Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 2. partur Tíverri kom Knud ikki at uppliva, at Danmark gjørdist frælst 5.maj 1945. So seint sum 23. apríl, varð hann dripin av týskarum. Hendan dagin komu týskir her­ menn framá Knud og nakrar aðrar limir úr bólkinum 1944, sum høvdu skotvenjingar í einum skógar­øki í Norðursælandi. Týsku hermenninir vóru sera væl mannaðir, og tí var einki at gera uttan at flýggja undan týskarunum. Hetta eydnaðist eisini teimum flestu. Leingi var ógreitt, hvat var hent Knud. Sjálvur var Knud sera nógv eftirlýstur av týskarum, so har var ikki nógv at vænta. Ikki fyrr enn í juni varð líkið av honum funnið, og tá gjørdist hansara lagna vís. Teir, sum vóru við í hesi venjing, mettu, at Knud fyri at verja hinar hevur hildið á til tað síðsta heldur enn at flýggja. Hann var annars júst blivin gift­ ur við Helle, sum eisini hevði verið virk­in í mótstøðurørsluni. Tey vænt­aðu teirra fyrsta barn. Ingálvur ikki nóg harðkókaður Meðan arbeitt var við frásøgnini hjá Sigmundi vísti tað seg, at Ingálvur av Reyni hevði verið besti vinmaður við Knud, hvørs veruliga navn var Ib Mogens Bech Christensen. Ing­ álvur hevði framvegis samband við konu hansara Helle. Afturat hesum hevði Ingálvur bæði myndir og til­ far frá hesum mótstøðubólki. Hetta ger ikki søguna minni áhugaverda hjá føroyingum. For­ søg­an er tann, at Ingálvur í 1938 fer til Danmarkar, har hann fór at lesa á Bizzie Høyer Tekniske Skole í Keyp­mannahavn. Her kemur hann at kenna Ib, og teir gerast beinan­ vegin serliga væl. Teir vóru báðir byrjandi listamenn. Hetta gongur alt heilt vanligt inntil 9. apríl 1940, tá Danmark varð hersett av týskarum. Hetta vendi upp og niður uppá mangt. Tað gekk rættiliga long tíð, áðrenn nøkur verulig mótstøða móti týskarum tók seg upp í Danmark. Men Ib var ein av teimum fyrstu, sum settu seg upp móti týskarum. Hann gavst at lesa fyri at stríðast móti hesum óndskapi, sum hann sá. Longu í 1941 kom hann tríggjar mánaðir í geglið fyri at hava málað antinasistisk slag­orð á ein húsavegg. Hóast teir ikki lósu saman long­ ur, fylgdi Ingálvur væl við í tí, sum vinurin tók sær fyri. Í byrjanini var Ingálvur eisini við á fundi hjá mótstøðufólki. Ingálvur spurdi, um hann ikki kundi vera til hjálpar. Men Ib bað hann lata vera, tí hetta var Ingálvur ov lítið harðkókaður til. Tað kundi vist vera nakað um tað! Ingálvur segði, at Ib ongantíð duldi fyri, at hann vildi, um tað var neyðugt, ofra lívið ímóti nasismuni. Óndskapurin í nasismuni var ikki so opinlýsur tá, sum hann gjørdist seinni. Ingálvur og Ib hittust eisini undir krígnum, hóast umstøðurnar til tess ikki vóru tær bestu. Ing­ álvur minnist eitt “karneval”, har Ib skuldi koma, men hann møtti ikki upp orsakað av sínum mót­støðu­ arbeiði. Ingálvur kendi eisini Erik Nye- mann, sum var góður vinur hjá Helle, gentuni hjá Ib. Hann var ein av teimum 11 fríheitskemparum, sum týskarar avrættaðu 9. august 1944. Helle var eisini ein av teimum fáu kvinnunum, sum var virkin í mótstøðuni móti týskarum. Sum sagt giftust tey beint áðrenn Ib doyði. Hon fekk seinni dóttrina Lone. Seinni giftist Helle aftur. Ingálvur hevði eisini samband við foreldrini hjá Ib, Ernst og Emma Christensen, sum doyðu í 70-árunum. Tey áttu tveir synir. Ann­ar doyði av sjúku áðrenn Ib. Tey søgdu altíð: ”Vores liv slutt­ ede i 1945”. Annars var pápin at byrja við einki við uppá virksemið hjá son­ inum. Men sum frá leið, stuðlaði hann honum fult og heilt. Leikluturin hjá Sigmundi Ein uppgáva, sum Sigmund var við til, var at útvega útgerð til mót­ støðu­arbeiðið. Tað var eisini ein av uppgávunum hjá bólkinum at fáa danir, sum vóru undir týskum illgruna, til Svøríkis, har teir kundu vera tryggir. Tað eydnaðist teimum at fáa sent 200 “kolli”, sum var kotuorðið fyri flótta­fólkini, til Svøríkis í síðstu krígs­tíðini. Páll í Dali, beiggi Sig­ mund, flýddi í hesum tíðarskeiði til Svø­ríkis og gjørdist har partur av donsku brigaduni, sum var sett sam­an av donskum mótstøðufólk, ið vóru flýdd til Svøríki. Tá Páll kom aftur til Danmarkar við Brigaduni, var hann settur at hava eftirlit við fólki, sum kom úr Týsklandi til Danmarkar. Talan var m.a. eisini um at hava eftirlit við dønum, sum høvdu verið í týsk­ari hertænastu, og teir vóru ikki so fáir. Millum teir vóru eisini fleiri før­oyingar. Ein dagin Páll stend­ ur vakt, sær hann brádliga ein før­oyskan vinmann. Hesin hevði verið í týska herinum, men var so illa við, at hann ikki vildi síggja Páll í eyguni. Sigmund verður giftur við Ritu Rita og Sigmund giftust í 1945. Rita greiddi frá, at hon bæði visti og ikki visti, hvat gekk fyri seg. Men hon hevði tó leingi eitt ánilsi. Í hvussu er vandu tey seg við at fara runt um húsið at vita, um alt var undir kontroll, áðrenn farið var innar. Av serligum hendingum mint­ ist Sigmund, at teir einaferð skuldu skaffa nøkur presisiónsur, sum skuldu nýtast til eina spreingi­upp­ gávu. Teir fóru í hesum sambandi Ingálvur av Reyni bjóðaði sær at fara í mótstøðurørsluna Leiðarin hjá Sigmundi í Dali í mótstøðurørsluni móti týskarum, “Knud”, var vinmaður Ingálv av Reyni. Tí er søgan hjá Knud eisini søgan hjá Sigmundi og Ingálvi Henda forkunnuga myndin er úr listaumhvørvi í Norðursælandi i 1941. Uttast til vinstru sæst Ib, vinmaðurin hjá Ingálvi av Reyni og leiðarin í bólkinum 1944, har Sigmundur var við. Nr. 2 frá høgru er Ingálvur Elsa og Ingálvur av Reyni . Hann hevði eisini eina greiða støðu til nazismuna Helle, sum bert var gift við Ib í fáar dagar, saman við seinna manninum Finn Monier