Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Eg fari í næstum at mæla umsitingini og byggi­deildini Tórs­ havn­ar kommunu til at broyta almennu byggi­ samtyktina fyri eldri og sið­søgu­lig sethús niðri í miðbýnum í Tórshavn. Vit hava mong dømi um, at eldri hús verða tikin niður ella broytt frá upp­runaskap­inum. Hetta er til deils í ordan, men vit mugu fáa skipað viðurskifti á økinum fyri at verja okkara set­húsa­ mentan. Til at broyta hetta krevst, at tað verður gjørt ein serstøk byggi­ sam­tykt fyri eldri og sið­ søgu­lig set­hús útfrá tí almennu byggi­sam­tykt­ ini. Hetta stig má takast. Tí vit í byggideildini fáa ofta umsóknir um, ant­in at eldri hús skulu rívast niður, umskapast frá uppruna ætlani. Ella er umsóknin upp á at nýggj hús skulu byggjast ístaðin. Sjálvsagt skulu vit byggja nýtt og hava handils­gøtur, hand­il­s­ bygn­ingar, ein skapandi og livandi miðbý. Tað hoyrur jú til ein bý. Men, tað skal vera eitt mark fyri, hvat vit loyva fólki at gera. Serliga tá ið talan er um søguligar bygningar og sethús. Mær dámar best, um vit fletta okkara set­húsa­mentan við tað nýggja. Ein máti at loysa hetta uppá er, at hava sama leist sum gomlu sethúsini úti á Reyni hava. Har tað áliggur fólkum at varðveita eldri húsini í upprúna skapi við atliti til siðsøgu, ment­an, og byggilist. Vit noyðast at varð­ veita ein part av okk­ara mentan, søgu og byggi­ list. Hetta kann gerast við einari heildarætlan yvir øll gomulu hús fyri eitt nú miðbýin í Tórshavn. Hetta uppskotið verður nú lagt fyri umsitingina og byararkitektin at ar­ beiða víðari við. Síðan kemur málið til politiska kunnan og støðutakan. Vit mugu varðveita gomlu Havnina! Levi Mørk, formaður í byggi og býarskiparnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu Landsstevnan 2012 »Vit síggja reytt« Javnaðarflokkurin Føroyar hava brúk fyri nýggj­ari stjórn. Hetta er nið­ur­støðan av landsstevnu Javn­aðarfloksins, sum var í Skopun um vikuskiftið. Ongan­tíð áður hevur so stórur tørvur verið á einum stórum og sterkum Javnaðar­ flokki sum júst nú. Asosiala teyggjan, sum trumfaði flatskatt og forskatt av pensjónum ígjøgnum tollaks­messudag, hevur tikið kvørkratak um føroyska sam­ felagið, og alt tað, sum okkara vælferðarsamfelag byggir á. Tí eiga vit beinanvegin at umleggja skattalættan, so hann kemur lá- og miðal­lønt­ um løntakarum til góðar. Framtíðin er okkara Flokkurin er samdur um, at størstu avbjóðingarnar eru fólkafráflytingin, ar­ beiðs­loysið og orkuøkið. Tí eiga vit at raðfesta út­búgv­ ing, gransking og arbeiðs­ marknaðarpolitikk fram um alt. Kostnaðarstøðið Ovurhondshøga kostnaðar­ støðið er størsta forðingin í gerandisdegnum hjá løn­ tak­arum. Útlánsrentan er mun­andi hægri her enn í  granna­londunum. Tí skulu vit trýsta peningastovnarnar at lækka útlánsrentuna, ella, alternativt, at umhugsa at lata Húsalánsgrunnin og Realin, við eini eginogn á 1,3 mia., gerast virknari á fígg­ ingarmarknaðinum. Pensjónsnýskipanin Samgongan hevur gjørt tvørpolitiska samstarvið um eina pensjónsnýskipan til einkis, við einvíst at broyta fortreytirnar í samstarvinum. Hetta við at skattað pensjónir við inngjaldi, og at minka