Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Jenis av Rana og Bill Justi­ nus­sen verða báðir verð­andi í samgonguni. Tað er avgjørt á leiðslu­ fundi í flokkinum í gjár­ kvøld­ið. Á fundinum skuldi flokk­ urin taka støðu til samstarvið í samgonguni framyvir og har er niðurstøðan, at flokk­ uri­n skal verða verandi í sam­gongun­i. Jenis av Rana hevði ann­ ars ávarað um, at hann fór úr sam­gonguni, varð uppskotið um at skerja ALS, samtykt. Hann kundi heldur ikki góð­taka, at tað stendur í játtanarkarmunum, at sam­ gongan ætlar at hækka pen­ sjóns­aldurin næsta ár og at játtan­in til útbúgving verður skerd. Men áðrenn Løgtingið fór til hús í hóskvøldið, hevði tað bæði samtykt at skerja ALS tað hevði sam­tykt játtanarkarmarnar óbroytt­ ar. Kortini gjørdu teir báðir ting­limir­nir í Miðflokkinum av at atkvøða ímóti at skerja ALS. Fingið lyfti Jenis av Rana sigur, at or­ søk­in til, at flokkurin verð­ ur verandi í samgongu, er, ávaringin frá honum hev­ ur hjálpt, tí tað fekk sam­ gongu­na at snara meiri tann sosiala vegin. - Allir politikarar hava nú tik­ið frástøðu frá ætlanini at hækka pensjónsaldurin, sig­ ur Jenis av Rana. - Hinvegin hava vit í Mið­ flokki­num fingið lyfti um, at reglan um bíðidagar í ALS skal nágreinast í eini kunn­ gerð, so at tað ikki rakar tey, sum ætlanin ikki var at raka. - Bíðidagarnir eru settir í verk fyri at forða fyri mis­ brúki, har fólk ferðast inn og út úr ALS, men nú skulu reglar gerast, so at tað ikki eisini rakar tey veruliga arbeiðsleysu. - Vit hava eisini fingið lyfti um, at loftið fyri inngjaldi skal hækkast upp ígjøgnum. Tá ið inngjaldið varð 1%, rind­aði ongin inn í ALS av inn­tøku omanfyri 650.000 krón­ur. Men nú inngjaldið hækk­ ar upp í 1,25%, verður øll inn­ tøka omanfyri 520.000 krón­ ur frítikin fyri at rinda inn í ALS. - Vit hava fingið lyftið um, at tað hámarkið skal hækk­ ast upp í millióna­klassan so at øll í veru­leika­num rinda til ALS av allari sínari inntøku. Hann heldur ikki, at nak­ að løgið er í, at Løgtingið tekur støðu til, hvussu korini hjá teimum arbeiðsleysu skulu vera. Heldur inni enn úti Jenis av Rana sigur, at Mið­ flokk­urin ásannar, at hann ger meiri nyttu í samgonguni enn uttanfyri. - Tí lurti eg eisini eftir teim­um, sum halda, at vit eiga at síggja tíðina ann. Og tað merkir, at telvingin um fíggjarlógina í heyst verð­ur avgerandi fyri, um Mið­flokkurin verður verandi í samgonguni, tí fremur sam­ gongan skerjingar tá, sum Miðflokkurin ikki kann góð­ taka, er støðan ein onnur og so fer flokkurin at taka støðu til samgonguna av nýggjum. Tú hevur boðað frá, at tú fert úr samgonguni, um so var, at viðurskiftini hjá ar­ beiðs­leysum versna. Nú er greitt, at tey fara at versna. Hev­ur tú ikki sett títt trú­ virð­ið í vanda við ikki at fara úr samgonguni? - Tað kann vera, at eg havi skatt mítt trúvirðið. Men úr samgonguni kunnu vit altíð fara, tí tað er nógv tað lættasta. Men eitt sjón­ ar­mið er so tað, at vit gera størri nyttu innanfyri, har vit kunnu forða fyri, at poli­tikk­ urin verður alt ov ósosialur, sig­ur Jenis av Rana. Áki Bertholdsen - Tá ið Jenis av Rana nú er farin at gráta um tey arbeiðs­ leysu, er hetta ikki annað enn rossatár. Tað heldur Ingeborg Vint­ her, limur í stýrinum fyri ALS. Hon heldur ómetaliga lít­ ið um, at Jenis av Rana vil ha­va Løgtingið at taka stýrið fyri ALS av ræði. Eftir samráðingar í næstan eitt ár, er stýrið fyri ALS komið til semju um, at hækka inngjaldið og at lækka útgjaldið og at seta bíði­tíð í gildi sum ber í sær, at arbeiðs­leys fáa ikki útgjald 10 teir fyrstu dagarnar, tey eru arbeiðsleys. Men hetta vildir Jenis av Rana ikki góðtaki og hann krav­di av samgonguni, at hon