mánadagur 7. mai 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
EFFO deildin 7. umfar
Pætur Albinus
FC Suðuroy hevði undan dystinum
ímóti grannunum av Tvøroyri ikki
megnað at skorað eitt einasta mál í
Effodeildini, og einans eitt stig var
komið á kontuna. Tískil var týdn
ingurin av einum sigri til heima
liðið sera stórur, meðan TB kanska
ikki høvdu eins stórt trýst á sær,
givið teirra toluligu byrjan á kapp
ingarárið.
Høvdu knívin á barkanum
Dysturin ímóti grannunum av Tvør
oyri, var ein dystur, ið FC Suðuroy
helst mátti vinna, fyri at teir ikki
skuldu dragna ov nógv frá hinum
liðunum í botninum.
Tað tóktist eisini, sum vóru
heimamenn fullgreiðir yvir hetta, og
løgdu teir eitt stórt trýst á gestirnar
alt fyri eitt. Stóra trýstið gav eisini
úrslit eftir bert fýra minuttum,
tá afturvendi málkongurin, Jón
Krosslá Poulsen, kom at standa
leysur í TB-brotsteiginum. Frí
sparkið frá Poul N. Poulsen fall
heppið fyri føturnar á Jón, sum
langaði til. Heppið fyri hann og
heimaliðið, so forðaði onkur skot
inum, og Ivan Stojkovic í TB-mál
inum kundi síðani bert hyggja at,
meðan bólturin smeyg sær í einum
bleytum boga upp um hann og
niður við tvørtrænum. Frøðin var,
sum vera man, sera stór, tí nú var
loksins eydnast FC Suðuroy at fáa
hol á málskjótingina, og so ímóti TB
av øllum liðum!
Skaði broytti dystin
TB hevði tað trupult við at steðga
ágrýtnu FC Suðuroy-leikarunum,
sum høvdu leikliga yvirvág allan
fyrra hálvleik, ella rættari, teir
gúppaðu í minni mun burtur, enn
gestirnar gjørdu. Flótandi fótbólts
pæli var lítið av á Eiðinum.
Tá ið fimm minuttir írestaðu av
fyrra hálvleiki, máttu FC Suðuroy
skifta ganesiska David Asare út, og
skaðin var somikið álvarsligur, at
hann í skundi varð fluttur á Suður
oyar Sjúkrahús. Asare varð tó út
skrivaður sunnudagin, og hevur tað
eftir umstøðunum gott.
At missa ein so góðan leikara,
sum Asare, tóktist at nerva heima
liðið nógv, men 1-0 støðan helt sær
tó til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki trekti FC
Suðuroy seg eitt sindur longur aftur
og dúvaðu á mótálop, meðan tvøra
menn komu meira við í dystin.
Sum heild var annar hálvleikur
merktur av nógvum skeivum av
leveringum og fríspørkum, og júst
slíkt var uppleggið til útjavnandi
málið hjá TB smáar tíggju minuttir
inn í seinna hálvleik.
Ónøgd við fríspark
Frísparkið smekkaði Bojan Timic
innfyri, og fremstur og hægstur
var Martin Tausen, sum hegnisliga
stútaði aldursforsetan á javnt til
stórt vónbrot fyri heimaáskoðar
arnar, sum greitt hildu, at Igor
Grkajac hjá TB hevði blakað seg
til frísparkið. Ikki tykkum at siga,
var hinvegin ovurhondstór gleði á
nógvu TB-fjepparunum.
Hóast nakrar málmøguleikar
afturat til FC Suðuroy, og onkran til
TB seint í dystinum, so komu ikki
fleiri mál á Eiðinum leygardagin,
og tað úrslitið eru tvøramenn uttan
iva fegnari um, enn grannarnir fyri
sunnan. FC Suðuroy hevur nú
skorað sítt fyrsta Effodeildarmál,
so kanska tað fer at ganga lættari
framyvir hjá teimum.
albinus@sosialurin.fo
Javnt suðuroyarbrak
Fótbóltur FC Suðuroy og TB samdust leygardagin um 1-1 javnleik, men so var tað
ikki meira, ið liðini samdust um. Dysturin fer neyvan í søguna fyri gott fótbóltspæl,
men hvat spenningi og intensiteti viðvíkur, har væntaði avgjørt einki
Mynd: Áki Bertholdsen