mánadagur 7. mai 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Guðmundur Joensen hevur
vant hart seinastu tíðina og
eina viku undan hesi kapp
ingini megnaði hann at seta
met á 13km-teininum í súkkling
her heima, og við tíðini 17
minuttir og 58 sekund sló hann
somuleiðis 11 ára gamla metið
hjá Johann Brend.
Í
Lisbon
International
Triathlon varð sum vera man
lagt út við at svimja, og tann
teinin nýtti Guðmundur 25
minuttir og 20 sekund uppá.
Á súkkluni nýtti hann 2:13:48,
meðan hann rann seinasta
teinin við tíðini 1:24:28. Hetta
gav samlaðu tíðina 4:07:08,
og endaði hann harvið fimm
minuttir og 47 sekund aftanfyri
vinnaran, sum gjørdist José
Estrangeiro úr Portugal.
albinus@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Juventus er aftur á tindinum í
italskum fótbólti. Felagið, sum í
2006 var tvangsniðurflutt til Seriu
B og fekk frátikið Scudetto-heitini í
2005 og 2006 orsaka av “Calciopoli”-
skandaluni, vann í gjárkvøldið 2-0
á Cagliari. Mirko Vucinic legði
Juventus á odda tíðliga í fyrra
hálvleiki. Í seinna hálvleiki var
Juventus-verjuleikarin,
Giorgio
Chiellini, heppin ikki at fáa reytt
kort. Stutt fyri tíð gjørdi Michele
Canini
sjálvmál
fyri
Caglliari.
Í Milano var grannauppgerð mill
um Inter Milan og AC Milan.
Diego Milito legði Inter Milan
á odda, men stutt fyri hálvleik
javnaði Zlatan Ibrahimovic upp
á
heldur
ivasamt
brotsspark.
Seinni hálvleikur var bara sekundir
gamal,
tá
Zlatan
Ibrahimovic
legði AC Milan á odda. Inter
Milan bæði javnaði og legði seg
á odda við brotsspørkum frá
Diego Milito. Stutt fyri tíð skor
aði
brasilski
høgri
bakkurin,
Maicon, til endaliga úrslitið, 4-2
til Inter Milan. Talan var um eitt
dundurskot í handara málhorn.
Úrslitini merkja, at Juventus nú er
fýra stig frammanfyri AC Milan
undan seinasta leikumfari og er
italskur meistari. Hetta er Scudetto
heitið nummar 28 hjá søguríka
Torino felagnum.
trondur@sosialurin.fo
Pætur Albinus
FCK og FC Nordsjælland eru
framvegis í harðari kapping
um danska meistaraheitið, og
nú bara trý umfør eru eftir at
leika, er tað FCK, sum er á odda
við einum stigi.
Eitt annað sera týdningar
mikið pláss í deildini er 5.
plássið, sum gevur atgongd
til at spæla í Europa League
komandi kappingarár. AGF
liggur best fyri og er á 5. plássi
við 45 stigum, meðan AaB
og Silkeborg royna at renna
aftaná og eru ávikavist fýra og
seks stig aftanfyri.
Christian Holst spældi allan
dystin fyri Silkeborg í gjár í
0-1-heimatapinum ímóti AC
Horsens, meðan Pól Jóhannus
Justinussen sat á beinkinum
allan dystin í 1-0-sigrinum hjá
AaB ímóti Brøndby. Við hesum
hava Pól Jóhannus og teir í
AaB á fyrsta sinni í ár yvir
hálað Christian Holst og teir í
Silkeborg.
albinus@sosialurin.fo
Guðmundur fimt
bestur í Portugal
Triathlon Guðmundur Joensen
heldur fram við at gera um seg.
Um vikuskiftið luttók hann í Lisbon
International Triathlon í Portugal,
har hann gjørdist nummar fimm út
av øllum teimum 457 luttakarunum
Pól Jóhannus
yvirhálaði Holst
Fótbóltur FCK og FC Nordsjælland
berjast um danska meistaraheitið,
meðan Christian Holst og Pól
Jóhannus Justinussen berjast um
Europa League-atgongumerki
Savnsmynd
Juventus italskur meistari
Fótbóltur Juventus vann í gjár italska meistaraheitið
fyri fyrstu ferð síðani 2003. Juventus vann 2-0 á Cagliari,
meðan nærmasti kappingarneytin, AC Milan, tapti fyri
Inter Milan í eini hendingaríkari grannauppgerð
Úrslit TF Klaksvík ½-marathon
Menn
Nr.
Startnr.
Tíð
Fornavn
Eftirnavn Føðiár Býur
Felag
1
596
1.20.17 Marnar
Djurhuus
1995
Morskranes TREYSTI
2
190
1.20.35 Hallur
Holm
1967
Tórshavn
BRAGDIÐ
3
183
1.21.22 Henry
Olsen
1964
Tórshavn
BRAGDIÐ
4
97
1.23.11 Borgar
Biskopstø 1962
Klaksvík
TREYSTI
5
282
1.23.44 Sam
Vang
1970
Hoyvík
BRAGDIÐ
Kvinnur
Nr.
Startnr. Tíð
Fornavn
Eftirnavn Føðiár Býur
Felag
1
229
1.35.59 Rigmor N.
Arge
1969
Tórshavn HVIRLAN
2
243
1.38.07 Duruta
Reginsdóttir á
Lofti
1969
Argir
BRAGDIÐ
3
149
1.41.01 Ann
Thomsen
1966
Tórshavn BRAGDIÐ
4
449
1.44.32 Helga Súsanna Johansen
1981
Klaksvík
TREYSTI
5
247
1.44.54 Beinta Hoydal
Joensen
1971
Hoyvík
BRAGDIÐ
Pætur Albinus
Leygardagin varð skipað fyri TF
Klaksvík ½-marathon í Klaksvík,
har heili 160 rennarar luttóku.
Nógvir av landsins fremstu renn
arum luttóku á 21km langa teininum,
meðan onnur áhugað eisini kundu
velja at renna ein styttri tein, ið var
sjey kilometrar langur.
Hjá kvinnunum vann veteran
urin Rigmor N. Arge púra greitt,
meðan tað hjá monnum var meiri
spennandi. Har vann 17 ára gamla
stórtalentið Marnar Djurhuus á
Tórshavn Marathon-meistaranum,
Halli Holm. Munurin var bara 18
sekund.
Kappingin var annars skipað í
ymiskar aldursbólkar frá teimum
yngru og heilt upp til super-
veteranar, har eitt nú 74 ára gamli
Harry Hansen av Toftum fullførdi
langa teinin við tíðini 2.04.59.
160 runnu í Klaksvík
Renning Tað var avbera góð undirtøka at renna
hálvt marathon í Klaksvík leygardagin, har tað serliga
hjá monnunum gjørdist ein spennandi kapping