mikudagur 9. mai 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Delta Seafood og Marine Harvest
Nevndarformaðurin sig
ur, at samstarvið upp á sikt
fer at bera í sær, at allur
alifiskurin,
sum
Marine
Harvest Føroyar framleiðir,
verður
konsentreraður
í
Sandoynni.
– Vit hugsa okkum í fyrsta
lagi, at virkið á Sandi verður
brúkt sum kryvjistøð, sum
kemur at skapa eini 30-40
nýggj og støðug arbeiðspláss
í oynni. Í øðrum lagi hugsa
vit okkum, at tann parturin
av fiskinum, sum væntandi
verður framleiddur og so
leiðis meirvirkaður, eisini
verður virkaður í oynni, og
her kunnu skapast eini 20-30
støðug arbeiðspláss aftrat.
Sum skilst á nevndarfor
manninum fer samstarvið
millum feløgini at byggja á,
at allir fiskurin hjá Marine
Harvest
Føroyar
verður
kruvdur og partvís meirvirk
aður í Sandoynni.
– Júst, hvussu hetta verður
skipað, fara vit at finna út
av, sum tíðin gongur, men
eyðvitað er, at hetta bæði
hevði skapt fleiri nýggj og
nógv støðugari arbeiðspláss
í Sandoynni, enn vit hava í
dag, nú ráfiskagrundarlagið
undir virkinum í Skopun er
so veikt.
Í
verandi
løtu
kann
Marner Lisberg tó ikki siga,
hvussu verður við vanligu
fiskaframleiðsluni í Skopun,
um ætlanin við alifiskinum
gerst veruleiki.
– Tað fer tíðin sjálvandi at
vísa, men fyri okkara verandi
arbeiðsfólk í Sandoynni og
fyri nýggju arbeiðsplássini,
sum hetta fer at skapa, hevur
tað jú størsta týdningin, at
virksemið er nógv og støð
ugt.
– Vit eru ógvuliga spentir
upp á hesa ætlan, og vit
vóna, at myndugleikarnir,
tá tann tíðin kemur, fara at
geva Marine Harvest Føroyar
aliloyvi á Sandsvág og í Hest
firði, so alifelagið á henda
hátt fær savnað ein part av
sínum virksemi upp at Sand
oynni.
Strategiskur partnari
Nú stóra uppsjóvarfelagið
Varðin valdi at gera sína
íløgu á Tvøroyri, og stóra
alifelagið Marine Harvest
Føroyar tekur upp samstarv
við Delta Deafood og Sandoy
Seafood, kann hetta bara
vera ein ásannan av, at feløg
ini hava stórt álit á Delta-
monnunum sum teir, ið duga
at framleiða.
Teir, sum standa aftanfyri
Varðan í Gøtu, hava sum áður
nevnt drúgvar royndir í veiði
– og teir, sum standa aftan
fyri Marine Harvest Føroyar,
hava drúgvar royndir í aling.
– Jú, vit fegnast sjálvsagt
um, at áhugi er fyri at sam
starva við okkum, og vit
vóna, at tað besta kann spyrj
ast burtur úr hesum sam
starvi. Vit vilja í øllum førum
gera okkara besta sum partur
av hesum samstarvi, sigur
Marner Lisberg, nevndar
formaður í Delta Seafood og
Sandoy Seafood.
vilmund@sosialurin.fo
Í øðrum lagi hugsa vit okkum, at tann parturin av fiskinum,
sum verður framleiddur og meirvirkaður, eisini verður virkaður í oynni.
Her kunnu skapast eini 20-30 støðug arbeiðspláss aftrat
Í Skopun hevur Sandoy Seafood øll árini
megnað at havt fiskaframleiðslu, men undir
verandi umstøðum er ráfiskagrundarlagið
ov veikt til støðugt fiskaarbeiði
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Vit eru farin í samstarv við Marine Harvest
Føroyar, sum fer at søkja um aliloyvi á Sandsvág
(mynd) og í Hestfirði, sigur Marner Lisberg
Mynd: Vilmund Jacobsen
Marner Lisberg, sum er nevndarformaður í Delta
Seafood og í Sandoy Seafood, hevur góðar og drúgvar
royndir við vinnulívssamstarvi. Á Tvøroyri verður
samstarvað við stóra uppsjóvarfelagið, Varðan í Gøtu
Mynd: Vilmund Jacobsen