um leiklutin hjá samhaldsfasta. Javnaðarflokkurin mælir til, at grundarupphæddin verð­ ur varðveitt, at tvungna upp­ sparingin verð­ur lægri enn 15 prosent, og at allar broytingar í pen­sjónsaldrinum verða framdar yvir eitt longri ára­ mál. Fiskivinnan Fiskivinnunýskipan er al­ neyð­ug fyri framt­íð landsins. Hend­an eigur at vera lív­frøði­ liga og búskaparliga burðar­ dygg. Atgondin til vinn­una skal vera meira markn­aðar­ grundað enn í dag. Gjald fyri fiskirættindi skal ikki verða eitt politiskt ásett kilogjald. Tað er reiðarin sum keypir møgulig fiskirættindi og skal tí bera kostnaðin av hesum – ikki fiskimaðurin. Hetta skal, um neyðugt, tryggjast við lóg. Útróðrarflotin skal undantakast tilfeingisgjaldi. Kommunumál Miseydnaða fólkaatkvøðan prógvaði, at føroyingar eru ikki nóg væl kunnaðir ella fyrireikaðir at taka á seg tær avbjóðingar, sum størri kommunalar eindir bera við sær. Tí setur flokkurin álvars­lig spurnartekin við ætl­anunum um at leggja eldraøkið út longu í hesum val­s­keiðinum. Eisini er flokk­ urin grundleggjandi ímóti, at skúlin verður lagdur út til kommunurnar at umsita. Stórt frambrot í Løgtinginum í dag 30 milliónir í granskingar­ grunnin til heilsugransking Helena Dam á Neystabø Gransking innan heilsu, heili­ vág, sjúkrafyribyrging eins væl og arvagransking er tað økið sum hevur allarstørsta áhuga í dag. Allur heimurin og øll fólk eisini hvør einastu føroyingur ynskja, at vit finna so góð og framkomin svar sum møgu­ ligt, tá tað snýr seg um sjúku og sjúkufyribyrging. Tað er samstundis ein sann­roynd, at har sum vitan­ ar­tungar vinnur og kann­ ingarstovur eru, har er eisini búskaparvøkstur og fólka­ vøkstur. Vit hava ómetaliga nógv brúk fyri øllum trimum, 1. svar uppá lívshóttandi sjúk­um, 2. búskaparvøkstri og 3. fólkavøkstri. Tað hevur eisini mangan verið borið fram, at Føroyar eru serliga áhugaverdar, júst tá tað ræður um at granska innan heilsu, sjúku, ílegum og sjúkufyribyrging. Vit kunnu nevna nakrar av fyrimununum: Útbúgvingarstigið er høgt millum manna her hjá okk­ um. Vit eru viðurkend sum tjóð, sum eisini dugur væl at granska Føroyar eru ein væl av­ markað eind, sum kann geva týðandi svar uppá stórar spurn­ingar. Og her eru tíverri eisini sjúk­ur og brek, sum tað vildi verið eitt fantastiskt fram­brot at funnið fram til, hvussu vit kunnu basa. Men tað hevur ikki verið politiskur vilji til at útvega neyðugan pening, sum skal til fyri at Føroyar kunnu vera við í fremstu røð. Í dag eydnaðist tað okk­ um í minnilutanum í fíggj­ar­ nevndini Javnaðar­flokkinum og Tjóðveldinum at sannføra meirilutan um, at tað er rætt at flyta uml. 30 milliónir í granskingargrunnin. Pengar sum verða markaðir til fram­ komna gransking innan heilsu og heilsufyribyrging. Pen­ingurin kemur frá Sjúkra­ kassafænum, og Sjúkra­ kassagrunnurin fer at orða leiðreglur fyri, hvat fæið skal latast sum stuðul til. Eg eri ógvuliga fegin um, saman við and­støðu­um­boð­ un­um í fíggjarnevndini, at hava verið við til at slóða fyri hesari semjuni. Eitt risastórt frambrot til týdningarmikla heilsugransking. Tað munnu vera mong ár síðani – um nakrantíð, at so munagott átak varð framt.