Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Eg eri púra vísur í, at ALS fer at fáa frið fyri politikarunum framyvir. Tað ivast Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS ikki í. Sostatt er hann eisini púra sannførdur um, at sam­gongan fer ikki at halda lyftið, sum Jenis av Rana sigur, at hann hevur fingið um at broyta ALS. Alfred Petersen er alt ann­ að enn fegin um trýst­ið, sum bæði fakfeløg og politikarar hava lagt á stýrið í ALS í sam­bandi við, at útgjaldið er lækkað og inngjaldið er hækk­að fyri at skipanin ikki skal tømast um tvey ár. – Vit í stýrinum brúktu átta, níggju mánaðir til at telva okkum fram til eina semju. – Men vit hava alla tíðina lagt ómetaliga stóran dent á, at semja skuldi vera í stýr­inum um tilmælini til politiska myndugleikan. – Vit halda, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at stýrið stendur sum ein maður í sínum tilmælum til politiska myndugleikan fyri at Løgtingið ikki skal noyð­ast at taka støðu til eitt uppskot frá einum meiriluta og eitt uppskot frá einum minni­luta. – Tað er ein siðvenja, vit í stýrinum alla tíðina hava hildið fast um. – Vit hava eisini lagt ómeta­liga stóran dent á, at politiski myndugleikin held­ ur fingrarnar vekk frá ALS, men fylgir teimum tilmælum, sum stýrið kemur við. Eingin umbering Bæði fakfeløg og arbeiðs­gev­ arar hava tvíhildið um, at tað eru partarnir á arbeiðs­ marknaðinum, sum eiga ALS og sum rinda fyri ALS og sum tískil eisini skulu stýra ALS. – Fakfeløgini hava meiri enn einaferð gjørt greitt, at leggur Løgtingið seg út í viður­skiftini í ALS, verður aðalverkfall í stundini. Samstundis hava fak­ fel­øgini eisini meiri enn einferð stúrt fyri, at tað eru kreftir í politisku skipanini, sum fegin vilja hava ALS undir politisku skipanina og grunnin á fíggjarlógina. Alfred Petersen staðfestir, at ein høvuðsorsøk til, at stýrið í ALS leggur so stóran dent á, at tað er semja um tey tilmæli, ið verða løgd fyri politisku skipanina, er nett­ upp fyri ikki at Løgtingið skal kunna brúka eina ósemju í stýrinum sum eina um­bering fyri at leggja seg út í viðurskiftini í ALS. – Vit hava kravt av okkum sjálvum, at stýrið skal vera samt, nettupp fyri at hjálpa politikarum frá at koma í knípu av ALS, tí so hava teir bara at fylgja okkara tilmæli, heldur at enn at taka støðu til fleiri tilmæli. – Okkara boðskapur til polit­isku skipanina hev­ ur altíð verið, at tá ið stýrið stendur saman um eitt til­mæli, verður tað eisini kravt av politiska myndug­ leikanum, at hann ikki tekur stýrið av ræði. Høvdu lagt frá sær Alfred Petersen sigur, at taka politikararnir stýrið at ræði, fær tað ikki arbeitt. Og so er spurningurin um tað er nakað endamál at hava eitt stýrið. Formaðurin sigur, at hesuferð, ætlanin var at skerja ALS, varð stórt trýst lagt á stýrið um at broyta til­ mælið. – Men stýrið megnaði at standa ímóti trýstinum og gav Løgtinginum tey boð, at eitt samt stýrið helt fast um tilmælið. – Eg vænti, at hevði Løg­ tingið hesuferð tikið stýrið av ræði, hevði í hvussu so er ein partur av stýrinum lagt frá sær, kanska alt stýrið. – Tað ber ikki til hjá fólki at taka ábyrgd fyri einum øki, sum tey kortini ikki sleppa at hava ábyrgd av. Væntar ikki Sambært Jenis av Rana hevur samgongan lovað honum at broyta viðurskiftini í ALS. Men tað væntar Alfred Petersen ikki. Hann