Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið pool verjuleikara og í handrara síðu­net. Við málinum gjørdist Didier Drogba tann fyrsti leikarin nakran­ tíð, sum hevur skorað í fýra FA Cup finalum. Eftir málið skiftið Liverpool Andy Carroll inn. Einsamallur hálaði hann eitt hugflogstómt Liver­pool lið inn í dystin aftur. Fyrst minkaði hann um munin og stutt fyri tíð var hann um reppið at javn­að, men Petr Cech stórbjargaði á sjálvari málstrikuni. Chelsea stóð móti trýstinum sein­astu minuttirnar og er fyri sjeyndu ferð vinnari av FA Cup. Yaya ferðast víða um Yaya Toure er yngri beiggin hjá Kolo Toure, sum í fleiri ár var tann navn­ frami at teimum báðum, tá hann stýrdi verjuni hjá Arsenal. Men við tíðini hevur Yaya Toure yvirhálað beiggja sín og er í dag millum best løtu leikararnar í heiminum. Yaya Toure hevur ferðast víða um í evropskum fótbólti. Yrkisleiðin byrjaði í belgiska Beveren í 2001 har hann spældi í tvey ár. Síðani skifti hann til ukreinskan fótbólt í hálvt annað ár. Tað er um hetta mundið, at Yaya Toure royndarvenur við Arsenal. Tað eru ymiskar søgur um hví Arsene Wenger ikki keypti hann. Onkur søga sigur at hann var ikki nóg góður, meðan aðrar siga at hann ikki fekk arbeiðis- og uppi­ haldsloyvi í Onglandi. Doyptur »tann nýggi Patrick Vieira« skifti hann til Olympiacos í Grikkalandi. Eftir hetta kapp­ ingarárið umboðar hann Fíla­beins­ strondina í HM endaspælinum í 2006 og skiftir til franska Monaco. Eftir eitt ár í Monaco skiftir hann til Barcelona, sum er í holt við at byggja á nýggjum eftir trý góð ár. Venjara­skiftið í Barcelona er ikki til fyrimuns fyri Yaya Toure, tí Josep Guardiola velur Sergio Busquets framum hann á verjukenda mið­ vøllinum. Yaya Toure er við í Champions League finaluni, tá Barcelona vinn­ ur 2-0 á Manchester United, men tað er bara vegna skaðar í verjuni. Í 2010 verður Yaya Toure liðfelagi við eldra beiggjan, tá hann fyri yvir 200 milliónir krónur skiftir til Manchester City. Bretskir fjølmiðlar vilja verða við, at Yaya Toure fær eina vikuløn upp á tvær milliónir krónur. Tað er hægsta lønin í Premeir League um hetta mundið. Óvanligi miðvallarin Yaya Toure sær í nógvar mátar ikki út sum ein álopskendur miðvallari. Ein kann næstan lýsa hann sum stóran og ófantaligan. Ella soleiðis kann hann tykjast líka til hann setur ferð á og rekur fram við fleiri leikarum. Hann sær út sum hann hoyrur heima í miðverjuni ella kanska sum ein sokallaður »target man« í álopinum. Í Barcelona spældi hann fyri tað mesta á verjukenda miðvøllinum. Tað var eisini tað Manchester City viðhaldsfólkini hildu at tey høvdu keypt, tá Yaya Toure skifti til Premier League. Í novembur mánaði í 2010 spældu Manchester City og Man­ chester United málleysan javnleik á táverandi City of Man­chester Stadium. Yaya Toure spældi sum næstfremsti maður aftan­fyri Carlos Tevez og tað dámdi við­halds­ fólk­unum einki. Hann fekk nógvan kritikk frá við­halds­fólk­unum og við­merkjarum. Roberto Mancini hevði hinvegin sæð okkurt í Yaya Toure sum vit onn­ur ikki sóu. Hann sær ikki út sum ein leikari við bóltførleika og ferð, men sannleikin er at hann er lutfaldsliga skjótur, er ringur at pilka bóltin frá og hevur eitt dundurskot – við bæði vinstra og høgra beini. Og so er hann eins og Didier Drogba. Hann elskar at spæla týdningarmiklar dystir og skjóta týdningarmikil mál. Hann skoraði millum annað bæði í FA Cup hálvfinaluni og finaluni í fjør. Tvær ferðir Yaya Sunnudagin stóð Manchester City yvirfyri eini av tørførastu upp­gáv­ unum í hesum kappingarárinum. Eftir at hava innheintað Man­ chester United eftir sigurin í granna­ uppgerðini mánakvøldið, so