Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Vandi er fyri, at sølutorgið í Vágsbotni verður stongt í næst­um. Ósemja er nevniliga mill­ um Tórshavnar kommunu og Heilsufrøðiligu Starvs­stov­ una um torgið. Tá ið Tórshavnar komm­ una í 2008 fekk góðkent pláss­ið, setti Heilsufrøðiliga Starvs­stovan ymar treytir, og sam­bært Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni hevur komm­ unan framvegis ikki lúkað allar treytirnar enn. Kravið um eitt hondvask er so grundleggjandi, at øll støð, sum handfara berar mat­vørur, skulu hava hond­ vask á staðnum, skrivar Heilsu­frøðiliga Starvsstoan í brævi til kommununa, dag­ fest 23. apríl í ár. Men tað er ikki bara vant­ andi hondvaskið í Vágsbotni, at stríð er um. Kommunan hevur bið­ ið Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuna um at fáa góð­kenn­ ingina strikaða, tí kommunan vil ikki vera skrásett sum virki. Kommunan selur einki men hevur bara gjørt sølu­ torgið til onnur at nýta. Kommunan søkti um góð­kenning av staðnum og ikki um loyvi at selja, skriv­ aði Tórhavnar komm­una til Heilsufrøðiligu Starvs­stov­ una 2. mars í ár. Tórshavnar kommuna nokt­ar at hava eftirlitið við søl­uni og teimum, sum selja. Starvsstovan svarar, at kommunan má vísa á ein ábyrgdara av torginum. Elin Lindenskov, for­ kvinna í heilsu- og um­hvørv­ is­deildini heldur, at komm­ unan líkar øll krøv. Hon vón­ar ikki, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger álvara av at steðga virkseminum á sølu­ torginum. Sølutorgið er við til at halda lív í býnum, og eg vildi ynskt, at øll sløg av vørum kundu seljast har, sigur Elin Lindenskov. Heilsufrøðiliga Starvs­ stov­an hevur givið loyvi til sølu av nýveiddum fiski, ný­veiddari grind og spiki, nýveiddum fuglaeggum, fugli, avskornum grønmeti og eplum og av fiskavørum frá góð­kendum og løggildum virkj­um. Seljarar gremja seg javnan um, at teir ikki sleppa at selja vørur, sum teir vilja, og dømi eru um, at seljarar eru riknir burtur. Tað verður eisini sagt, at reglurnar fyri sølutorgið í Vágsbotni eru strangari enn fyri sølutorg í ES, men tí vísir Ingibjørg Egholm, eftir­ litsfólk á Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni. Vit halda okkum til ES- reglurnar, og tær eru líka strangar eitt nú í Danmark sum her, sigur hon. Kanna í Øravík Randi Jacobsen Mánadagin komu nak­rir brand- og vápna­tekn­ ik­arar úr Danmark til Før­oya, og mánakvøldið fóru teir til Suðuroyar. Teir fóru gjára­morg­ unin til verka at gera kanningar á gist­ingar­ húsinum í Øravík, har ein 21 ára gamal maður sunnunáttina detti eld á og skeyt við byrsu. Teir hava millum ann­ að kannað eldsbrunan og merkini eftir skotum, og vápnateknikararnir haav eisini gjørt kanningar fyri at gera eina meting av, hvussu vandamikil skotini vóru. Jaspur Vang, sýslu­ maður væntar, at teknik­ ararnir brúka í hvussu er dagin í dag aftrat til sínar kanningar. Ikki fyrr enn teir eru lidnir, sleppa trygg­ingar­ fólk aftrat, og tástaðni kann farast undir um­ væl­ingar­arbeiðið. Jaspur Vang sigur, at politiið er komið væl áleiðis við at avhoyra vitni. Í dag verða donsku teknik­ar­ arnir væntandi lidnir at kanna um­støð­ur­nar í Gist­ingar­ hús­in­um í Øravík, har eldur varð settur á sunnunáttina Hótta við at steingja sølutorgið Tórshavnar kommuna og Heilsufrøðiliga Starvsstovan eru ósamd um, hvør hevur ábyrgdina av tí, sum selt verður á sølutorginum í Vágsbotni Gistingarhúsið í Øravík fór illa av eldinum Fólk fara at sakna tað, um fiskur ikki longur fer at kunna keypast í Vágsbotni