tók stýrið av ræðið og læt vera við at skerja ALS. Annars hótti hann við at siga siga samgonguni Har fekk Miðflokkurin ikki sín vilja. Men Jenis av Rana hev­ur fingið lyfti frá sam­gongu­ni um, at í heyst skal sam­gong­ an gera ábøtur á skipanina og tí verður Miðflokkurin verandi í samgonguni. Stórur skaði Hetta hóvar Ingeborg Vint­ her illa. - Hevði Jenis slíka um­ sorgan fyri teimum veiku í sam­felagnum, skuldi hann held­ur havt lagt seg tvøran og sagt seg úr samgonguni tá ið flatskatturin varð sam­ tykt­ur og pensjónirnar skatt­ aðar við inngjald. - Tað var til stóran skaða fyri tey minni mentu, sum missa einar 1500 krónur um mán­aðin í eftirløn. - Hjá teimum, sum vilja verja tey minni mentu, hevði tað sømt seg betri hjá teim­ um, at sett samgonguna í veð tá. Men tað gjørdi Jenis av Rana ikki. Heldur atkvøddi hann saman við samgonguni og syrgdi fyri at geva sær sjálvum og øðrum væl­ bjargað­um ein stóran skatta­ lætta. Samstundis skulu politik­ ar­ar ikki sjálvir rinda til sína egnu pensjón. Harafturat skulu teir bara rinda 35% í skatti av pensjónini, ímeðan vanlig fólk rinda 40% í skatti, av inngjaldinum. - Ingeborg Vinther sigur, at tí kann hon illa taka hetta fyri fult longur. Fingrarnar burtur Hon staðfestir eisini, at Stýr­ ið fyri ALS hevur tví­hild­ið um, at Løgtingið skal halda fingrarnar burtur frá ALS. Hetta hava fakfeløgini verið samd um. - Fakfeløg hava meiri enn einaferð gjørt greitt, at rørir Løg­tingið ALS, verður aðal­ verkfall í stundini. - Tí heldur hon, at tað er átalu­vert, at politikarar nú krevja, at Løgtingið skal taka stýrið av ræði. Men tað undrar hana enn meiri at fakfeløg koma kropp av kroppi og heita á Løgtingið um at skúgva stýr­ ið fyri ALS til viks. - Vit hava alla tíðina hildið fast um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga ALS og tað eru teir, sum skulu stýra ALS, tí tað eru arbeiðs­gevarar og løntakarar, sum gjalda ALS. Ingeborg Vinther sigur, at í stýrinum í ALS eru tey noydd at síggja veruleikan í eygu­ni. Og hann er, at verður skipa­nin ikki skerd, er kassin tóm­ur ­um tvey ár. - Tað mugu vit taka fyri fult, tí tømist kassin, er ikki ein króna til tey arbeiðsleysu. Ingeborg Vinther vil held­ ur ikki hoyra talan um, at ALS skal taka lán. - Lán skulu rindast aftur og lána vit pengar, verða tað lán­veitarin, sum setir treyt­ir­ nar og ta støðu vil ALS ikki koma í. - Teirri støðu var ALS í eina­ferð og ta støðu vil eg ikki koma í aftur, staðfestir hon. Ingeborg Vinther heldur, at tað er ómetaliga álvarsligt, at politikarar og fakfeløg nú royna at fáa Løgtingið at taka ALS stýrið av ræði. - Tað er eitt misálit á stýr­ ið og tað kann fáa ta av­leið­ ing, at stýrið blakar frá sær. Eg ivist í um tey vita, hvat tey gera. Sleppur Løgtingið fyrst framat ALS einaferð, er vandi fyri, at tað verður aftur­vendandi, so áðrenn vit vita av, hevur Løgtingið yvir­ tikið ALS. - Eg ivist stórliga í um tað fer at gagna teimum ar­ beiðs­leysu, sigur Ingeborg Vinther. Jenis av Rana grætur rossatár um arbeiðsleys ÓHOYRT Hevði Jenis av Rana slíka umsorgan fyri teimum veiku, skuldi hann heldur havt steðgað flatskattinum enn at koma nú at leggjast á ALS, sigur Ingeborg Vinther, stýrislimur í ALS Miðflokkurin fer ikki úr samgonguni SAMSTARV Jenis av Rana verður verandi í samgonguni, men hann fer at taka støðu av nýggjum, tá ið fíggjarlógin kemur til viðgerðar í heyst INGEBORG UNDRAST - Fakfeløgini hava altíð gjørt greitt, at Løgtingið skal halda fingrarnar burtur frá ALS, annars verður aðalverkfall. Tí er tað øgiliga undarligt, at tey nú vilja hava Løgtingið at skúgva stýrið fyri ALS til viks sigur Ingeborg Vinther, sum umboðar fakfeløgini í stýrinum fyri ALS