Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Nú skal serliga kvæða­menta­ nin setast í hásæti í fýra dag­ ar umborð á Norrönu. Tá Norröna leggur frá bryggju mánadagin klokk­ an 14, er tað við umleið 300 kvæða­fróum – og kvæða­ fróðum – gestum. Leiðin liggur til Seyðis­ fjarðar, og har verður gjørd onkur útferð. Millum an­n­ að verður vitjað á Skriðu­ klaustri, sum kann kall­ast mentunarháborgin í Eystur­ íslandi. Skriðu­klaust­ur hev­ ur nógv áhugavert at vísa fram, bæði innan søgu og mentan. Ein útferð verður eisini gjørd til Egilsstaðir at vitja dans­i­felagið "Fíðrildin". Dansi­felagið Fíðrildin kemur eisini umborð í Íslandi at at vísa onkrar gamlar íslendsk­ ar dansir. Umborð verða hildir tveir fyrilestrar. Rasmus Joensen, formaður í landsfelagnum hjá føroyskum dansifeløgum, Sláið Ring, fer at halda fyri­ lestur um Grettiskvæði og Hanus Kamban held­ur ein fyrilestur um Runsi­vals­ stríði. Aftaná báðar fyri­ lestr­ar­nar verður fari upp á gólv at kvøða ávíka­vist Grettiskvæðið og Runsu­vala­ stríðið. Sjálvandi verður møgu­ leiki at taka aðrar vísir og kvæði, og løgi skuldi verið, um ikki til dømis Vaagen verð­ur tikin, ið just snýr seg um eina ringa ferð av Seyðis­ firði til Føroya. Tað er annars Sláið Ring, sum skipar fyri føroyska dansi­num, men høvi verður hjá øllum, sum hava hug, at skipa onkra vísu ella okkurt kvæði. Talan er um fýra dagar av før­oyskari kvæðamentan, og tað skuldi verið nóg mikið at fylt allar tangar, til kvæðatíðin byrjar aftur í heyst. Men alt verður ikki kvøð­ ing og kvæðamentan, annað undirhald er eisini á skránn­ ið á túrinum. Nevnast kann, at Terji Rasmussen spæl­ir í Naust barrini og har­monik­ an fer eisini at runga á skipi­ num. Er tað onkur, sum ætlar sær við, men enn ikki hevu keypt ferðaseðil, so eru enn nøk­ur heilt fá pláss eftir til túrin, sigur Smyril Line. Leo Poulsen Í dag er havhesturin mest vanligi fuglurin í Føroyum, men tað er í roynd og veru ikki so ógvu­liga nógv ár síðani, at hann fyrstu ferð var at sígg­ja um okkara leiðir. Sambært »Malle­ mukk­en på Færøerne«, sum bókin kallast, byrj­ aði havhesturin at verpa í Suðuroy í 1839, og spreid­di seg síðani kring oyggj­ar­ nar fram til 1892, tá hann sum seinasta oyggj bygdi reið­ur í Nólsoy. Bókin umrøður hav­ hesta­stovnin í síni heild, og tað umfatar bæði vísinda­ligar kanningar og veiði­hættir. Eitt, sum sermerkir bók­ina – umframt frálíkt vísunda­ligt avrik – eru mongu einastandandi vøkru myndirnar, sum høv­undurin í høvuðs­ heiti­num hevur tikið sjálv­ur. Kanningar, sum høvund­urin í flestu førum hev­ur gjørt sjálvur ella hev­ur verið við til at gjørt, verða umrøddar, eins og ymsu veiðimátarnir verða við­gjørdir. Havhestur verður sum eingin annar fulgur býtt- ur upp í veiði sum ungi og gamal fuglur. Sum ungi verður hann tikin á sjón­um, meðan hann sum gamal antin verður skotin ella fleygaður. Greitt verður frá, hvussu fuglurin verður ha­greidd­ur, og hvussu til ber at keypa ungan bæði sum saltaðan, frystan ella eisini skrædlaðan. Jens-Kjeld Jensen hev­ur áður skrivað bók­ ina »Lundefangst – en fangst­dag på Nólsoy«, og »Fir­valdar – 155 ymiskir fir­valdar í Føroyum«. Umframt hetta hevur hann eisini latið úr hond­ um fleiri enn 500 dag­ blaðs­greinar. Jens-Kjeld Jen­sen er dani, men hevur búð í Nólsoy í útvið 40 ár. Bókin »Mallemukken på Færøerne« er sum nevnt at fáa í bóka­búðu­ num kring landið. Og dansen den går… Mánadagin 14. mai fer Norrøna á kvæðacruise til Íslands við umleið 300 kvæðagestum Fyri fyrstu ferð verður Norröna karmur um skipaðan føroyskan dans Jens- Kjeld við nýggjari fuglabók Onnur fuglabókin og triðja í alt hjá Jens-Kjeld Jensen er komin á gøtuna, og hesaferð er tað havhesturin, sum verður viðgjørdur Mallemukken på Færøerne er snøgg og upplýsandi bók við hópinum av framúrskarandi myndum