skuldi Manchester City hava fult í torføra útidystinum móti Newcastle fyri at halda fast í oddasessinum. Manchester City var omaná, men tá tjúgu minuttir restaði í var einki málið komið. Roberto Mancini skifti tí Samir Nasri út og í hansara stað kom verjukendi miðvallarin, Nigel De Jong. Tað ljóðar ikki sum ein framrættað útskifting, men lykilin lá í leiklutinum hjá Yaya Toure, sum varð skumpaður nakrar metrar longur fram á miðvøllin. Átta minuttir eftir útskiftingina kom so forloysandi málið. Yaya Toure spældi bandaspæl stutt uttanfyri brotsteigin og við einum róligum, men neyvum innarasíðu sparki, krúllaði hann bóltin heilt út við stongina og í mál. Seinastu tjúgu minuttirnar hevði fílabeinsstrandingurin tveir møgu­leikar at økja, áðrenn hann í 89. minutti staðfesti sigurin eftir skjótálop. Seinastu tjúgu minuttirnar var Yaya Toure saman við Sergio Augero munurin á einum sigri og ein­um javnleiki. Yaya Toure fekk ikki óvæntað heiðurin sum dagsins­ leikari. Stórar uppgávur fyri framman Bæði Didier Drogba og Yaya Toure hava stórar uppgávur fyri framman. Didier Drogba og hans­ ara Chelsea skulu 19. mai spæla Champions League finaluna ímóti Bayern Munchen á Allianz Arena, sum er heimavøllurin hjá týska stór­felagnum. Tað er nógv, sum bendir á, at Didier Drogba aftur skal ganga á odda, tá Chelsea enn eina ferð skal spæla ein týdningarmiklan dyst. Avrikini í FA Cup finaluni og í móti Barcelona í hálvfinlunum í Champions League bera boð um, at hóast Didier Drogba er 34-ára gamal, og hevur verið settur í samband við eitt nú kinesiskan fótbólt, so hevur hann nógv at bjóða uppá. Enn hevur hann ikki megnað at skorað í eini Champions League finalu, Stóra uppgávan hjá Yaya Toure og hansara Manchester City verð­ ur at tryggja felagnum fyrsta meistara­heitið síðani 1968. Í seinasta leikumfarinum tekur Manchester City ímóti Queens Park Rangers. Manchester City eru ájvanir í stigum við Manchester United, men hava ein málúrtøku, ið er átta mál betri. Vinnur Manchester City, so skal Manchester United vinna við minst níggju málum í úti dystinum móti Sunderland fyri at hava nakran møguleika at endur­ vinna meistaraheitið. Didier Drogba og Yaya Toure hava mangan verið avgerandi prikkarnir í putlispælinum. Nú manglar bara ein prikkur í putlispælinum hjá Chelsea og Manchester City. Ein Champions League finalu prikkur og ein Premier League meistara­heits prikkur. trondur@sosialurin.fo Enska Barclays Premier League nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Manchester City 37 27 5 5 90-27 86 2 Manchester United 37 27 5 5 88-33 86 3 Arsenal 37 20 7 10 71-47 67 4 Tottenham 37 19 9 9 64-41 66 5 Newcastle 37 19 8 10 55-48 65 6 Chelsea 36 17 10 9 62-41 61 7 Everton 37 14 11 12 47-39 53 8 Fulham 37 14 10 13 48-49 52 9 Liverpool 36 13 10 13 43-38 49 10 West Bromwich 37 13 8 16 43-49 47 11 Sunderland 37 11 12 14 45-45 45 12 Swansea 37 11 11 15 43-51 44 13 Norwich 37 11 11 15 50-66 44 14 Stoke 37 11 11 15 34-51 44 15 Aston Villa 37 7 17 13 37-51 38 16 Queens Park Rangers 37 10 7 20 41-63 37 17 Wigan 36 9 10 17 38-60 37 18 Bolton 37 10 5 22 44-75 35 19 Blackburn 36 8 7 21 47-75 31 20 Wolverhampton 37 5 10 22 38-79 25 premier League einsstrandingar Didier Drogba: 1998 – 2002: Le Mans 72 dystir 15 mál 2002 – 2003: Guingamp 50 dystir 24 mál 2003 – 2004: Marseille 55 dystir – 32 mál 2004 - : Chelsea 336 dystir 155 mál Yaya Toure: 2001 – 2003: Beveren 70 dystir 3 mál 2003 – 2005: Metalurh Donetsk 33 d. 3 mál 2005 – 2006: Olympiacos 32 dystir 3 mál 2006 – 2007: Monaco 27 dystir 5 mál 2007 – 2010: Barcelona 117 dystir 6 mál 2010 - : Manchester City 91 d. 19 mál