Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur: Í komandi Miðvikum hevur 95 ára gamli Johan Hansen úr Kollafirði hugleiðingar frá sínum barnaárum. inn til ein nasivinarligan urmakara á Strøgnum, sum seldi slík ur. Men av einhvørji orsøk fekk urmakarin varhugan av, at teir vóru úr mót­ støðurørsluni, og boðaði nasist­ un­um frá. Til alla lukku komu teir kort­ini heilskapaðir burtur úr hes­ um vanda. Sigmund segði, at hann royndi at spæla róligur, og at hetta helst var orsøkin til, at hann slapp avstað uttan at nakar varnaðist. Eina ferð hevði ein týskur hand­ langari, sum teir skuldu taka, krógv­ að seg í einum summarhúsi. Hann vildi ikki geva seg yvir. Tá teir so vóru noyddir at skjóta, varð avrátt, at teir allir skuldu skjóta í senn. Hetta var gjørt, fyri at ongin skuldi kunna siga, at ein ávísur hevði beint fyri viðkomandi. Tá teir lítla løtu seinni komu inn í summarhúsið, var maðurin bert særdur og mátti geva seg yvir. Tá fóru teir á eitt sjúkra­hús við manninum. Men Sig­ mund frætti seinni, at tað eydn­að­ ist manninum at rýma av sjúkra­ húsinum, og Sigmund visti ikki, um hann varð tikin aftur. Vónbrot aftaná hersetingina Tann stóra uppgávan beint aftaná kríggið var at finna og taka tey, sum høvdu arbeitt fyri týskarum. Mótstøðurørslan, og eisini bólkurin hjá Sigmundi, 1944, hevði fyrireikað seg undan krígslok til hesa uppgávu við at savna saman tilfar, sum kundi nýtast í eini rættaruppgerð. Millum annað við at stjala postsendingar til týsku høvuðsstøðina í Dagmarhus í Keypmannahavn. Serliga sum ópolitiskur bólkur hevði 1944 stórar vónir um eitt rætt­víst samfelag eftir kríggið. Nú skuldi ruddast upp, og teir sum høvdu samstarvað við týskarar, skuldu fáa rættvísa revsing. Sigmund var eisini við í hesum arbeiði. Tá týskarar góvu seg yvir í Danmark, fingu øll, sum høvdu verið við í mótstøðuarbeiðnum, eitt serligt eyðkennis armbind. Teir høvdu tá eitt slag av politi­myndug­ leika eitt tíðarskeið. Sigmund metti at mótstøðuarbeiði hevði sera stór­ an týdning fyri, at tað eftir krígslok eydnaðist - í ávísan mun - at revsa tey, ið áttu at fáa revsing, fyri tað, sum var hent í Danmark hesi árini. Men Karl, svágur Sigmund, var so misnøgdur við uppruddingina aftaná kríggið, at hann flutti til Canada. Tað hendi jú tað, sum ofta hendir. Tað vóru teir smáu fisk­arnir, sum vórðu tiknir, og sum fingu revsing, summir enntá deyða­revs­ ing. Men summir av teimum stóru fiskunum gingu fríir. Einstakir vinnu­lívs­menn, sum høvdu vunnið stór­an pening uppá hersetingina, sluppu stórt sæð undan. Tað sama var við politikkarunum, sum høvdu verið sera eftirgevandi í sínum samstarvi við týskarar. Aftaná bardagan varð sett ein politisk nevnd at kanna eftir, um nakar politikkari skuldi revsast. Men eftir 10 ára nevndararbeiði kom nevndin til ta niðurstøðu, at tað ikki var grund til at lasta nakran politikkara. So tað var ikki so løgið, um nógvir mótstøðumenn vóru vónbrotnir. Og heldur enn eitt nýtt paradís eftir kríggið, fingu danir sína størstu mutursgølu í søguni, ta so­kallaðu eitur­ koppagøluna, har politist­ar enntá fingu løn frá brots­monnum fyri at halda vakt, meðan innbrotini fóru fram. Her eydnaðist kortini at rudda upp. Fingu kortini viðurkenning Sigmund vísti á, at tey, sum vóru við í mótstøðurørsluni vóru ikki nógv í tali, talan var bert um 1% av danska fólkinum. Nýggjar kanningar vísa tó, at tey vóru fleiri. Fyrstu tíðina undir hersetingini vóru teir mangan illa sæddir, men eftir kríggið vórðu teir hetjur. Teir fingu eisini viðurkenning á ymiskan hátt. Stutt eftir herset­ ingina kom bretska krígshetjan, Mont­gomery, til Danmarkar, og tá stóðu