mikudagur 9. mai 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Yvirlýsing:
Frá ársaðalfundi
Eysturoyar
Sjálvstýrisfelags
á Skála týsdagin
tann 08. mai 2012
Vísandi til úrslitið á fólkaatkvøðuni um
kommunusamanlegging er greitt, at talan neyvan
verður um tann stóra kommunalreformin á hesum
sinni. Tí heitir felagið heitir á sjálvstýrisumboðini
í kommunu- bý og bygdaráðum, um at gera eitt
miðvíst arbeiði, fyri at uppbyggja samstarv millum
grannakomunur.
Felagið frøðist um, at tað endaliga er eydnast,
at fáa samtykt eina byggilóg, tí lógin ið er tillagað
føroysk viðurskifti og verður ein góðskutrygd fyri
borgaran, sum byggir sethús ella ognar sær íbúð.
Við ásetingum um bjálving, verður eitt ítøkiligt stig
tikið á leiðini móti málinum, at minka oljunýtsluna
og harvið útlátið.
Fólkið sum livir á útoyggj, hevur serligar
avbjóðingar í gerandisdegnum. Vit fegnast um,
at avtala er gjørd um oljuflutning til Skúvoyar.
Heitt verður á landstýrismannin um at virka fyri,
at henda loysnin eisini kann gerast fyri aðrar
útoyggjar, sum eru bundnar av oljuflutningi í
tunnum.
Breið semja er um yvirtøku útlendingamálum.
Vit geva landstýrismanninum okkara fulla stuðul,
at henda verður framd 1. januar 2013.
Nú Húsalánsgrunnurin er farin í gongd við
at fíggja lutaíbúðir kring landi, kemur gongd
á byggivinnuna. Vónandi verður næsta stigið,
at grunnurin eisini fær heimild til at veita
realkreditlán til privat.
Kostnaðarstøðið á
byggiloyvum
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Annfinn Brekkstein, býráðs
limur, er í løtuni í fjølmiðlun
um og tekur sær heiður av at
hava lækkað kostnaðarstøðið
á byggiloyvum í Tórshavnar
kommunu. Hann og minni-
lutin hava, sum tað skilst,
bukað meirilutan upp á pláss
í hesum máli, so nú er skil á.
Tað, Annfinn Brekkstein
kallar “gjald fyri byggiloyvi”,
er tað, vit í kommununi van
liga kalla íbindingargjald.
Íbindingargjaldið
hevur
verið álagt øllum borgarum
í Tórshavnar kommunu, ið
hava fingið/fáa byggiloyvi
og harvið eru íbundin í vatn
leiðingar, kloakkskipanir og
vegir.
Henda praksis gongur
heilt aftur til 1898.
Verandi íbindingargjald
varð álagt í 1969 í samband við
útflýggjan av byggiloyvum,
og hevur tað verið siðvenja
síðan. Tað varð endurskoðað
í 1998, og gjaldið var óbroytt,
til býráðið 31. januar í 2008
samtykti
at
endurskoða
gjaldið.
Henda broyting viðførdi
ein annan leist at rokna
nevnda gjald eftir. Mett varð,
at nýggi útrokningarhátturin
frá 2008 vildi viðvirka til
“rættvísari” gjøld og tók
eisini hædd fyri nýggjari
byggihættum. Men ein vaks
andi ónøgd førdi til drúgva
málsviðgerð av íbindingar
gjaldinum, sum er rættiliga
fløkt.
Nýggj gjøld vóru fyri í
fíggjarnevndini fyri seinastu
jól. Eftir nýggjár tók stjórnin
avgerð um at mæla til, at
politiska skipanin tók støðu
til m.a. ein broyttan útrokn
ingarhátt, til tess at fáa eina
rættvísari og fyri borgaran
bíligari skipan.
Fíggjarnevndin
sam
tykti einmælt at mæla bý
ráðnum til at fremja hesar
broytingar fyri bara viku
síðan. Beint eftir kom til
mælið fyri á býráðsfundi.
Tað varð einmælt samtykt
við eini broyting, sum Jan
Christiansen,
býráðslimur,
mælti til.
Samlaða
málsviðgerðin
hevur verið drúgv og long.
Men ongastaðni í málsvið
gerðini dugi eg at síggja, at
Annfinn Brekkstein hevur
havt nakað sum helst við
málið at gera, hvørki í nevnd
ella aðrastaðir.
Kortini fer hann nú út
í fjølmiðlarnar at taka sær
heiðurin av einum máli,
hann onki hevur havt við at
gera, eitt mál, sum stjórn, ein
samd fíggjarnevnd og eitt
samt býráð hava avgreitt.
Einasta, hann hevur havt
við málið at gera, var at lut
taka á seinasta býráðsfundi.
So jú, Annfinn Brekkstein,
skil er á kostnaðarstøðinum.
Men tað er ikki tær at takka
fyri.
Byggiloyvið enn einaferð
Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin
So var borgarstjórin aftur úti
við einari takling, nú undir
ritaði dittaði sær alment at
fegnast um, at skil aftur er
komið á kostnaðarstøðið, tá
borgarar í Tórshavnar komm
unu skulu hava byggiloyvi.
Í brævi mínum nýtti eg
høvið til at greiða frá, at ein
trupulleiki, sum eg vísti á í
lesarabrævi í fjør, nú hevði
fingið eina virðiliga loysn í
býráðnum.
Sambært borgarstjóran
um eigi eg ongan heiður í tí,
sum hendi á seinasta býráðs
fundi. Tað biði eg heldur ikki
um.
Tó loyvi eg mær at stað
festa, eins og borgarstjórin
vísir á, at tað var eitt samt
býráð, sum tók undir við
broytingaruppskotinum frá
Jan Christiansen.
Sostatt tók ongin býráðs
limur undir við tilmælinum
frá einari samdari fíggjar
nevnd og tí drúgva fyri
reikingararbeiðinum,
ið
umsitingin, sambært borgar
stjóranum, hevur gjørt.
Her kann borgarin so
sjálvur meta um, hvør ið
hevur gjørt hvat og hvør, ið
hevur ávirkað hvat.
Mín meting er, at tá eitt
samt býráð vrakar tilmæl
ið frá einari samdari fíggj
arnevnd og tekur undir við
einum broytingaruppskoti,
so er drúgva fyrireikandi
arbeiðið ikki gjørt nóg gott.
1. juni fer kringvarps
kvinnan Beinta Løwe
Jacobsen í nýtt starv.
Hon fer í Starvs
mannafelagið, har hon
skal ráðgeva í sambandi
við komandi sáttmála
samráðingar, kunningar
arbeiði og aðrar upp
gávur.
Talan er tó bara um
farloyvisstarv frá 1. juni
og árið út.
Beinta Løwe Jacobsen
sigur, at hon søkti, tí
hon hevði hug at royna
okkurt
annað.
Hon
hevur fingið farloyvi úr
Kringvarpinum
hesar
sjey mánaðirnar.
Beinta verður
ráðgevi
www.sosialurin.fo