Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Magnus og Petura stovna arbeiði í Grønlandi Heilt síðani stovnanina í 1865 hevur virksemið hjá Frelsunarherinum spjatt seg kring allan heimin. Í dag hevur rørslan arbeiði í 124 londum. Nú skulu eini føroysk hjún stovna arbeiði í tí 125. landinum – Grønlandi. Snorri Brend Frelsunarherurin í Danmark hátíðarhelt um vikuskiftið 125 ára stovningardag sín. Í hesum sambandi vóru møtir hildin í Keyp­manna­ havn, har general Linda Bond var høvðustalari. Ein stór løta í hesum sam­ bandi var, tá ið tveir føroyskir kadettar – hjúnini Magnus og Petura Haraldsen – vóru vígd at fara í heiltíðartænastu hjá Frelsunarherinum. Teirra tænasta verður at byrja eitt arbeiðið hjá Frels­ unarherinum í Grøn­landi, sum sostatt kann gerast tað 125. landið í stóra altjóða fe­ lagsskapinum. Magnus og Petura eru bæði uppvaksin í Tórs­havn, men hava tey sein­astu árini starvast hjá Frels­unar­herin­ um í Nakskov í Dan­mark. Petura er útbúgvin sjúkra­ røkt­ar­frøðingur og familju ráð­gevi. Magnus hevur starv­ ast sum leiðari á Genbrug Syd/Øst í Nakskov. snorri@sosialurin.fo 171 børn tekn­aðu fyri um­hvørvið Teir tríggir vinnararnir av teknikappingini hjá Umhvørvisvikuni í Tórs­havnar Kommunu eru nú funnir. Teir vóru funnir millum 171 børn ið teknaðu fyri komm­ un­una. Hósdagin kundi so­ statt Bogi Andrea­sen, limur í umhvørvis­nevnd­ ini, handa vinningarnar í teknikappingini sum hevði til endamáls at gera børn tilvitað um um­hvørvið.   Tekningarnar sum vunnu vórðu vístar fram, tá børnini fingu di­plom handað. Elin Linden­skov, for­kvinna í um­hvørvis­nevnd­ini, sum hevur verið partur av dómarabólkinum, greiddi frá myndunum, og hví júst hesar mynd­ ir­nar vunnu.   171 børn luttóku í teknikappingini íalt, har­av 62 børn vóru undir skúla­aldur,  95 børn úr 1. til 3. flokki og 14 børn úr 4. flokki og eldri. Teir tríggir vinnarar­ nir vóru:  Jákup Davidsen, Sára Zakariassen og Zacharias Møller. sb. Soleiðis kanst tú lesa Bíbliuna Tað er Teologisk Pædagogisk Center í Løgumkloster sum skipar fyri hesum skeiði, í samstarvi við Felagið fyri kirkjuráðslimir og Presta­fe­ lag Føroya. Skeiðið vendir sær ser­liga til kirkjuráðslimir og kirkju­ tænarar, og byrjar klokkan 9.45, tá Bergtórur Bjarkhamar hevur eina morgunandakt. Skeiðshaldarar verða donsku Gertrud Yde Iver­ sen og Kirsten Nielsen. Sam­ skipari í Føroyum er Theodor Eli Dam Olsen, prestur í Kví­ vík. Eitt av evnunum er tað tey nevna myndamálið í Bíbliuni. Her verður spurningurin sett­ur um Gud sum faðir, eina móður, eina leyvu, eina ørn, ein kelda við vatni ella logandi eldur. Høvið verður eisini at gera venjingar í upplestri og ann­ars at fáa íblástur og innføring í Bíbliuna sum bókin við teimum stóru linj­ un­um og teim mongu rødd­ unum. snorri@sosialurin.fo Leygardagin verður Hoyvíkar kirkja karmur um eitt serligt skeið í bíbliulestri. Eitt av evnunum er, hvussu ein lesur Bíbliuna og hví tey fýra evangeli’ini eru so ymisk Mette elskar tað søta Hóskvøldið 31. mai skipar Handilsmiðdepilin í Runa­vík fyri stórum spenn­andi tiltaki í Løks­ høll. Í hesum sambandi hava tey bjóðað Mette Blomst­erberg til Før­oya. Tiltakið hetta kvøldið ber heitið SANSA, og er hetta fjórða árið á rað at tað verður hildið. Hetta er eitt væl kryddað kvøld, har limir í Hand­ils­mið­ deplinum bjóða  sínar vørur og tæn­astur fram á ein krea­tiv­an hátt. Mette Blomsterberg er kend frá sendirøð­ un­um “Det søde liv”, “Kongerigets kager” og “Price og Blomsterberg” á DR1. Hon fer nú at greiða frá sína passión fyri tí “Søta” og um, hvussu hugskotið til egna fyritøku kom. Mette Blomsterberg hevur í dag stóra succes við handlinum Blomsterbergs í Keyp­ manna­havn, sjó­n­varps­ send­ingum og við at skriva uppskriftabøkur við køkum og dessertum, sum kunnu freista sjálvt tann mest kræsna, verð­ ur sagt úr Runavík. sb. GRØNLAND Hjúnini Petura og Magnus Haraldsen gera seg til reiðar at fara í tænastu hjá Frelsunarherinum í Grønlandi Kvívík: Leygardagin verður tann stóri ruddingardagurin í øllum bygdum í Kvívíkar kommunu. Dagurin byrjar við morg­ un­mati klokkan 9 á trimum støðum - í Glæmuni í Kvívík, skúl­anum í Leynum og á Vál­ inum, og løtu seinni verður lagt til brots at rudda. Skipað er soleiðis fyri, at bygdarfólkið á Skælingi, Stykkinum og í Leynum møta í skúlanum í Leynum, meðan bygdarfólkið á Válinum møta í skúlanum. Umleið klokkan 12 møtast fólk aftur til suppu, og eftir tað verða plantupakkar út­ flýggjaðir til tey, ið hava lut­ tikið í ruddingardegnum. snorri@sosialurin.fo Rudda í øllum bygdunum