fríggjadagur 11. mai 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðindi
Áki Bertholdsen
– Sum støðan er nú, er alt,
sum talar fyri, at tað verður
neyðugt at skerja ALS enn
meiri seinni í ár.
Tað sigur Alfred Petersen,
formaður í stýrinum.
Hann sigur at hóast skip
anin akkurát nú er skerd,
skal nógv til afturat fyri at
tað skal eydnast at fáa javn
vág í.
– Hóast vit hava skert
skipanina nú, skal arbeiðs
loysið minka 50% fyri at fáa
javnvág í ímillum inngjald og
útgjald í ALS.
Í løtuni eru eini 1600 ar
beiðsleys í skipanini, men
talið skal heilt niður á 800
fyri at fáa javnvág í ímillum
inngjald og útgjald.
Minkar arbeiðsloysið ikki,
verður kassin hjá skipanini
kortini tómur um hálvttriðja
ella trý ár.
Og formaðurin í stýri
num fyri ALS er so mikið
dapurtskygdur,
at
hann
heldur ikki, at útlit eru fyri,
at arbeiðsloysið fer at mink
að stórvegis í næstum.
– Vit hava eitt arbeiðs
loysi á 6%-7%, har arbeiðs
loysið í ES er 10,9% í miðal
og tískil dugi eg ikki at síggja
fyri mær, hvussu vit skulu
klára at minka arbeiðsloysið
í Føroyum niður í helvt.
Eini 80 av teimum ar
beiðsleysu eru ólærd, so
talan er um eina rættiliga
samhaldsfasta skipan, tí tey
rinda minst í skipanina, men
fáa mest úr henni aftur.
Tvær skrúvur
Hann sigur, at stýrið fyri ALS
hevur bara tvær skrúvur at
stilla í sambandi við at laga
skipanina til.
– Vit kunnu hækka inn
gjaldið ella lækka útgjaldið.
Útgjaldið kann antin lækk
ast beinleiðis ella vit at stytta
tíðina, ein kann verða í ALS
og við at leingja bíðitíðina.
– Verður neyðugt at gera
fleiri inntriv, verður tað
sostatt ein av hesum møgu
leikunum ella ein saman
renning av fleiri.
– Stýrið kann mæla lands
stýrismanninum til at hækka
inngjaldið upp í 2,75% av
lønini og so kann hann gera
tað, uttan at leggja tað fyri
Løgtingið.
Men skal útgjaldið lækk
ast, skal Løgtingið samtykkja
tað.
Men hatta við bíðitíðini
heldur hann er eitt sindur
misskilt.
– Fólk missa sum so ikki
ALS av teirri orsøk, tí tað
verður lagt afturat í seinna
endanum.
Men tað, sum stýrið nú
fer at gera, er at fylgja neyvt
við gongdini og at meta um
útlitini, so tá ið árið er liðið,
verður støða tikið til, um
nakað skal gerast og, hvat
skal gerast.
– Tað, sum hevur stóran
týdning fyri okkum í stýr
inum, at vit hava eina ALS
skipan, sum er so mikið
góð, at ongin skal føla seg
noyddan at flyta av land
inum, tí at sømdirnar í Før
oyum eru ov vánaligar.
– Tí fylgja vit eisini
væl við, hvussu støðan er
aðrastaðni, sigur stýrisfor
maðurin.
aki@sosialurin.fo
ALS má skerast
aftur seinni í ár
ALS formaðurin í stýrinum heldur ikki, at útlit
eru til, at arbeiðsloysið fer at minka nevnivert og
tískil verður neyðugt at skerja ALS enn meiri
Vánalig útlit
– Formaðurin í stýrinum fyri ALS heldur ikki, at útlit eru til, at arbeiðsloysið fer at minka
nakað nevnivert og tí heldur hann, at alt talar fyri, at ALS má skerjast enn meiri
Tað
váttar
Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Seinasta
vikuskiftið
tosaðu vit við Andras Róin,
stjóra í Húsalánsgrunn
inum um tær mongu
ætlanirnar, sum eru um
íbúðarbygging runt um
í landinum eftir at lógin
er broytt, so at Húsaláns
grunnurin nú eisini kann
fíggja lutaíbúðir o.s.fr.
Tá nevndi hann eisini
møguleikan fyri at gera
íbúðir í stórum bygn
ingum inni í Havnini, so
at fáa fólk eisini kunnu
búgva inni í býnum fyri
at fáa meiri lív í.
Hann nevndi Komm
unuskúlan í Havn, sum
eitt dømi um ein slíkan
bygning, ið kundi verðið
umbygdur til íbúðir.
Heðin Mortensen stað
festir, at niðurstøðan er
mestum tann, at bygn
ingurin verður ikki skúli
aftur.
Ístaðin er ætlanin at
byggja ein nýggjan, stór
an, Vesturskúla.
Hann sigur eisini, at
tankin um at byggja hann
um til íbúðir, hevur eisini
verið nevndur.
– Tað er avgjørt ein
møguleiki at byggja skúl
an um til íbúðir, sigur
borgarstjórin.
– Tað ljóðar skilagott,
leggur hann afturat.
Hann metir, at talan
kann vera um íbúðir til
einar 30-40 húski í Komm
unuskúlanum.
Men aðrir møguleikar
eru at brúka tað til ment
anarlig ella umsitingarlig
endamál.
Borgarstjórin
sigur,
at fleiri hava vent sær til
býráðið við eini ætlan um
at gera Kommunuskúlan
til íbúðir, antin at keypa
hann frá kommununi,
ella at gera eitt samstarv
við kommununa.
aki@sosialurin.fo
Kommunu
skúlin gerast
til íbúðir
Nú verður møguleikin umrøddur at byggja
Kommunuskúilan í miðbýunum um til íbúðir
Frá skúla til íbúðir
Fleiri liggja framvið at sleppa at gera Kommunuskúlan til íbúðarblokk
Hann metir, at talan kann vera
um íbúðir til einar 30-40 húski í
Kommunuskúlanum