fríggjadagur 11. mai 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tiðindi
Bygdarfólkið í Dali skipa næsta fríggjakvøld
fyri kvøldsetu við frásøgn, hugna og øllum
ið hoyrir til eitt slíkt. Kvøldsetan byrjar
klokkan 18 og endar klokkan 22.
Byggja skúlan
út til framtíðina
Skúlanum hevur í longri tíð
tørvað fleiri stovur, ikki minst
fyri at skipa undirvísingina
soleiðis, at allir næmingarnir
eru undir sama taki.
Í løtuni er støðan hon,
at ein hevur leigað seg inn í
kjallaran í grannahúsinum,
sum er missiónshúsið í bygd
ini. Men tá skúlaárið 2013/14
byrjar er ætlanin, at næm
ingarnir skulu fara í tann
útbygda skúlan.
Jensebeth
Absalonsen,
skúlastjóri segði týsdagin
við Rás2, at næmingatalið
liggur beint omanfyri tey 40,
men at nógv børn eru undir
skúlaaldur í bygdini.
Skal ein døma eftir hag
tølunum, so telist Viðareiði
millum tær bygdirnar við
lægsta miðalaldrinum. Tí
kann ein siga, at skúlin verður
útbygdur við framtíðini í
huga, soleiðis at ein eisini
kann hýsa øðrum tiltøkum
bygdarfólkinum at frama.
snorri@sosialurin.fo
Viðareiði Í hesum døgum verða fyrireikingar gjørdar til eina
rættiliga stóra umbygging av skúlanum á Viðareiði
Maria Olsen hevur tikið sætið í Klaksvíkar
býráð fyri Sambandsflokkin, fyri Hans Arna
Bertholdsen sum hevur farloyvi. Hetta er aðru
ferð at hon tekur hetta sætið í býráðnum.
Leygardagin 12. mai verður
árliga
landsinnsavningin
hjá Bláa Krossi Føroya.
Eins og undanfarin ár er
landsinnsavningin skipað
við, at gingið verður hús úr
húsi í øllum landinum við
bússum, har heitt verður á
fólk um at geva eina gávu
til hjálpararbeiðið hjá Bláa
Krossi.
Í ár verður savnað inn
til tvey endamál: Bygg
ingina av nýggjum við
gerðarheimi
fyri
fólk
við
rústrupulleikum
og
verkætlanina
"Øll
hava
rætt til góð barnaár”. Ta
seinna er ein fyribyrgjandi
verkætlan, ið vendir sær til
børn og ung, ið vaksa upp
í heimi har rúsdrekka ella
onnur rúsandi evni hava
merkt ella merkja gerandis
dagin.
Blái Krossur Føroya er
ein hjálpar- og fráhalds
felagsskapur, ið strembar
eftir at veita umsorgan
og hjálp til menniskju, ið
eru rakt av rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtslu. Hetta
inniber bæði misnýtarar,
familjur teirra og avvarandi
annars.
Næsta vikuskiftið skipar
Kirkjuliga Heimamissiónin
skipar fyri einum vikuskifti
fyri hjún í hugnaligum um
hvørvi í Deplinum í Skála
vík.
Skeiðið er skipað soleiðis,
at tað er bæði læruríkt og
viðkomandi, eins og fleiri
evni verða viðgjørd, sum t.d.
avbjóðingar í hjúnalagnum,
mansins hjarta, samskifti
og mong onnur evni, ið eru
viðkomandi fyri eini hjún.
Tey, sum hava hesar
evnistímar eru: Jónfríð og
Jørmund Foldbo, Sigrun
og Leo-Hans Mikkelsen
og Vagn Foldbo. Á skránni
verður eisini annað til
gamans og álvara, bæði fyri
kvinnur og menn.
– Stórur dentur verður
lagdur á, at tað skal vera tíð
til hvønn annan og til góðan
felagsskap, sigur Marjan
Nielsen, ið er barna- og
familjuráðgevi hjá Heima
missiónini.
Vikuskifti fyri
hjún í Skálavík
Innsavning til
tvey endamál
VØKSTUR
Hóast fólkatalið minkar í fleiri bygdum í útjaðaranum, so er
hetta ikki gongdin á Viðareiði. Her er fólkatalið í løtuni uppá tað
mesta (350 fólk) – og hartil eisini við tí lægsta miðalaldrinum
– Vit liva jú fiski
Snorri Brend
Eftir væleydnaði fiskivinnu
framsýningina í fjør, hava
samráðingar verið um at end
urtaka bragdið enn einaferð.
Í farnu viku kom fram, at
bæði Klaksvíkar kommuna
og fólkini handan North At
lantic Fish Fair høvdu somu
hugsan: At henda framsýn
ingin skal verða aftur í Klaks
vík í 2013.
Høvuðsvinnan í Klaks
vík er fiskivinna, og her
eru tey óføra kreativ at
fyriskipa
tiltøkum,
sum
lýsa hesa vinnuna á ymisk
an hátt, millum annað við
Torradøgunum og Sjómanna
degnum.
Fish Fair er eitt annað
slag av tiltaki. Tá fara bæði
føroyskir og útlendskir fram
sýnarar at vísa fram tað góða
gamla innan útgerð til fiski
vinnuna. Og her verður eisini
tað allarnýggjasta innan hesa
vinnuna víst fram.
Heilt frá byrjan av hevur
undirtøkan
verið
avbera
góð, bæði tá tað snýr seg um
talið av vitjandi og av fram
sýnarum, segði Gunvá við
Keldu týsdagin, tá Rás2 hitti
hana á máli.
Tað góða við hesum er
haraftrat, at fleiri av fram
sýnarunum hava luttikið øll
árini.
Í Klaksvík eru sera góðar
umstøður at skipa fyri Fish
Fair 2013. Her standa tvær
hallir lið um lið, sum soleiðis
verða bundnar saman, so at
fólk fær gingið ímillum tær.
North Atlantic Fish Fair
hevur higartil verið hildin
í Runavík og í Havn, men
verður nú aftur í Klaksvík.
– Eg haldi, at ein slík
stevna hoyrir heilt natúrliga
heima í Klaksvík, her fiski
vinnan hevur alt at siga, slær
Gunvá við Keldu fast.
snorri@sosialurin.fo
FISKIVINNA – Nei, eg haldi ikki, at tað eru ov nógv tiltøk her í
Klaksvík, sum snúgva seg um fisk og fiskivinnu. Tað er jú hetta
sum vit liva av, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu