Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Etur nógv í íslendskum sjógvi Ein frágreiðing, sum ís­ lendska vinnan hevur latið fiskimálaráðnum í Reykjavík, kemur til ta niðurstøðu, at makrel­ urin tyngnaði nógv ta tíðina, hann var í íslendskum sjógvi sein­ asta summar. Í meðal tyngnaði makrelurin 55 pro­sent hesa tíðina, sum er frá mai til august, sigur arbeiðsbólkurin, sum hevur skrivað frá­ greið­ingina. Bólkurin hevur eis­ ini kannað, hvussu nógv­ur stórur partur av makrelstovninum var í íslendskum sjógvi summar­mánaðir­nar í 2010 og í fjør. Niður­ støðan er, at í 2010 var stovn­urin 4,85 milliónir tons tons, og at av hesum vóru 1,1 millión tons ella 23 prosent í íslendskum sjógvi. Í fjør var stovns­ vektin 2,7 milliónir tons, og 1,1 millión tons ella 43 prosent vóru í ís­lendsk­ um sjóøki. Færri húsagangir Danskir greinarar høvdu roknað við, at støðugt fleiri vinnufyritøkur máttu fara á húsagang fyrra hálvár í ár orsakað av skuldar­kreppuni, men nýggj tøl hjá donsku hag­stovuni vísa, at so er ikki. Tvørturímóti vóru húsagangirnir í april 337 í tali ímóti 453 í mars. Steen Bocian, sum er búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, heldur, at tann óvanliga lága rentan ger tað møguligt hjá fleiri fyritøkum at berja seg ígjøgnum krepp­una. Harafturat eru tær veikastu fyri­ tøk­ur­nar longu falnar av krepp­uni, sigur hann, og ein triðja orsøk er, at tann privata nýtslan er far­in at veksa spaku­ liga. Stjala bátar í Noregi Løgreglan í Suðurnoregi heitir nú á bátaeigarar um at halda eygað við bátunum, tí í seinastuni eru fleiri bátar stolnir, meðan teir hava ligið við bátabrúgvarnar. Nakr­ir av teimum stolnu bát­ unum eru komnir afturí­ aftur, men ikki allir. Ta seinastu vikuna eru fleiri bátar stolnir í Kristiansand, Arendal og Grimstad, og løgreglan heldur, at í summum førum eru tað skipaðir brots­menn, sum hava tikið teir. Fyri nøkrum døg­um sóu fólk tríggjar menn taka myndir av bátum, sum lógu í einum báta­hyli í Tvedestrand. Sagt verður, at mynda­ menninir helst vóru út­ lendingar. – Hetta kundi bent á, at menn taka myndir av bátum, sum teir halda vera verdar at stjala, sig­ ur løgreglan við Aften­ posten. Tað er ongantíð lætt at fáa leiðaran í norska olju­ grunninum, Yngve Slyngstad, at avdúka, hvørjar íløgu­ ætl­anir grunnurin hevur, og tá grunnurin legði fram rokn­skap í síðstu viku, vildi stjórin heldur ikki siga, um grunn­urin fer at seta pengar í Face­book. Norskir greinarar kenna seg tó rættiliga vísar í, at grunnurin fer at liggja fram­við, tí her er talan um eina fyritøku, sum ikki er á nøkrum svørtum lista, siga teir. Facebook hevur næstan eina millard brúkarar, og Bloom­berg hevur virðismett fyri­tøkuna til 96 milliardir dollarar, sum er væl meiri enn Statoil og Hydro tilsamans. Oljugrunninum nýtist ikki at fara í krókarnar at leita fyri at finna møguligar pengar til at keypa partabrøv í Facebook fyri. Fyri einum mánað síðani var virðið á grunn­inum næstan 3.500 milliardir norskar krónur, sum var næstan 200 milliardir meiri enn á nýggjárinum. Norskir oljupengar til Facebook Tann 17. mai fer leiðslan í Facebook at tosa við grunnar og feløg, sum hava hug at gera íløgur í fyritøkuna, og alt bendir á, at norski oljugrunnurin fer at sita við fundarborðið Grønland skipar sendi­ stovu í Íslandi og USA Í morgin fer grønlendska Landstingið at viðgera eitt mál um at stovna grønlendskar sendistovur í Íslandi og í USA. Men fleiri kunnu koma upp á tal Upprunaliga kom uppskotið frá tveimum tingmonnum hjá andstøðuflokkinum Atassut, sum skutu upp at stovna sendistovur í USA, Russ­landi og Bretlandi. Men eftir at málið hevur verið til viðgerðar í uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini, hevur ein samd nevnd skotið upp at stovna sendistovur í Íslandi og USA. Í álitinum vísir nevndin á, at fleiri íslendskar fyritøkur arbeiða í Grønlandi, og at fast flog­samband er mill­ um lond­ini. Harafturat er tætt samstarv millum heilsuverkið í londunum báðum, og tá samstarv á fiski­vinnu­økinum og ú t ­n o r ð u r s ­s a m ­s t a r v i ð verða løgd afturat, held­ur nevndin tað vera rætt við einari sendistovu í Reykjavík. Uttanríkis- og trygdar­ politiska nevndin hjá Lands­ tinginum heldur tað eisini vera umráðandi at stovna sendi­stovu í USA. Nevndin sigur, at við einari sendistovu har kann Grønland leggja størri dent á arbeiðið í ST fyri rættindunum hjá upp­ runafólki. Hinvegin heldur nevndin, at grønlendska sendistovan í Bruxelles kann røkja tey grøn­lendsku áhugamálini í Bretlandi og Russlandi. Nevndin nevnir eisini møgu­leikan fyri at skipa sendi­stovu í Kina, sum vísir støð­ugt størri áhuga fyri tí arktiska økinum. Stjórin í norska oljugrunninum Yngve Slyngstad og Facebook-forstjórin Mark Zuckerberg Mynd: Aftenposten Grønland skal hava sendistovu í Reykjavík og í Washington Mynd: KNR