Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið premier League Gullverdir fílab Fótbóltur Um vikuskiftið spældu tveir fílabeinsstrandingar avgerandi leiktutir fyri síni feløg í Onglandi. Leygardagin gjørdist Didier Drogba tann fyrsti leikarin, sum hevur skorað í fýra FA Cup finalum, tá Chelsea vann á Liverpool. Í gjár tryggjaði Yaya Toure Manchester City ein týdningarmiklan sigur í stíðnum um meirstaraheitið Tróndur Arge - Liverpool Didier Drogba og Yaya Toure eru landsmenn. Teir koma báðir úr afrikanska landinum Fíla­beins­ strondin. Teir spæla við ávíkavist Chelsea og Manchester City. Báðir hava teir avgerandi leiklut á sínum liðið. Didier Drogba er størra navnið, men bæði Barcelona og Manchester City hava sæð virðið í Yaya Toure, sum er millum løntungastu leik­ ararnar í Premier League í dag. Í hvørsínum lag prógvaðu teir sína støðu, sum nakrir av teim­ um týdningarmiklastu og bestu leikararunum í Onglandi um viku­ skiftið. 34-ára gamli Didier Drogba spældi enn eina ferð ein branddyst fyri Chelsea í einum stórdysti. Hann skoraði annað málið í 2-1 sigr­inum á Liverpool í FA Cup final­uni. Umframt at skora, so kom hann eisini væl frá uppgávuni sum fremsti maður. Í Newcastle var Yaya Toure dags­ins leikari, tá Manchester City tók eitt risa fet móti fyrsta enska meistaraheitinum í yvir 40 ár. Tjúgu minuttir fyri tíð legði hann teir ljósabláu á odda við góð­ um innarasíðu sparki. Stutt fyri tíð avgjørdi hann dystin við máli til 2-0. Vinnur Manchester City í seinasta umfari, so vera teir sann­ líkt meistarar. Umvegis Frakland til Premier League Didier Drogba er føddur í Fíla­ beinsstrondini. Sum heilt ungur sendu foreldrini hann til fraklands at búgva. Hann treivst ikki so væl og flutti aftur til heimlandið. Her mistu bæði foreldrini arbeiði og tí gekk leiðin aftur til fraklands, nú við foreldrinum. Didier Drogba var sum so einki stórtalent sum yngri. Hann royndist væl á ungdómsliðnum hjá Levallois, men sum 18-ára gamal megn­aði hann ikki vinna seg á fyrsta liðið Ikki fyrr enn hann var 21-ára gamal skrivaði hann ein full­tíðar sáttmála við eitt felag. Hann skifti í 1997 til Le Mans og í 1999 gjørdist hann á fyrsta sinni fulltíðar fót­ bólts­leikari. Tað tók eisini fram­herj­ anum fleiri ár at venja seg við lívið sum fulltíðar­fótbólts­leikari. Tíðliga í 2002 fekk Guingamp eyguni upp fyri Didier Drogba. Hann varð keyptur fyri undir eina millión krónur. Her spældi hann hálvt­hundrað dystir og skoraði 24 mál. Hann spældi eisini sín fyrsta lands­dyst fyri Fílabeinsstrondina í 2002. Tað fekk franska stórfelagið, Marseille, at leggja áleið 30 milliónir krón­ur á borið fyri kropsliga sterka fram­herjan. Í Marseille gjørdist skjótt greitt, at Didier Drogba var ein heilt ser­ stakur leikari. Hann skjeyt 32 mál í 55 dystinum og var kosin til ársins leikarar í fronskum fótbólti. Av teim­um 32 málunum vóru fimm skotin í Champions League og seks í UEFA Cup. Í 2004 keypti Chelsea Didier Drogba fyri nakað yvir 200 milliónir krónur. Hann er nú í holt við sítt kapp­ingarár nummar átta sum Chelsea leikari. Stórt navn At Didier Drogba er eitt stórt navn í fótbólti kom til sjóndar á deg­ num undan finaluni. The Graham Norton Show, sum samlar nakrar av teimum størstu films- og tón­ leikastjørninum hvørt fríggja­ kvøld á BBC, hevði hesa ferð Didier Drogba við á listanum. Verturin, sum einki kennir til fótbólt og sjáldan hevur fótbólts­ leikarar á vitjan, tóktist heldur ikki tryggur við at tosa um fótbólt. Men hann nam við tvey ting, sum eyðkenna Didier Drogba. Hansara hetjustatus og hjálpararbeiði í heimlandinum, har millum annað ein bygd er uppkalla eftir honum, og hansara tendens til at tveita seg runt á vøllinum og yvirspæla sína skaðar. Í 2010 kom hann sum tann ein­ asti fótbóltsspælarin á Topp 100 listan hjá Time Magazine yvir fólk í hava størst ávirkan í heiminum. Tað er serliga hansara leik­lutur í borgarakrígginum í Fíla­beins­ strondini, har hann saman við restina av fótbóltslandsliðnum bøn­aði og bað fólkið um at gevast við kríggj­ast, sum tryggjaði honum eitt pláss á listanum. Hóast Didier Drogba er stórur og sterkur, so hevur hann, sum so nógvir aðrir fótbóltsleikarar, tað við at tveita seg nakað lætt. Hetta hevur fylgt honum leingi. Tað var serliga fyrstu árini í Chelsea har kritikkurin heglaði omanfyri framherjan, men seinnu árini hevur lítið og einki verið at sæð til hendan óvanan, sum í dag er at síggja í at kalla hvørjum dysti kring heimin. Mest av øllum, so er Didier Drogba ein leikari, ið tí kanst líta á í teimum týdningarmiklu dystinum. Hann skjýtur ikki eins nógv mál og eitt nú Thierry Henry, Ruud van Nistelrooy og Alan Shearer gjørdu, men tá hann skorar, so telja tey mangan nógv. Stríðsviljin og arbeiðisavrikini í fleiri av týdningarmiklastu dyst­ inum hjá Chelsea, hava mangan talt fyri fleiri mans og tí skal hann ikki bara vigast eftir hvussu nógv mál hann hevur skotið. Hann tilførur liðnum so ómetaliga nógv annað. Fjórði FA Cup sigurin upp á seks ár Leygardagin spældi Chelsea sína fjórðu FA Cup finalu upp á seks ár. Fremsti maður var fyri fjórðu ferð Didier Drogba og fyri fjórðu ferð á rað, so skoraði hann eisini. Dysturin var merktur av at hvørki av liðnum varð sinnað at leypa á. Didier Drogba var einsa­ mall­ur maður frammi hjá Chelsea, meðan Luis Suarez somueliðis var einsa­mallur maður frammi hjá Liver­pool. Tað kom tí ikki óvart á, at tað skuldi ein villa til áðrenn annað liðið fekk hol á. Á miðvøllinum misti Jay Spearing bóltin í uppspælinum. Chelsea fór í skjótálop og Ramires fór tvísporandi avstað í høgru síðu. Hann rann framvið Liverpool verj­ uni og smekkaði til. Pepe Reina í Liver­pool málinum fekk knúgvan á, men tað var ikki nóg mikið til at steðga skotinum frá brasilsku orku­bumbuni á miðvøllinum hjá Chelsea. Sutt inn í seinna hálvleik økti fíla­beinsstrandingurin í Chelsea álopinum. Frank Lampard sendi bóltin beint í føturnar á Didier Drogba, sum hóast hart kroystur fekk skot á við vinstra beini. Bólturin fór millum beinini á Liver­