heldur, at tá ið Løgtingið ikki tók stýrið av ræði hesuferð fer tað heldur ikki at vera í heyst. – Eg eri púra sannførdur um, at politiski myndugleikin er komin til ta niðurstøðu, at hann skal halda seg burtur frá ALS og at hann ikki fer at smoyggja nakað niður yvir stýrið, ella at hann í árar mát­ ar fer at leggja trýst á stýrið um at taka eina aðra støðu, enn stýrið ætlar at taka. Og Alfred Petersen stað­ festir eisini, at skal hámarkið takast av og bíðidagarnar endurskoðast, skal tilmælið koma frá stýrinum og stýrið skal vera samt um tað. – Tað skal ikki gerast tí at samgongan kanska hevur givið Miðflokkinum eitt lyfti, men tí at stýrið mælir til tað, leggur hann afturat. Hann vísir á, at verða einstakir lutir í ALS broytt, kann tað skeikla skipanina og tí heldur hann fast um, at allar broytingar í ALS skulu koma frá stýrinum og ongum øðrum. Tíðindi Ivist ikki í at vit fáa frið ALS Formaðurin í stýrinum fyri ALS væntar ikki, at samgongan fer at halda lyftið til Jenis av Rana Sostatt er hann eisini púra sannførdur um, at samgongan fer ikki at halda lyftið, sum Jenis av Rana sigur, at hann hevur fingið Ongin upp ílegging Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS Jenis av Rana sigur, at sam­gongan hevur lovað honum, at hámarkið fyri, hvussu nógv fólk rinda í skipanina, verður hækkað munandi. – Vit hava eisini fingið lyfti um, at loftið fyri inn­gjaldi skal hækkast upp ígjøgnum. Tá ið inngjaldið varð 1%, rindaði ongin inn í ALS av inntøku omanfyri 650.000 krónur. Men nú inngjaldið hækk­ar upp í 1,25%, verð­ ur øll inn­tøka oman­fyri 520.000 krónur frí­tikin fyri at rinda inn í ALS. – Vit hava fingið lyftið frá samgonguni um, at tað hámarkið skal hækkast upp í millióna­klassan so at øll í veruleikanum rinda til ALS av allari sínari inn­ tøku. Jenis av Rana sigur, at samgongan hevur eisini lovað Miðflokkinum, at regl­an um bíðidagar í ALS skal nágreinast í eini kunn­gerð, so at tað ikki rakar tey, sum ætlan­in ikki var at raka. – Bíðidagarnir eru sett­ir í verk fyri at forða fyri mis­brúki, har fólk ferðast inn og út úr ALS, men nú skulu reglar ger­ ast, so at tað ikki eisini rakar tey veruliga ar­ beiðsleysu, sigur hann. aki@sosialurin.fo Gongst sum ætlað fer Tórshavnar Kommuna at standa fyri byggingini av einum 80 íbúðum í næstum. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann sigur, at ein ætl­an er um at byggja einar 20 íbúðir á Boða­ nes­hamri saman við Húsa­lánsgrunninum. Tann ætlanin fer av Bakkastokki í ár. Á Berjabrekku er ætl­ anin at byggja einar 60 íbúðir. Tann ætlanin er eisini nær og vónandi kann skjøt­il eisini setast á ta ætlan­ina í ár. – Vit hava bíðað eftir at lógin um Húsa­láns­ grunnin varð broytt, men enn hevur býráðið ikki tikið støðu til, hvussu hon skal skipast. Borgarstjórin sigur, at kanska verður komm­un­ an sjálv noydd at standa fyri byggingini fyri at fáa mvg aftur. Síðani skal støða tak­ast til, hvat skal ger­ ast við íbúðirnar, um íbúðirnar skulu seljast til eitt íbúðarfelag, til Húsa­láns­grunnin ella til onkran annan, sum síð­ani kann standa fyri íbúð­unum og reka tær. – Men býráðið hevur heldur ikki tikið støðu til um hon skal vera byggi­ harri, ella ikki. Hinvegin fær tað stór­ an týdning fyri prísin, at mvg verður endur­ goldið. aki@sosialurin.fo Lyftini til Miðflokkin Byggja 80 íbúðir í Havn