mikudagur 9. mai 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Tað er tætt millum avbjóðingarnar
hjá
bestu
fótbóltsspælarunum.
Sunnudagin var landskappingin á
skránni, í kvøld eru fyrru hálvfinal
urnar í kappingini um Løgmans
steypið, og longu leygardagin skal
HB aftur í eldin, meðan hinir tríggir
hálvfinalistarnir sunnudagin aftur
skulu spæla í landskappingini.
At tað er tætt millum dystirnar
er stór avbjóðing hjá venjarunum,
sum skulu ansa eftir, at spælararnir
eru væl fyri til allar avbjóðingarnar.
Ungu menninir koma skjótari fyri
seg enn teir eldru. Tí kann tað væl
vera, at tað í kvøld vera onkrar
manningarligar justeringar, so tað
fæst sum mest burtur úr fólkinum
– bæði í kvøld og í vikuskiftinum.
Royndirnar siga sína søgu
Pól F. Joensen og hansara menn í FC
Suðuroy missa allan arbeiðsdagin.
Klokkan 17 verður fyrsta bríkslið í
Fløtugerði í Fuglafirði, har Víkingur
eigur heimavøll ídag.
Suðuroyingarnir vitjaðu Víking
á hesum sama vøllinum 29. apríl.
FC Suðuroy fór til hús aftur við
4-0 tapi, men ta ferðina var eingin
munur á liðunum í 1. hálvleiki, tá ið
gestirnir høvdu tveir stórar møgu
leikar at leggja seg á odda. Ein
stórur tími var farin, tá ið Víkingur
fekk hol á, og so gekk tað skjótt. Í
tjúgu minuttir skoraði heimaliðið
fýra ferðir, og haraftrat misnýttu
teir eitt brotsspark.
Onnur
avbjóðingin
hjá
FC
Suðuroy í kvøld er, um tað aftur
hesa ferð kann eydnast teimum
at spæla seg til møguleikar í skjót
um mótálopum og at fáa úrtøkuna,
sum teir ikki megnaðu í landskapp
ingardystinum, og sum er serliga
týdningarmikil í steypadystum á
útivølli.
Hin avbjóðingin er at halda tørn
í verjupartinum og harvið at syrgja
fyri góðari útgangsstøðu undan
seinnu hálvfinaluni, sum verður 2.
hvítusunnudag á Vágseiði. Meðan
setningurin í dag skal greiðast, skal
eisini havast í huga, at FC Suðuroy
sunnudagin skal longu leiðina
norður til Klaksvíkar at stríðast fyri
fyrsta sigrinum í landskappingini.
Klaksvíkingar hvíla seg í kvøld, og
Páll Guðlaugsson hevur møguleika
at fara til Fuglafirðar at fylgja við
fyri at hava betri fyritreytir at leggja
til rættis undan sunnudegnum.
Víkingur er stórfavorittur í
kvøld. Hjá Jógvani Martin Olsen
og hansara monnum ræður um at
halda tætt í verjuni og at vinna so
mikið sannførandi, at tað undan
seinnu hálvfinaluni ikki verður
ivi um, hvør fer at vinna finalu
plássið.
Tað er greitt, at nýggjur vongverji
skal finnast í høgru fyri burtur
stadda Bárð Hansen. Tað er eisini
møguleiki fyri, at onkur av yngru
monnunum fer at fáa møguleikan
á miðvøllinum, so veteranarnir
vera heilt væl fyri, tá ið Víkingur
sunnudagin skal í Gundadal at vitja
meistararnar í B36.
HB lítlar royndir
Aftur og aftur verður mint á, at HB
er steypaliðið fram um øll onnur.
Tølini siga, at soleiðis er søgan, tí
HB hevur vunnið steypakappingina
eins ofta og øll hini feløgini til
saman.
Undan HB vitjanini við Margáir,
har fyrsta bríkslið hjá Peturi Reinert
verður klokkan 19 í kvøld, er tað
merkisvert, at teir, sum nú manna
EB/Streym, hava nógv fleiri royndir
í at vinna steypakappingina, enn
teir í HB hava.
Síðsti HB sigurin í steypa
kappingini var í 2004. Einasti HB
spælarin, sum var við ta ferðina,
og sum framvegis er á besta HB
liðnum, er miðverjin Vagnur Mohr
Mortensen! HB tapti í 2007 framúr
spennandi finalu ímóti EB/Streymi
4-3. Einasti spælarin, sum í kvøld er
á HB liðnum, og sum var millum
teir fyrtu ellivu ta ferðina, er
Andrew av Fløtum. Vagnur Mohr
Mortensen varð ta ferðina skiftur
inn í 1. hálvleiki.
EB/Streymur hevur fimm tey
seinastu árini spælt seg víðari úr
hálvfinaluni og í finaluna, sum
teir í Sundalagnum hava vunnið
fýra ferðir. Næstan allir teir, sum
í kvøld fara at spæla fyrru hálv
finaluna ímóti HB, hava royndir frá
hálvfinalum og finalum í steypa
kappingini. Sjey av teimum, sum
vunnu tiltiknu finaluna í 2007 4-3
ímóti HB, eru framvegis á liðnum í
Sundalagnum: René Tórgarð, Egil á
Bø, Marni Djurhuus, Sorin Anghel,
Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn
Hansen og Gert Hansen, sum varð
innskiftur, tá ið tað restaðu tjúgu
minuttir.
Í kvøld ræður um at syrgja
fyri góðari útgangsstøðu undan
2. hvítusunnudegi, tá ið seinnu
hálvfinalurnar vera á skránni.
Samstundis verður hugsað um
landskappingina í vikuskiftinum.
Leygardagin fær HB vitjan av ÍF,
og sunnudegin fær EB/Streymur
vitjan av NSÍ.
joannes@sosialurin.fo
Víkingur-FC Suðuroy:
Rói Jaccobsen, kl. 17.00
EB/Streymur-HB:
Petur Reinert, kl. 18.30
Fokus er á fleiri
avbjóðingum
Løgmanssteypið upptakt fyrru hálvfinalurnar
Fótbóltur Tað kennist næstan sum at blása og hava mjøl í munninum hjá teimum,
sum í kvøld skulu spæla fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini
HB tapti í 2007 framúr spennandi finalu ímóti EB/Streymi 4-3. Einasti spælarin, sum
í kvøld er á HB liðnum, og sum var millum teir fyrtu ellivu ta ferðina, er Andrew av
Fløtum. Framherjin skoraði vakra 1-0 málið í sigrinum á B36 dýra biðidag
Mynd: Álvur Haraldsen