Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skattalættin sum sitandi samgonga valdi at seta í verk, hevur verið nógv umrøddur síðan hann sá dagsins ljós. Ymiskt er, hvussu hann er móttikin, hálønt gníggja sær í lógvarnar, meðan tey við lægru inntøkunum, undrast á, hví lítið og einki var í teirra part. Hvar ið peningurin til lætt­an kemur frá er eingin loyna, her bleiv skatting av pen­siónum við inngjald loys­ unarorði. Men hvussu er? Hevur tú greiðu á, um tú fíggjar tín egna lætta? Eg havi í einum einføldum rokniarki sett nøkur tøl sam­ an, soleiðis at tú lættliga kann staðfesta, um tú fíggjar tín egna skattlætta ella ikki. Sí talvu 1 Sjálvandi er fyritreytin, at tú hevur eina eftirlønskipan. Eg havi valt ein rími­ligan høgan sats upp á 15%, sum pensións nýskip­anar­upp­ skotið fer at leggja upp til at øll skulu hava, og sum nógv í tí almenna geiranum longu hava í dag. Hetta viðførur, at tú skalt hava eina inntøku upp ímóti 37.500 kr./mdr. fyri at fáa meira í lætta, enn tú ert álagdur at gjalda inn til lættan. Hóast eftirlønarsatsurin verður settur til 12%, sum er ein relativt lágur eftirlønar­ satsur, so eru tað bert inn­ tøkur omanfyri 30.000 kr./ mdr. sum fáa meira enn tær gjalda. Er hettar rættvíst? Tja, tað velst væl um eygað, sum sær. Høgar kontra lágar inntøkur Argumentini hjá samgonguni fyri broytingini hava alla­ tíð­ina verið, at tær hægru løninar gjalda við nýggju skipanini framvegis lutfals- liga nógv meira í skatti í mun til tær lægru. Her verður uttan undantak tvinnir mótsetningar settir upp ímóti hvørjum ørðum. Um vit sammeta eina inn­ tøka áljóðandi 100.000 kr. í mun til eina upp á 1.000.000 kr. sæst at lønin er 10 ferðir størri, meðan skatturin er 19,54 ferðir størri. Havi her sett tølini upp í skema. Sí talvu 2 Sjálvandi verður her talan um ein ovurhonds stóran mun, grundað á at báðar inn­tøkunar hava ein botn­ frá­drátt uppá 65.000 kr. Men er hettar tað generella bílatið? Eg havi eisini her gjørt mær tann ómak, at sam­meta tvey onnur meira sambærilig dømir. Sí talvu 3 Ikki sørt at hettar gevur eitt nakað øðrvísi bílat av lut­ fallinum ímillum teir ymisku lønarbólkanir. Er hetta rættvíst? Tja, tað velst væl um eygað sum sær. Tað var tó ótrúligt at hoyra andstøðuleiðara okkara koma í út­varps­ stovuna, beint eft­ir at úrslitið av fólka­a­t­ kvøð­uni um kommunu­ saman­legg­ingar var kom­ið, og kalla tað fyri eina fiasko. Eg havi næstan ikki hoyrt so skaft. Eg hevði sett meg í bilin hetta kvøldið og var á veg at geva seyðinum – sat líkasum og hugnaði mær við hugsanunum um tað góða úrslitið av atkvøðuni. Tá er tað, eg hoyri hesa kendu røddina á Høgna Hoydal í lurtinum. Fiasko, sigur hann. Eg trúði næstan ikki mínum egnu oyr­ um. Also, hvat er ein fiasko? At fólkið slapp at tala? Ella úrslitið av tí, ið fólkið talaði? Var tað ein fiasko, at 574 fuglfirðingar søgdu nei. – 85% av fuglfirðingum atkvøða ímóti, at Eyst­ uroyggin verður ein kommuna. Hví gera teir tað? Jú, tí teir ynskja ikki, at Eysturoyggin skal vera ein kommuna. Er tað ein fiasko? Ella tað, at 17 skúvoy­ ingar eru ímóti og 2 fyri, er tað ein fiasko? Ella