Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tiðindi Sunnudagin 13. mai eru 12 ár síðani, at donsku Brødrene Olsen vunnu altjóða melodi grand prix við Smuk som et stjerneskud. Jóhan heldur býin reinan Fyrireika mat­- sølu­vitjanir Randi Jacobsen Í nógv ár arbeiddi Jóhan Davidsen hjá Tom Hellisdal, sum hevði ruskinnsavningina í Havn. Men fyri tveimum árum síðan fór ruskinnsavningin yvir á aðrar hendur, og har stóð Jóhan við ongum arbeiði. Hann legði seg ikki inni fyri tað. Tíðliga hvønn morg­ un er hann farin oman eftir Villingardaksvegnum og Varðagøtu oman í býin. Eg plagdi at fáa mær ein kaffimunn onkrastaðni og gekk annars bara og prátaði við fólk, sigur Jóhan. Hann hevur tí altíð ver­ið sjónligur í Havn og tíð­inda- fróur sum nakar. Frætti um arbeiði Hóast stóra arbeiðsloysið misti hann ongantíð vónina um at fáa arbeiði aftur, og ein dag hendi nakað. Eg var á aðalfundinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, og har kom eg at sita undir liðini á einum manni, sum ar­ beiddi í reinhaldinum í Havn. Hann segði mær, at hann skjótt fór frá, tí hann fylti 67 ár, sigur Jóhan Davidsen. Beinanvegin fór hann at spyrja um at kunna taka yvir, tá ið hesin maðurin gavst, og væl bar til. Tá var Jóhan fegin. Fyrst í mai byrjaði hann í nýggja arbeiðinum. Hevði eg ikki fingið ar­ beiði nú, var eg helst skjótt endaður undir Almu, tí eg havi verið so leingi í Als, sigur Johan, sum er ovurfegin um at vera sloppin aftur til ar­ beiðis. Hann møtir hvønn morg­ un klokkan sjey á gomlu brand­støðini við Varðagøtu og arbeiðir til klokkan 15. Onkuntíð arbeiðir hann eisini leygardag og sunnudag. Arbeiðsamboðini eru ein hjólbøra, ein klípari, kustur og spaki. Hann fer víða í býnum. Hann er í Gundadali, í Steina­ túni, á Vaglinum og annars niðri í býnum. Nógv gongd, men Johan er vanur at ganga og er lættur til beins. Býurin er vanliga hampi­ ligur, tá ið eg møti um morg­ unin, men tað er altíð okkurt at taka upp sum proppar, sigarett­stubbar og onkur brotin fløska, sigur Johan. Um vikuskiftið er ofta meira, og tá liggja eitt nú pitsa­bakkar á vegnum. Uttan fyri skeinkistøðini liggur altíð eitt sindur av hvørjum. Sunnumorgun verður serl­iga væl ruddað, tí tað skal vera ruddiligt, tá ið fólk fara í kirkju. Jóhan kennir nógv fólk, og tí fær hann eisini mangt prátið, meðan hann tekur upp rusk á Havnar gøtum. Mær dámar væl at práta, og nógv fólk kenna meg frá tíðini, tá ið eg arbeiddi í rusk­ innsavningini. Hann hevur fast starv. Um eg havi heilsuna, havi eg hetta arbeiðið í 10 ár aftrat, sigur Jóhan, sum van­ liga verður nevndur Jóhan í Æðuvík. Randi Jacobsen Á Heilsufrøðiligu Starvs­ stovu fyrireika tey seg til at fara at kanna matstovur, sum selja mat um náttina í Havn. Tað kann ljóða marg­ háttligt, at Heilsufrøðliga Starvsstova boðar frá hes­ um eftirlitsstøðum framm­ anundan, men tað er ein orsøk. Tað hava vit gjørt í royndini at tryggja okkum, at matsølurnar hava síni skjøl liggjandi á staðnum, sum tey hava skyldu til at hava, sigur Elsba Dan­ iel­sen, eftirlitsfólk á mat­ vørudeildini á Heilsu­frøði­ ligu Starvs­stovu. Ofta eru tað ung fólk, sum arbeiða um náttina í pylsuvognum, pitsabúðum og øðrum matsølum, og hesi ungu fólkini kunnu ikki vita um góðkenningar og løggyldingar, um eigarin ikki hevur syrgt fyri, at skjølini eru har. Skjølini eru eitt, sum kannað verða. Haraftrat verð­ur kannað, um hiti, rein­hald, persónligt rein­ hald og aðrar umstøður eru í lagi. Elsba Danielsen heldur ikki tað ger nakað, um frá­ boðanin hevur fingið mat­ sølu­støðini at gera eyka reint. Ongantíð betur, men vit vóna sjálvandi, at tey altíð vaska væl, sigur hon. Nær eftirlitsvitjanirnar verða, fer Heilsufrøðiliga Starvsstova ikki at upp­lýsa. Í so máta verða eftir­lits­vitj­ anirnar ófráboðaðar. Jóhan Davidsen er fegin um, at hann eftir tvey ár sum arbeiðsleysur, hevur fingið arbeiði í reinhaldinum í Havn Tveir nýggir stjórar Tvey størv sum deild­a­ r­stjóri í Heilsu­mál­aráð­ num eru sett frá 1. juni at rokna. Deildarstjórarnir skulu stjórna ávikavist Heilsubúskapardeildini og Heilsupolitisku­deild­ ini. Fimm umsóknir vóru til størvini. Avgjørt er at seta Jó­ an­is Erik Køtlum sum deild­ar­stjóra á Heilsu­ bú­skapar­deildini og Jan Simonsen sum deild­ar­ stjóri á Heilsu­politisku­ deildini. Jóanis Erik Køtlum er 46 ára gamal og út­ búgv­in cand.merc. Hann hevur 14 ára starvs­ roynd­ir inn­an heilsu­ verk­ið. Av hes­um hevur hann leiðslu­royndir sum sjúkra­hús­stjóri í tvey ár og deildarstjóri í tvey ár. Har­um­framt hevur hann verið fulltrúi og ráðgevi í Heilsu­málaráðnum, har hann m.a. hevur ver­ið við til at menna og verkseta talgildu heilsu­skipanina (THS). Seinasta árið hevur Jóanis Erik Køtl­ um verið virk­andi deild­ ar­stjóri á Heilsu­bú­skap­ ardeildini. Jan Simonsen er 42 ára gamal og útbúgvin cand. scient.adm. Jan Simonsen hevur 12 ára starvs­ roynd­ir innan fyrisiting í heilsu­verkinum. Fyrst í tvey ár á ráðleggingar- og menn­ingardeildini í Nord­jyllands Amt og síðani í 10 ár í føroyska heilsu­verkinum sum full­trúi og ráðgevi. Tað sein­asta árið hevur Jan Simonsen verið virk­andi deildarstjóri á Heilsu­ politiskudeildini. Leygardagin 12. mai fyllir hálvi tvørámaðurin, skemtarin, tónleikarin, sangarin og fyrr­verandi politikarin Jacob Haugaard 60 ár. Jóhan Davidsen er í fagurlittum endurskinsvesti, tá ið hann arbeiðir, og á hjólbøruni hevur hann floytu, m tað skuldi gjørt neyðugt við onkrari ávaring Mynd: Álvur Haraldsen