Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá Mogens Glistrup fyri 40 árum síðani enda­ vendi politisku líka­sæl­ uni í Danmark, bæði vinstra- og høgra­flokk­ unum, tók hann til: “Fyrr vóru fá í vogninum, með­ an mong koyrdu á. Tað er broytt: nú eru mong í vogninum, men fá draga, tað er ein trupulleiki”! - Nakað átøkt Føroyum. Hetta kom eg at hugsa um, nú tað kom í ljósmála, at kring­varps­ stjórin hevur sagt seg úr starvi, fyri at taka við øðrum starvi í Keyp­ mannahavn. Um sama mundið fullu ótespiligu dundurtalurnar frá høv­ undunum Carl J. Jensen, Jóannes Nielsen og sjón­ leikaranum Bárði Pers­ son, sum onki spardu, men niðurgjørdu okk­ ara politikarar og flestu føroyingar, tað verð­ur seg vinnuna og “sam­ svíkar”, sum ikki vóru so fáir í tali. Gvaggandi dunnuhylurin Sjálvsagt spyr vanligi føroyingurin – ja, eg brúki orðið vanligi før­ oy­ingurin – skal hetta verða støðið í framtíðini. – Verður hetta tað, høv­ uðsstaðurin fer at borð­ reiða við, nú peningur drag­nar til almennu ovur­nýtsluna, sum hev­ ur verið innsprænd frá vinnulívi, sjófólki og ar­ beiðsfólki? Er hetta nú hylurin við “gvaggandi dunnum”, sum ikki hava sæð veruleikan, og sum H. C. Andersen so væl lív­ gevur, “ sum ikki hyggja út um hegnið”. – Nei, Føroyar hava brúk fyri búskaparvøkstri, eisini so hesir kunnu liva. Setti mær tí spurn­ ing­in, nú tíðum verður meylað um: “Fólkið rím­ir av landinum”, og les­andi kenna seg so illa viðfarin, “tí tey ikki kunnu koma heim til Før­oya uttan al­ment starv er tøkt, ella beint í ALS-skipanina”. Síggið fyri tykkum t.d. vinnu­ lívsmenninar Hansen, Ja­cobsen, Mortensen, Rasmussen og aftur Jacobsen, fyri at taka dømi burtur úr rúgvuni, gjørdu greitt, at “nú flyta vit av landinum”. Hesir høvdu verið vælkomnir í øllum londum uttan um okkum sum hegnismenn, har smáborgarligheitin ikki er í hásæti. Skal hetta verða framtíðin Hugsið tykkum til, hvørj­ um skuldu so Nielsen, Jensen, Persson o.l., liva av, og uppaftur verri, um hesir skuldu tikið yvir, ella fyri alt tað droymarahugsanina, hjá øðrum kendum manni, sum ikki skilir, at hann við fjølskyldu ikki fær í kassan 50túsund krón­ ur í tilfeingisgjaldi, og fyri at gera skomm­ina fullkomna, at borgara­ goldna hámentanin, Út­ varp Føroya, tók hetta upp í fullum álvara. - Er hetta okkara framtíð! Sigi bara, um hesi høv­uðsstaðar-umboð, Jen­sen, Nielsen og Pers­ son o.o. á hesum bógvi, fara at leggja støðið, eru Føroyar illa staddar. Skal hetta verða støðið Jógvan við Keldu Ein túr yvir við Strond Halla Samuelsen Forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs Fari ein túr yvir við Strond eina tvær ferðir um vikuna, at hyggja eftir, hvussu langt Boðanesheimið nú er komið. Tað broytist frá viku til viku og er hetta sera spennandi at fylgja við í. Tað eru nokk fleiri við mær, sum bæði tvær og tríggj­ar ferðir um vikuna líka leggja leiðina framvið Boða­ nes­heiminum fyri at vita, hvussu gongur og hvussu hetta alt kemur at geva seg út. Summi teirra ímynda sær at búgva her. Onnur ímynda sær, at gamla mamma teirra loksins fær eitt røktar­ heimspláss. Vit vita jú øll, at tørvurin á hesum góða heimi er sera stórur. Byggiarbeiðið byrjaði stutt fyri jól 2010 og hevur ging­ið ótrúliga væl hóast henda harða veturin. So nú styttist tíðin av álvara til, at vit í oktober í ár kunnu bjóða borgarum okkara 64 nýggj búpláss við øllum teimum hentleikum, eitt slíkt heim krevur – bæði innan- og uttandura. Hetta gleðist eg sum for­ kvinna í sosialu nevnd al­ mikið um. Fyri kortum varð Jóngerð Guttesen sett sum leiðari á Boðanesheiminum og byrjaði hon í starvinum 1. mai. Eitt tað fyrsta sum Tórshavnar kommuna og hon fara í holt við, verður at seta starvsfólk til Boðanesheimið, tí nógv skal skipast og fyrireikast til at tey fyrstu búfólkini flyta inn í oktober. Roknast skal við, at eini 80-100 fólk skulu starvast á heiminum. Eldrabústaðir Øllum er greitt, at stórur tørvur er á Boðanesheiminum til tann bólkin av eldri, sum er ringast fyri her í komm­ ununi. Men kommunan ar­ beið­ir eisini støðugt við at fjøltátta og betra íbúðar­ sam­ansetingina, herundir at fáa til vega eldrabústaðir til teirra, ið framvegis kunnu klára seg sjálvi í egnum heimi møguliga við stuðli frá heimahjálp. Kommunan arbeiðir eitt nú við ætlanum um lutaíbúðir. Havi hug at siga, at um høvuðs­ staðar­umboðini, Jensen, Nielsen og Pers­son o.o. á hesum bógvi, skulu leggja støðið, eru Før­ oyar sera illa stadd­ar Nú er skil aftur á kostnaðar­ støðinum hjá kommununi Annfinn Brekkstein býráðslimur fyri Sambandsflokkin Á fundi í Tórshavnar Býráð mikukvøldið eydnaðist tað minnilutanum, Fólka­flokk­ inum og Sambands­flokk­ inum, at broyta samtyktina hjá sitandi javnaðar- og tjóð­ veldismeiriluta soleiðis, at kostnaðurin fyri eitt byggi­ loyvi í kommununi nú liggur millum 10.000 og 20.000 krónur. Sitandi býráðsmeiriluti hevði annars góðent eitt uppskot frá umsitingini, har kostnaðurin fyri eitt byggiloyvi kom upp á næstan 90.000 krónur. Tað er jú púra burturvið, og tað ásannaðu tey eisini langt um leingi í býráðsmeirilutanum. Tað var tí eitt samt býráð, sum tók undir við einum broytingaruppskoti, sum Jan Christiansen skeyt upp á seinasta býráðsfundi. Skulu vit hava vøkstur aftur í Tórshavnar Kommunu má vit og skil valda. Sitandi meiriluti hevði ikki ánilsi av, hvørja avleiðing broytingin hevði við sær, tá tey áløgdu eitt okursgjald fyri byggiloyvini í 2008. Vónandi kann avgerðin, sum vit tóku í býráðnum mikukvøldi føra til, at tað nú aftur kemur verulig gongd á byggivirksemið í okkara kommunu.