mikudagur 9. mai 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Delta Seafood á Tvøroyri,
sum eigur Sandoy Seafood,
hevur í eftirhondini nógv ár
samstarvað við sandoyingar
um virkini í Skopun og á
Sandi.
Tað hevur verið undrunar
vert, at felagið hevur megnað
at rikið og uppihildið hesum
virksemi í Sandoynni í eini
tíð, tá fiskavirkir kring landið
annars høvdu trupulleikar
við at fáa raksturin at hanga
saman.
Flestu, sum hava áhuga
í vinnuni, minnast, hvussu
eitt nú Faroe Seafood tey
seinnu árini, felagið var virk
ið, stríddist við at fáa rakst
urin at hanga saman. Hóast
ymiskar loysnir um endur
reisn vórðu framdar, gjørdist
endin tann, at øll fyritøkan
og soleiðis øll fiskavirkini,
sum samtakið hevði undir
sínum hatti, fór á húsagang.
Her skal eingin saman
burður gerast, tí ivaleyst
vóru fyritreytirnar ymiskar,
men tað er ein sannroynd, at
fiskaframleiðsla ikki hevur
verið nakað gullnám í fleiri
ár.
Seinnu árini er tað hent,
at ognarrætturin til nógv
ísfiskaskip, sum veiða upsa,
er savnaður í ávísum pørtum
av landinum, og hesi skip
landa til tey virkir, sum tey
eru knýtt at.
Hetta hava vit serliga sæð
við fiskavirkinum Kósini í
Klaksvík, sum hevur knýtt
nógv skip aftrat sær – og
við fiskavirkinum hjá Faroe
Origin í Saltangará, sum eis
ini hevur nógv ísfiskaskip
knýtt at sær.
Samstundis, sum hetta er
hent, er upsaveiðan mink
að, og tí hevur tað ikki verið
lætt hjá virkinum hjá Sandoy
Seafood í Skopun at fingið
nógv mikið av ráfiski til sína
framleiðslu, soleiðis at virkið
kann bjóða sínum arbeiðs
fólki støðugt fiskaarbeiði.
Tá virksemið hjá Delta
Seafood var størst í Sandoy
nni, hevði felagið saltfiska
framleiðslu á virkinum á
Sandi – og flakaframleiðslu
á virkinum í Skopun. Toska
veiðan hevur verið lítil í fleiri
ár, og tá ráfiskagrundarlag
ikki longur var at hava virkið
á Sandi koyrandi, varð hetta
virkið brúkt til móttøku av
fiski, tá skip og bátar løgdu
veiðina upp á Sandi.
Í Skopun hevur Sandoy
Seafood øll árini megnað at
havt fiskaframleiðslu, men
undir verandi umstøðum er
ráfiskagrundarlagið ov veikt,
og tí er trupult hjá felagnum
– eisini undir verandi um
støðum – at skapa støðugt
arbeiði á virkinum.
Spennandi ætlan
Teir, sum standa aftanfyri
Delta Seafood og soleiðis eis
ini aftan fyri Sandoy Seafood,
hava ikki hug at gevast á
hendur í Sandoynni. Teir
vilja royna aðrar og nýggjar
møguleikar í oynni. Sum er,
fær Sandoyggin ongan lut
í uppisjóvarfiskinum, sum
verður veiddur í føroyskum
sjógvi og við føroyskum skip
um, og oyggin eigur heldur
ongan lut í teirri aling og virk
ing av alifiski, sum fer fram í
Føroyum. Men, gongst, sum
Sandoy Seafood ætlar, eigur
hetta ikki at vera støðan tey
næstu árini.
Delta Seafood hevur góð
ar og drúgvar royndir við
vinnulívssamstarvi,
og
á
Tvøroyri samstarvar felagið
nú við stóra uppsjóvarfelagið,
Varðan í Gøtu, um bygging av
stórum og nútímans virki til
uppsjóvarfisk.
Gøtumenn
hava drúgvar royndir í veiði,
meðan Delta Seafood hevur
drúgvar
royndir
og
eru
dugnaligir til framleiðslu.
Tí er hetta eisini ein ógvu
liga spennandi verkætlan,
sum lunnar nú verða lagdir
undir á Tvøroyri.
Men Delta Seafood hugsar
ikki bara um at gerast partur
av
uppsjóvartilfeinginum.
Nú ynskir felagið sær - og
sínum arbeiðsfólki – eisini
lut í føroysku alivinnuni.
Delta Seafood og Marine
Harvest Føroyar eru tí farin
í eitt samstarv, har alifelagið
fer at søkja um aliloyvi á
Sandsvág og í Hestfirði, og
samstundis arbeiða Marine
Harvest Føroyar og Delta
Seafood við eini ætlan um, at
allur alifiskurin skal kryvjast
í Sandoynni.
Støðugt arbeiði
Marner Lisberg er nevndar
formaður í Delta Seafood og
í Sandoy Seafood. Hann held
ur avgjørt, at tíðin er komin,
har Sandoyggin fær lut í ali
tilfeinginum.
– Tað kann ikki vera rætt,
at Sandoyggin hvørki hevur
lut í uppsjóvarfiskinum, ei
heldur í alifiskinum. Vit eru tí
farin í samstarv við alifelagið,
sum hevur alivirksemi ymsa
staðni í Føroyum, eitt nú á
Oyndarfirði og í Sundalag
num. Í fyrsta lagi verður
søkt um aliloyvi á Sandsvág
og í Hestfirði, og síðan er
ætlanin, at fiskurin, sum ali
økini skapa, skal kryvjast á
virkjunum í Sandoynni.
Spennandi
verkætlan
í Sandoynni
Delta Seafood og Marine Harvest
Marner Lisberg, nevndarformaður í Delta Seafood og í Sandoy Seafood, heldur avgjørt, at tíðin er komin, har
Sandoyggin fær lut í alitilfeinginum. – Tað kann ikki vera rætt, at Sandoyggin hvørki hevur lut í uppsjóvarfiski,
ei heldur í alifiski. Vit eru tí farin í samstarv við Marine Harvest Føroyar, sum fer at søkja um aliloyvi á Sandsvág
og í Hestfirði. Síðan er ætlanin, at allur fiskurin, sum felagið alir, skal kryvjast og virkast í Sandoynni, sigur hann
Vit hugsa okkum í
fyrsta lagi, at virkið á
Sandi verður brúkt sum
kryvjistøð, sum kemur
at skapa eini 30-40
nýggj og støðug
arbeiðspláss í oynni