótbóltur B68 kendi ikki sína vitjunartíð á Svangaskarði, og sum 2. hálvleikur
myndaðist, kom tað ikki óvart á, at klaksvíkingar at enda tryggjaðu sær sigurin
Blé er stóri maðurin hjá toppliðnum
Fótbóltur Eftir fimm minuttum miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði verjukendi miðvallarin tvær ferðir,
og harvið tryggjaði Víkingur sær enn eina ferð fulla úrtøku, og harvið er NSÍ á niðurflytingarplássi
Myndir: Álvur Haraldsen