Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ghetto Føroyar Ghetto Føroyar Mikudagin byrjaði hon. Sendingin, sum útisetarnir há Miðlahúsinum høvdu reypa øgiligt um. Hóast fýra tímar seinkað eydnaðist tað at fáa eina sending varpaða út í Føroyum. Her eru nøkur hæddarpunkt, nakrir niðurtúrar, og nakrir útiseta vinklar frá fyrstu Ghetto Føroyar sendingini nakrantíð Ghetto Føroyar Tíðindaskrivið var komið í fleiri miðlar. Alt Facebook var fult av viðmerkingum um sendingina, og vit høvdu eis­ ini sjálvi lagt myndir út allan dagin. Nú skuldi tað vera. Nú skuldu vit vísa øll­um, hvør dugur var í okkum... Størri antiklimaks enn ikki at sleppa í luftina finst valla. Vit høvdu glett okkum so nógv og fyrireikað okkum so væl, men so regulert krasj­ar plan A beint sum vit skulu í luftina!? Vit hava ikki eingong tíð til at seta plan B í verk. So situr mann har, og má bara finna seg í, at nakrar sangir fara  frá í Føroyum, meðan vit vóna vóna, at alt blívur betur. Minuttirnir ganga, og vit koma framvegis ikki í luftina. Frustratiónin gerst fullkomin, tá vit finna útav, at nú verður ikki pláss fyri tí vit hava ætlað okkum í fyrra tímanum. Men alt kann gerast verri. Fyrri tímin blívur liðugur, og vit hava framvegis ikki eingong sagt »Hey«. Undir næstu tíðinda­ send­ingini fáa vit boð á Facebook; fólk hoyra okkurt aftanfyri tíðindavertin. Men tað eru ikki vit. Vit vita, at fólk ómøguliga kunnu hoyra okkum. Altjóða viðurkenda skip­an­in, sum Rás2 hevur brúkt ofta áður riggar ikki. Skipanin, sum Kringvarpið brúkti, tá teirra egna heima­ síða krasjaði til løgtingsvalið, dugir bara at siga: »Service is temporarily unavailable.« Unavailable meg í... Sms-boð og  facebook spurn­ingar koma samstundis streym­andi inn. Tað byrjar at ganga upp fyri okkum, at hetta er nakað fólk hava glett seg til. Tey sita faktiskt og lurta beint nú, meðan vit sita sum bitið í lort, og tey hoyra onki uttan greatest hits. So byrjar mann at spyrja hví. Hví hendi hetta fyri okk­um? Hví beint nú? Vit hava testað tað, gestirnir í køk­inum sita og bíða, og tað ringasta av øllum: Vit hava snýtt okkara lurtarar, sum vit hava lokkað í fleiri dagar! Vit hyggja upp í luftina at leita eftir svari á stóra alvald­andi internetinum, sum hevur svikið okkum so dyggi­liga – kanska enntá til onkr­ar hægri maktir. Men vit mugu bara góðtaka ýlandi tøgnina. Tá vit einaferð koma í luft­ina og skulu kappast við hálvfinaluna um Løgmans­ steypið millum EB/Streym og HB eru frustratiónirnar ikki soleiðis at kasta av sær. Men vit fara í gongd. Royna at vera so dugnalig og glað sum gjørligt, og so hvørt sum vit koma inn í sendingina byrja tankarnir: »Hov. Hetta er faktiskt heilt í ordan. Vit byrja at liva. Vit hava faktiskt funnið uppá okkurt rættiliga kul« Og tað er júst hetta vit fara at taka við okkum her­ frá. Føðingin var øgilig. Útvarpsbarnið var í veruleikanum deyðføtt, men tað vaknaði aftur, og við in­ tens­ari uppaling verður tað vónandi  klárt at yvirtaka før­oyska luftrúmið og ein part av tí danska komandi miku­dag! Ein tungur burður Vit sótu har. Klokkan var næstan fýra á flatlondum. Tíðindi skuldu vera í Føroyum, og so skuldu vit í luftina. Gestirnir vóru komnir. Skipanin var testað út í æsir KRASSJ Búgvi Øster í eini vónleysari støðu, tá skipanin, Rás2 altíð brúkar at senda í gjøgnum, brádliga streykaði, tá sendingin skuldi í luftina úr KPH Beinleiðis Ghetto Føroyar   Fyri at kompen­sera fyri hetta mælir Høgni Reistrup, miðla­frøðingur, øllum før­ oyingum í heminum til at úttala seg um Føroyar – Er tað geografiska av­ mark­ingin, sum skal vera avger­andi fyri, um mann skal hava nakað at siga um Føroyar, spurdi Høgni Reistrup í Ghetto Før­oy­ar miku­dagin, áðrenn hann uttan himpr sjálvur svar­ aði: – Sjálvandi ikki! Miðlafrøðingurin búsit­ andi í Keypmannahavn held­ur soleiðis lítið um út­ sagnir hjá fólki, sum havast at før­oyingum uttanlands, sum fortelja føroyskum skatt­gjaldarum, hvussu tey skulu byggja land. – Eg minnist at Jógvan Sundstein hevði eina við­ merking um eitt mál fyri vikum síðani, og tá fekk hann skotið í skógvarnar, at »Tú flutti av landinum. Tú skalt ikki koma her og siga, hvussu vit skulu gera,« og hatta er ein nokk so vanlig hugsan í Føroyum. – Mann skal ikki iso­lera seg soleiðis, tað er hin­vegin ein fólkaræðisligt heilsu­ tekin, at nógv luttaka í al­menna orðaskiftinum, segði Høgni Reistrup.   Merkir miðlarnar Hann  metir somuleiðis, at hendan hugsanin sæst aftur í føroyskum miðl­ unum, sum eftir hansara tykki sjáldan hyggja suður um Akraberg ella norður um Enniberg eftir servitan, hóast ein stórur føroyskur heila­kapasitetur liggur uttan­fyri hesi forberg. – Serliga etableraðu miðl­ar­nir hava lyndi til at ringja til stovnar og per­són­ ar í Føroyum, held­ur enn at hugsa eitt sindur størri og ringja til Keyp­manna­ havnar ella til London, tá tey gera søgur. Vit skulu blanda okkum í alt Heilar generatiónir av út­ búnum føroyingum eru búsit­andi uttanlands og harvið er samfelagið minni fjølbroytt enn tey flestu MIÐLAPRÁT Rógvi Nybo og Barbara Holm práta við Høgna Reistrup