er tað ein fiasko, at 206 hvalbingar eru ímóti, at Suðuroyggin verður ein kommuna, og 54 eru fyri? Tit kunnu greina og tulka hetta úrslitið, akkurát sum tit vilja, men eftir stendur, at føroyingar yvirhøvur ikki ynskja hetta, sum tit ætlaðu. Er tað ein fiasko? Ella er tað tá ikki júst tykkara ætlan, sum er fiasko'in? Mann kundi kanska spurt, hvønn hetta er ein fiasko fyri. Eg meini so við, her hava politikarar - meira ella minni úr øllum flokkum - gingið og trúttað niður í okkum nú í áravís, at tær 30 kommunurnar í Føroyum skulu leggjast saman í 7 stórkommunur. Og tað við lóg - og uttan fólkaatkvøðu. Sektin á, hvat fólkið úti í teimum ymsu kommununum held­ur. Tað hevur ong­ an týdning. 7 er smart, og 7 skal tað vera. Tað riggar so væl á skrivi­ borðinum. Tað er ikki so týdningarmikið, hvat fólkið heldur. Soleiðis hava vit upp­livað hesa tíðina. Og tí vil eg takka teimum politikarum, sum hildu fast við, at vit skuldu hava eina fólksliga til­ gongd í hesum máli. Eg vil eisini takka bæði Kára P. Højgaard og løgmanni, sum í útvarpinum hetta kvøldið báðir søgdu, at tað var gott, at kommunurnar ikki vórðu lagdar saman við lóg, tá ið mann nú sær, hvussu massivur fólka­ viljin er ímóti hesum. Tá ið eg nú allíkavæl hugsi meg veruliga um – ja, so skilji eg kanska kortini Høgna, tá ið hann sigur, at hetta er ein fiasko. Tí tað má vera ein fiasko fyri Tjóðveldi at hava ætlað at kroyst hesar kommunurnar saman uttan nakað sum helst - fyri síðani nú at síggja, at fólksins vilji er beint tað øvuta. Jú, sanniliga, tað má kennast sum ein ordilig fiasko. Tá ið fólksins vilji er ein fiasko Eyðun á Lakjuni Hevur tú fíggjað tín egna skattalætta? Ólavur Gunnarsson Árlig
inntøka 4ka5ur kr.
500.000 kr.
187.721 kr.
250.000 kr.
84.146 2
ferðir 2,23
ferðir Árlig
inntøka 4ka5ur kr.
750.000 kr.
303.796 kr.
250.000 kr.
84.146 3
ferðir 3,61
ferðir Árlig
inntøka 4ka5ur kr.
1.000.000 kr.
429.871 kr.
100.000 kr.
22.001 10
ferðir 19,54
ferðir Árlig lønarinntøk a Mdr. lønarinntøk a ./irlønar ‐satsur Árlig 3/irløn 4ka5ur
a7 3/irløn Árligur ska5al89 4ka5al89
3/ir 3/irlønarska5 kr.
100.000 kr.
8.333 15% kr.
15.000 ‐kr.
6.000 kr.
1.000 ‐kr.
5.000 kr.
150.000 kr.
12.500 15% kr.
22.500 ‐kr.
9.000 kr.
500 ‐kr.
8.500 kr.
200.000 kr.
16.667 15% kr.
30.000 ‐kr.
12.000 kr.
1.000 ‐kr.
11.000 kr.
250.000 kr.
20.833 15% kr.
37.500 ‐kr.
15.000 kr.
1.500 ‐kr.
13.500 kr.
300.000 kr.
25.000 15% kr.
45.000 ‐kr.
18.000 kr.
8.000 ‐kr.
10.000 kr.
350.000 kr.
29.167 15% kr.
52.500 ‐kr.
21.000 kr.
14.500 ‐kr.
6.500 kr.
400.000 kr.
33.333 15% kr.
60.000 ‐kr.
24.000 kr.
21.000 ‐kr.
3.000 kr.
450.000 kr.
37.500 15% kr.
67.500 ‐kr.
27.000 kr.
27.500 kr.
500 kr.
500.000 kr.
41.667 15% kr.
75.000 ‐kr.
30.000 kr.
34.000 kr.
4.000 kr.
550.000 kr.
45.833 15% kr.
82.500 ‐kr.
33.000 kr.
38.000 kr.
5.000 kr.
600.000 kr.
50.000 15% kr.
90.000 ‐kr.
36.000 kr.
42.000 kr.
6.000 kr.
650.000 kr.
54.167 15% kr.
97.500 ‐kr.
39.000 kr.
46.000 kr.
7.000 kr.
700.000 kr.
58.333 15% kr.
105.000 ‐kr.
42.000 kr.
50.000 kr.
8.000 kr.
750.000 kr.
62.500 15% kr.
112.500 ‐kr.
45.000 kr.
54.000 kr.
9.000 Talva 1 Talva 2 Talva 3 Kjak