fríheitskempararnir á heið­ urs­vakt í Amagerbrogade. Kemur úr fiskivinnu­ umhvørvi Sigmund er vaksin upp í einum um­ hvørvi, har fiskivinna og sjómans­ skapur hevði stóran týdning. Abbin, Jens í Dali, og abbabeiggin, Napoleon, áttu fleiri skip og vóru slóðbrótarar á mongum økjum innan fiskivinnu á sjógvi og landi. Pápi Sigmund var Jens Pauli í Dali, sum eisini var ein undan­ gongu­maður. Í árunum 1922-24 var ein norskur hvalaskjótari, "Vesli Kari", á hvalaveiðu í Vesturgrønlandi. Skiparin var varugur við ør­ grynni av fiski á Fyllabanka, beint uttan fyri Godthaab. Hetta var orsøkin til, at norska skipið Faustina á sumri 1924 fór til Vesturlands at veiða Á veg heim undan Grønlandi var "Faustina" á Havnini við fullari last. Skiparin greiddi Jens Paula frá, at teir høvdu fiskað í 17 dagar. Jens Pauli greiddi í Varðanum soleiðis frá: "Eg var umborð og hugdi at fiskinum, og gjørdi tá av við meg sjálvan, at eg skuldi fara ein túr til Grønlands, um eg fekk far til tess. Eg tosaði so við pápa um at fáa Knørr at føra, og var tað leyst og liðugt alt í einum". Jens Pauli hevði áðrenn túr­in fingið sær holla vísindaliga vit­an um viðurskifti, sum høvdu týdn­ ing fyri sigling og fiskarí í Vestur­ grønlandi, ikki minst um veður, vind, og ís við meira. Jens Pauli í Dali hevur skrivað fleiri áhugaverdar greinir í Varð­an­ um um fiskiroyndir hann gjørdi í Grønlandi við Knørri fyrst í 1920'unum. Jens í Dali seldi seinni brøðrunum Kristoffur og Niels Jákup Nielsen á Strondum skipið. Kristoffur og Niels Jákup for­taldu seinni, at áðrenn teir fóru við Knørri, hevði Jens sagt við teir, at um teir ikki fingu tað at bera til fíggjarliga, so skuldu teir bara koma aftur við skipinum. Tíðirnar vóru sera vánaligar. Men teir kláraðu seg væl. Knørrur var drúgvur í før­oyska fiskiflotanum, hann var seldur av landinum í 1983. Abbin merkismaður Jens í Dali var merkismaður. Eina­ ferð keypti hann 11 skip undir einum í Skotlandi. Ein søga er um, at tá hann hevði avtalað skipakeyp við ein skota, og seljarin fór at tosa um keypssáttmála og treytir fyri gjalding, knappaði Jens skjúrtuna upp, tók eina mappu fram og segði, at hann skuldi onga kontrakt gera, hann skuldi gjalda í hondina! Hildu hann vera býttan Sigmund hevði altíð eina vánaliga sjón. Hetta var ikki nakað, sum hann sjálvur gjørdi sær stórvegis far um. Men hann kláraði seg ikki væl í skúlanum. Hann dumpaði í 2. flokki, og í skúlanum mundu tey halda hann vera býttan. Men pápin mundi hava varhugan av, hvat bilaði, tí fekk hann Skilling at kanna eyguni. Tá varð staðfest, at hann hevði sera vánaliga sjón. Tá fekk Sigmund brillur, og kláraði seg so mikið væl í skúlanum, at hann mátti leypa ein flokk um. Sigmund fór at arbeiða við vøtn­ um Sigmund var 60 ár, tá hann varð pensjóneraður. Tá fór hann at arbeiða fyri seg sjálvan. Eitt tíðar­skeið arbeiddi hann eisini fyri Lands­verkfrøðingin. Sigmund kom at arbeiða serliga nógv við føroysku vøtnini. SEV hevði einaferð ætlan um at útbyggja vatnorku í Vágum. Simund varð spurdur, um hann kundi máta dýpið á Fjallavatni. Tað vísti seg at liggja millum 46 og 36 metrar. Tað gjørdist tó rok um umrøddu ætlanir, og seinni varð vatnið friðað. Sigmund fekk áhuga fyri at fáa at vita, hvussu vøtnini annars sóðu út. M.a. fekk hann staðfest, at Sørvágsvatn var 59 metrar djúpt. Júst í hesum døgum eru liðin 67 ár síðani, at nasisman hjá Hitler varð niðurbard. Sigmundur í Dali er ein av teimum mongu, sum vit kunnu takka fyri tað. Tí eigur hann eisini at vera mintur, nú hann er farin undir grønu torvu. Týskir hermenn á veg heim aftur eftir at hava tapt dreymin um túsundáraríkið Jens Pauli í Dali, pápi Sigmund