Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Líkið av 26 ára gamla heims­meist­ aranum í 100m bringusvimjing kom heim til Noregs fríggjadagin, har familjan tók ímóti og hevði eina kvirra løtu saman. Jarðarferðin verður fríggjadagin kl.12 í Blomvåg Kirke í heimbygdini Øygarden. Pláss er fyri 300 fólkum í kirkjuni, sum eru løgd av til fam­ilju, vinir, nábúgvar, ítróttar­ kenn­ingar og umboð fyri tað al­ menna Noreg. Otto Harkestad úr kommunustýrinum í Øygarden væntar 2000 fólk til jarðarferðina, og í hesum sambandi verður jarð­ ar­ferðin víst á stórskíggja í ítróttar­ høllini Kollsneshallen, sum er í bygdini og hýsir 1500 fólkum. albinus@sosialurin.fo Jarðarferðin verður fríggjadagin Svimjing Norski heimsmeistarin í svimjing, Aleksander Dale Oen, sum brádliga doyði fyri góðari viku síðani á venjingarlegu í USA, verður jarðaður í heimbygd síni fríggjadagin Kappkoyring: Føroya­meistara­kapp­ ingin í GoKart fyri virkir byrjar fríggjadagin 11. mai. Talan er um kapp­ingina Føroya Tele Cup, sum verður um vikuskiftini 11.-13. mai og 25.- 27. mai. Tað er AD-Import í Havn, ið skipar fyri kappingini, sum verður á økinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Eisini verður kapping millum MC-feløgini í Føroyum. Kappingin verður skipað við einum innleiðandi umfari og síðan eini kapping um meistaraheitið. Eins og í fjør verður skipað fyri Mini LeMans koyring. Hetta er ein kapping, sum varar í fýra tímar, og tað toymið, sum hevur koyrt flest rundir teir fýra tímarnar, hevur vunnið. albinus@sosialurin.fo Nú verður FM í GoKart Besta mansliðið hjá før­oyska útisetafelagnum í Keyp­manna­ havn, ÍF Føroyum, stevn­ir mót­vegis uppflyting til Keyp­ manna­havnarseriuna. Um viku­skiftið vunnu teir trygt 5-1 á útivølli ímóti Rødovre BK. Mál­ini skutu Rasmus Nielsen, Páll Mohr Joensen, Emil N. Leifsson, Jákup Olsen og Pætur Jørgensen. ÍF Føroyar á fremsta plássi í Seriu 1, bólki 2, og er nú seks stig frammanfyri Dragør og HB. Dragør hevur tó leikt ein dyst færri enn ÍF Føroyar. Næsti dystur hjá ÍF Føroyum verður ein oddadystur ímóti júst Dragør. Hann verður spæld­ur á útivølli í kvøld kl.18.30 føroyska tíð. albinus@sosialurin.fo ÍF Føroyar ávegis uppflyting Fremad Amager, sum hevur før­oyska landsliðsleikaran Jónas Tór Næs í hópinum, tapti um vikuskiftið 0-1 á heimavølli ímóti HIK og er nú í 2. division øst á einum 6. plássi, sum minn­ir um ongamannaland. Tað eru góð 20 stig upp til HIK og Hvidovre, sum langtsíðani eru strokin avstað frá øllum hin­um lið­unum. Kappingin í miðjuni og í botninum er ógvu­liga tøtt. Hóast Fremad Amager er nummar seks av teim­um 16 liðunum, so eru teir bara seks stig omanfyri niður­ flytingarstrikuni. Elite 3000, sum hevur Daniel Udsen í hópinum, siglir hin­ vegin tyngri sjógv og er bara tvey stig frá niðurflytingini. Enn eru átta dystir eftir at leika í 2. division øst. albinus@sosialurin.fo Jónas og teir hanga í Savnsmynd