Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið EFFO deildin 7. umfar Jóannes Hansen Teir svørtu og bláu fegnaðust, og tað var heilt sjónskt á kropsburðinum, at heimamenninir vóru sera vón­ brotnir, tá ið Dagfinn Forná hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Fuglafirði, har tað var ógvuliga kalt, og har kavaælingarnir í løtum vóru rættuliga frekir. EB/Streyma menninir vunnu 2-1, og harvið fóru teir fyri aðru ferð í ár úr Fløtugerði við fullari úrtøku. Fyrra ferðin var eftir steypadystin, sum teir vunnu 4-2. Ta ferðina var einki at rafla um, eisini tí ÍF tá var so lítið sannførandi í verjupartinum og uppspælinum. Hesa ferð var eingin munur á. Uppgerðin var tøtt og intens. – Vit eru fegnir um sigurin. Tað hevði einki forgjørt verið í tí, um ÍF hevði fingið úrtøku, men tað kopp­ aði okkara veg, og tað komst av, at vit tóku av tveimum møguleikum í 1. hálvleiki, og teir bara tóku av einum møguleika, staðfesti EB/ Streyma veteranurin Egil á Bø. Øll málini í 1. hálvleiki Øll trý málini vórðu skorað fyrsta stóra hálva tíman. Uni Reinert Petersen var hesa ferð vongverji í vinstru hjá ÍF í staðin fyri skadda Jan Ó. Ellingsgaard. Jan hevur fleiri ferðir skorað mál í ár, og hesa ferð átti Uni tørn. Bartal Eliasen stýrdi eftir hornasparksinnlegg frá Frank Poulsen bóltin fyri føturnar á vong­ verjanum, sum takkaði fyri. Fuglfirðingar vóru uppsettir og fokuseraðir, og tað var um reppið, at teir beinanvegin eftir leiðslumálið øktu um leiðsluna, tá ið Simon Skibsted royndi seg við frísparki av brotsteigarmarkinum, men bólt­urin brast í tvørtræið aftanfyri René Tórgarð. Og so fekk EB/Streymur fótin fyri seg í støðu, sum var óheppin fyri heimaverjuna. Tveir av heima­ monnunum kiksaðu. Leif Niclasen varð leysur, og sum eitt fok var hann einsamallur frammanfyri Jákupi Mikkelsen og so var javnt. Fótbóltsspælið var hampuliga gott, og tað gekk skjótt úr øðrum endanum og í hin. Tíggju minuttir undan steðginum skoraði EB/ Streymur sigursmálið, og upp­ skriftin var ikki ókend: Hans Pauli Samuelsen legði úr vinstru frísparksinnlegg í brots­ teigin, og Arnbjørn Hansen stýrdi við krúllinum bóltin í málið. ÍF vísti viljan at svara aftur beinan­vegin eftir steðgin, og fugl­ firðingar høvdu onkran møgu­leika, men tað eydnaðist teimum ikki at skora. Sum tíðin leið, løgdu teir alt meiri fyri, og tí var tað spennandi frammanfyri bæði málini. Fuglfirðingar tykjast hava ilt við at vinna úrtøku, og tað er eyðsýnt, at tað tykist rigga illa at fáa Clayton Soares upp í part. Undanfarnu árini hevur hann verið millum vandamiklastu álopsspælararnar í landinum, men í Fuglafirði hevur hann ikki gjørt nógv um seg í ár. Simon Skibsted er fremsti maður, og kombinatiónin við honum og stóra og lagaliga Clayton átti at havt verið góð, men higartil hevur tað ikki riggað. Hesa ferð varð Clayton settur á vøllin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Arnbjørn stóran týdning Hjá EB/Streymi er tað stórur vinn­ ingur, at Arnbjørn Hansen nú er komin seg so mikið væl, at hann er førur fyri at vera við alla tíðina. – Tað merkist so øgiliga væl, tá ið Arnbjørn er við. Bæði Leif Niclasen og hann eru rættuliga skjótir, og timingin og startirnir hjá Arnbirni bera við sær, at mótstøðuliðini verða væl varnari, tí tey hava so stóra virðing fyri honum, heldur EB/Streyma veteranurin Egil á Bø. Eftir trilvandi byrjan hevur EB/ Streymur lyft seg upp á bronsu­ pláss­ið, og nú eiga teir í Sunda­lag­ num heimavøll ímóti NSÍ. Hjá ÍF gongur tað hinvegin: eftir góða byrjan er liðið dottið niður á fimta plássið, og nú bíðar HB í Gunda­ dali! joannes@sosialurin.fo Fuglfirðingar eru vónbrotnir Fótbóltur Fyri vinnararnar var tað sera kærkomið, at Arnbjørn Hansen aftur var tøkur, tá ið tað koppaði til fyrimunar fyri EB/Streym, sum fyri aðru ferð í ár fór úr Fuglafirði við fullari úrtøku Myndir: Álvur Haraldsen